fríggjadagur 9. apríl 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 66 · 9. apríl 2010
19
VIKUSKIFTI
Barns ligt
apríl skemt
Svenska blaðið Væsterbottens
Kuriren má nokk sigast eiga
ársins aprílskemt.
Í Svøríki er vanligt, at øll
nýfødd børn saman við for
eldrunum fáa eina mynd í
blaðnum. Munurin á síðuni 1.
apríl var bara, at tað var sami
pápi á fýra av myndunum.
Andreas Utterhall, sum
»páp in« til tey fýra nýføddu
eitur, forklárar tað heila við, at
tað var eitt »vátt ligt kvøld« –
faktiskt hansara polterabend.
Men nakað brúdleyp bleiv tað
so ikki.
Ístaðin gjørdist hann pápi
at fýra børnum 9 mánaðir
seinni.
Pápi hansara ringdi í øðini
til hann, tá hann hevði lisið
blaðið »Hvat fanin hevur
tú gjørt?«, rópti hann í
telefonini.
Onnur skrivaðu inn á
heima síðuna hjá honum
»Nýt hýt næstu ferð«.
Vakt ans
Andreas Utterhall er fót
bólts spælari og sjónleikari
og elskar at fáa fólk at
flenna. Tí helt hann, at tað
hevði verið stuttligt at gjørt
okkurt serligt 1. apríl.
Blaðið setti seg í
samband við hann, og
saman funnu tey fýra
»mammur« og eitt barn,
sum so varð klætt í ymisk
klæði fyri hvørja av
myndinum.
Skemtið hevur vakt
nógv an ans, og nógv bløð
hava endu r givið stuttligu
søg una.
Mín besta uppskrift
er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har
lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift,
saman við mynd av rættinum og navni á
kokkinum.
Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði
bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki
hava verið almannakunngjørdar áður.
Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
UppsKrIft: Durita P.
Uppskriftin, sum verður prentað
í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,-
frá Thomas Dam búnýti
tórshavn
Niels Finsensgøta 18
tel. 36 30 00
saltangará
Heiðavegur 56
tel. 44 76 04
24 stk.
2 egg
2 dl av sukuri
1 dl av raps- ella majsolju
1 1/2 dl av vaniljujogurti
1 1/2 spsk av kardemummu
1 1/2 spsk av vaniljusukuri
2 tsk av bakipulvuri
4 dl av hveitimjøli
Perlusukur
Vaniljukrem:
1 egg
1 spsk av sukuri
3/4 spsk eplamjøli
2 dl av mjólk
1 spsk av vaniljusukuri
Píska egg og sukur. Rør oljuna og jogurtið varisliga í. Blanda
turra tilfarið og síla tað í deiggið. Stoyt í muffinsformarnar
og pynta við perlusukuri. Baka á 225°C í umleið 15 min.
Tip:
Hesar muffurnar kunnu eisini gerast við vaniljukremi
ímillum. Tá stoytir tú fyrst muffinsdeiggið í formin, síðani
vaniljukremið og síðani muffinsdeiggj omaná. Bakast líka
leingi.
Vaniljukremið
Blanda egg, sukur, eplamjøl og mjólk i eina grýtu. Kóka upp
á lágum hita og kóka, til kremið er tjúknað. Tak av plátuni
og lat kølna. Lat síðani vaniljusukurið í.
Karde mummu-
muffur
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos