fríggjadagur 9. apríl 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 66 · 9. apríl 2010
2
VIKUSKIFTI
Kom ein túr til Zumba
Facebook
ger netið
stuttligari
Redaktørur: Inna Törnroos
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Kaj Leo Johannesen / Jens Kristian Vang
4 Samrøða: Kaj Leo johannesen
7 TIPS: angaLjós
8 90 SEKund: jóhanna av steinum
10 rEPorTaSJa: Frá ego tiL FeLagssKap
12 TIL arbEIðIS: jónFríð jacobsen
13 umafTurafTurum: høgni Djurhuus
14 rEPorTaSJa: Finna mat í rusKbyngjum
17 baKgrund: eLvir søLibat tiL peDoFiLi?
18 SPyrST So LIVST: rigmor svarar
19 mín bESTa uPPSKrIfT: KarDamummumuFFir
23 Tað hEndur: Konsertir, bøKur, senDingar osfr.
24 VIKumyndIn: besta mynDin í viKuni
Eg havi 333 Facebook-vinir. Eg burdi
skammast, halda summi, tað er vánaligt at
hava undir 500 vinir – tá er man ópopulerur.
Eg eri glað fyri mínar 333 vinir. Eg havi
sum prinsipp, at eg skal heilsa upp á tey,
sum eg havi sum vinir á Facebook – annars
sletti eg tey. At hava vinir har til arbeiðsbrúk
tími eg ikki, hóast at eg ofta nýti Facebook í
arbeiðnum.
Nakrir av mínum vinum í RL (real life)
nokta at koma við á Facebook. Tey um tað –
men eg haldi, at grundgevingin til at ikki fáa
sær ein Facebook-profil er irriterandi: »Eg
havi ikki tíð til sovorðið fjas«.
Óbeinleiðis siga tey so við meg – at eg
eri minni viktig enn tey, sum brúka tíð upp á
Facebook-fjas.
Okey Facebook er ein vaksnamanna-
barnagarður, men tað er eisini ein út merk-
aður háttur at halda gomul vinarløg við
líka, tað ger internetið meira persónligt, og
demokratiskt er tað fantastiskt, eftirsum øll
verða hoyrd, og øll kunnu stovna ein bólk.
Ein vinkona stovnaði ein bólk fyri at
mótmæla plastikkleikuni frá hamburgara-
ketunum, um hennara bólkur, sum nú hevur
yvir 200 limir, ger nakran mun, vita vit ikki,
men hon hevur so íhvørtfall gjørt nakað fyri
sína søk.
Vinmaðurin, sum er stjóri á einari fyri-
tøku sigur at hann boykottar Facebook,
eftirsum hann er irriteraður inná, at starvs-
fólkini eru har í arbeiðstíðini. Fleiri fyritøkur
hava sett forboð fyri hesum, og kanska
er tað ein gongd leið fyri øll tey, sum ikki
starvast við kunning. Er man í miðla- ella
kunngaheiminum, er Facebook eitt perfekt
amboð at náa út við.
Facebook er kanska 75 prosent fjas og 25
állvara – men at tað ger internetið stuttligari
og meira viðkomandi, er ongin ivi um.
INNIHALD
Navnið Zumba útalast sum bygdin
Sumba, men tey bæði hava onki við
hvørt annað at gera.
Zumbavenjing stavar upprunaliga
frá Colombia, og søgan um fyrsta
Zumba tíman minnur ikki sørt um aðrar
framgangssøgur. Aerobicsvenjarin
Alberto »Beto« Perez hevði gloymt
tónleikin til sín tíma, og einasti tón-
leikur, hann hevði við, var salsa og
merengue. Hann nýtti henda tónleikin,
og tann misseydnaði tímin varð skjótt
mest vælumtókti á venjingarstøðini.
Alberto »Beto« Perez menti venj-
ingina, og fekk skjótt tey kendu til
kundar, ein teirra var songkvinnan
Shakira.
Jákup Jacobsen, stjóri í Yndi, sigur, at
eftirspurningurin upp á Zumbavenjing
í Føroyum hevur verið stórur, og tí fara
tey nú undir at bjóða slíka venjing.
– Áhugin er heilt ekstremur. Vit
hava bara sett ein tíma upp higartil,
og hann er fullur. Tað kann væl vera,
at vit verða noydd at hava fleiri tímar,
sigur hann.
Jákup lýsir zumbavenjing sum
aerobics við meira »sprell« í.
– Tað er uppbyggt á sama hátt sum
aerobicsvenjing, í byrjanini verður tað
bara dansifet og síðani byggja vit upp
á grundfetini.
NýggjAstA fyribrigdið innan venjingarheimin
– ZumbA – er nú komið til FøroyA. tað er
dansivenjing til LAtINskAr rútmir
klumman
Inna
Törnroos
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos