fríggjadagur 9. apríl 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 66 · 9. apríl 2010
18
VIKUSKIFTI
Grannabørnini eru
altíð hjá okkum
Góða Rigmor
Eg havi illgruna um, at børnini í grannahúsinum hjá
okkum, ikki hava tað so gott, sum tey áttu. Ikki tí,
foreldrini virka bæði blíð og fitt, men børnini, sum eru
seks og átta ára gomul ansa fyri tað mesta sær sjálvum.
Eftirhondini eru tey faktisk eisini meira inni hjá okkum
saman við okkara børnum enn heima hjá sær sjálvum.
Ofta blívur klokkan 11 um kvøldi, uttan at foreldrini
ringja og spyrja eftir teimum. Fyri tað mesta má eg sjálv
siga vit tey, at nú er best, at tey fara heim. Tey eru eisini
altíð svong, tá tey eru her, og tey eta sum oftast nátturða
saman við okkum. Nú leingist eg satt at siga eftir
einari løtu, har tey ikki eru gestir her í húsinum ella við
borðið, men eg veit ikki, hvønn eg skal siga hetta við ella
hvat eg skal siga.
Ein mamma
Góða mamma
Hasi børnini eru alt ov ung at ganga úti hjá fólki og
mala til út ímóti midnátt. Tí hevði rættast verið, at tú
setti teg í samband við myndugleikarnar.
Torir tú ikki tað, mást tú antin senda grannafólkunum
eina rokning fyri pleygu, ella taka sakina í egnar hendur.
Eg skilji als ikki, at tú lovar børnunum at vera so nógv
og leingi heima hjá tykkum. Heldur ikki skilji eg, at tú
bjóðar teimum at eta við hvørt kvøld. Tú ert vaksin,
og skalt seta mørk fyri børnum. Bæði egnum børnum,
gestabørnum og børnum, sum hava brúk fyri hjálp.
Tá tit fara til borðs, skalt tú, ella maður tín, fylgja
gestabørnunum heim til sín sjálvs at eta. Sig við
foreldrini, at nú eru »Óli og Anna« svong, og nú fara
tit at eta heima hjá tykkum. Ger tað nakrar ferðir, til
foreldrini hava fangað boðskapin.
Um børnini koma aftur til tykkara at spæla aftan
á nátturða, skulu tit gera tað sama, tá tykkara børn
fara í song um 8-9 tíðina – tí tá skulu børn í song
gerandisdagar!
Fylg teimum heim og sig við foreldrini, at nú eru
»Óli og Anna« móð, og nú fara tykkara børn í song.
Ger eisini hetta nakrar ferðir, til foreldrini hava fangað
boðskapin.
Góða eydnu
v. rigmor
______________________________________________
Menn, sum pissa
skeivt
Hey Rigmor
Fleiri ferðir havi eg upplivað á arbeiðsplássum, har eg
vaski, at menn pissa á gólvið við síðuna av kummuni.
Kunnu teir ikki gera við tað? Tað er barasta so ólekkurt,
tí deymurin setur seg í fuguna, og eg troysti mær so illa
at turka tað upp.
Heilsan vaskikonan
Góða vaskikonan
Ja, taðvadenn – eg skilji tað heldur ikki. Teir mugu vera
skeivir ella okkurt sovorðið ☺
Onkur hevur sagt, at tað hjálpir at leggja ein borð-
tennisbólt niður í vatnið í kummuni. So royna teir at
raka bóltin, í staðin fyri kantin. Kanska tú kundi roynt
tað.
Eg rokni ikki við, at tað rínur við, um tú hongur eina
súra áminning á veggin. Heldur ikki kanst tú forlanga,
at teir sita og pissa, tað er líkasum at taka eitt sindur av
glansinum frá teimum.
Annars havi eg lisið onkrastaðni, at tað eru nógv
fleiri vandamiklar bakteriur á konufólkavesinum enn
á mannfólkavesinum. Um tað er tí, at bakteriurnar
doyggja av stankinum á mannfólkavesinum sigur søgan
onki um.
Men royn hatta við borðtennisbóltinum – mannfólk
eru jú tíbetur spælibørn alt lívið ☺
v. rigmor
______________________________________________
Hann fekk gron
undir shopping
Góða Rigmor
Eg eri djúpt frusterað. Eg og maðurin eru júst komin
heim av uttanlandsferð. Á ferðini vóru vit eisini í fleiri
stórum sølumiðstøðum, men kortini havi eg næstan onki
keypt. Maðurin hatar at ganga í handlum og keypa – og
eg elski tað. Hetta hevur elvt til frustratiónir og klandur
okkara millum alt vikuskiftið. Og tað situr í mær enn,
nú fleiri dagar seinni. Eg haldi, at maðurin hevði kunna
latið meg gingið í handlum nakrar tímar, so hevði eg
verið glað. Nú eri eg bara kedd. Børnini eru lítil, at
tey tíma heldur ikki at vera við í handlum. Eri eg ein
egoistur, sum vil hava nakrar tímar í frið at gera tað,
sum eg elski?
Heilsan ein kedd kona
Góða kedda kona
Nei, tú ert absolutt ikki nakar egoistur. Tú ert púra
normal. Tí næstan allar konur elska at shoppa eitt
sindur, tá tær eru uttanlands. Og allar konur hata at
hava ein súran mann við upp á sleip. So sjálvandi ert
tú vónbrotin av, at maðurin ikki bara kundi taka hasi
børnini onkra aðrastaðni í nakrar tímar, so tú kundi fáa
frið.
Tú mást taka hann til viks og fortelja honum varliga,
hvussu tað kennist. Ikki døma hann, tí so verður tað
bara verri. Sig, hvønn týdning tað hevur fyri teg, og
spyr hann, hvussu hann heldur, at tit kunnu forða einari
endurtøku eina aðru ferð. Tí hann ynskir heilt sikkurt
heldur ikki at særa teg.
v. rigmor
Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á
lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan
SpyrSt So livSt
Redaktiónin loyvir sær
at velja og vraka millum
innsendu spurningarnar
Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði,
so send spurningin til:
Sosialurin
SpyrSt So livSt
postboks 76
Fo-100 tórshavn
ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo
RigmoR Dam
Nú skal alt skifta navn: Akstovan, Posta, Mest, Mess, Fast,
Last og Brast. Hvat skal hetta til? Og herferðin móti staða-
nøvnum heldur fram. Stockholm verður eyknevndur Stokk-
hólmur. Hvussu skal Bornholm so eita? Trollhättan má so
eita Trøllahettan. Tann koreanska hálvoyggin er blivin til
Koreanesið, og hálvoyggin Krim verður kallað Krimnesið,
hóast hon líkist øllum øðrum enn einum nesi.
Eisini stavingin verður broytt – og ofta til tað ókenniliga.
Vit hava í nøkur hundrað ár havt eitt land í Suðuramerika,
sum eitur Chile. Tað var har, at USA-stuðlaðir fascistar tóku
ræðið í 1973, og í 1647 var ein av heimsins allarringastu
jarðskjálvtum har. Har var ikki steinur eftir á steini í
høvuðsstaðnum Santiago. Føroyingar byggja skip í Chile,
og vit kappast við chilenarar um laksaaling.
Vit kenna væl hetta heita landið í tí spanskttalandi
Amerika. Men nú verður landið knappliga stavað KILI.
Eisini av Sosialinum. Hví? Er tann føroyska stavifløkjan
ikki nóg stór? Hava vit brúk fyri størri óklárheit? Hava vit
brúk fyri einum babyloniskum hurlivasa í staving?
Tað er vælkend psykologi, at vit uppfata orð sum
heildir, ikki sum einstakar bókstavir. Tá ið ein føroyskur
sjómaður hoyrið navnið Aberdeen, so hevur hetta heilt
klárar associatiónir, kanska góð minnir, sum bara verða
órógvað av Apardín, sum onkur kundi funnið upp á at
kallað býin.
Av órannsakiligum orsøkum verða íslendsk staðaøvn
ikki broytt í tí føroyska atlassinum. Hví man tað vera? Vit
eiga at lata onnur fáa sama rætt. Brúka tey nøvn, sum fólk
á staðnum brúka. Tað eru internationalir specialistar samdir
um: Altso: CHILE. (MT)
tað eitur Chile
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð