Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 66 · 9. apríl 2010 17 VIKUSKIFTI greinina við at mæla til, at onkur tosar nøkur álvarsorð við pávan. - Kirkja og sex hava avgjørt samband við hvørt annað. Men tað skal vera ordiligt sex. Ikki sex í barnahædd. Katolikkar í øðini Í aftursvari til kronikkin hjá Lind- hardt siga fleiri katólskir prestar, at søli batið er ein gáva frá Gudi, og at tónin hjá Lindhardt kennist sum runu blaking og er bæði niðrandi og spott andi. Daniel Nørgaard, sum er prestur í katólsku dómkirkjuni í Keyp- mannahavn, Sankt Ansgars Kirke, krevur eina um bering frá Lindhardt. – Hansara argumentatión minn- ir um hana hjá høvundanum Lars Hedegaards, sum sker allar muslim- ar yvir ein kamb og sigur at allir muslim skir pápar neyðtaka døtur sínar. Onki samband við hvørt annað Katólski bispurin í Danmark, Czes law Kozon, heldur tað vera skeivt at Jan Lindhardt krøkir sølibat og pedofili saman. – Hóast sexuella misnýtslan er syrgi lig, so eiga atfinningarnar og kjak ið at vera á einum sakligum støði. Og tað er skeivt at tengja sølibatið saman við pedofili, sig ur katólski bispurin í Kristeligt Dag blad. Hann vil vera við, at um ein mað- ur hevur pedofilar lystir, so er tað nakað, sum hann tekur við sær inn í prestagerningin. Hugurin til børn verður ikki stimbraður av søli ba ta liviháttinum. - Tað eru eisini gift fólk, sum eru pedofil, og tey hava ikki skyldu til at liva í sølibat, sigur Czeslaw Kozon, sum vil vera við, at sexuella mis nýtsl- an í kirkjunum er framd av einum ela- lítlum minniluta av prest unum. Avtakið hjúnalagið Í einari viðmerking í sama blaðið, sigur katólski presturin, Benny Blumen saat, at sølibat hevur verið ákært fyri at vera orsøkin til nógvar skeiv ar gerðir. Men kortini eigur tað ikki at verða tikið av, heldur hann. - Hvat so við pedofilum til burð- um, sum fara fram innan hjúna lagið? Skulu vit so eisini avtaka hjúna- lagið? Men tað er man jú eisini væl áleiðis við í fólkakirkjuni, sigur hann speirekandi. Sexuelt miSbrúk av børnum í katólSku kirkjuni • Fleiri katólskar kirkjur í Europa hava verið raktar av umfatandi pedofilimálum. • Misnýtslan er farin fram yvir fleiri ártíggju og hevur verið duld sum mansmorð. • Seinastu árini eru alt fleiri mál komin fram í ljósmálan. • Nú eru eisini hundraðtals offur komin undan kavi í Hollandi, Týsklandi, Danmark og Eysturríki. • Bara í Írlandi hava 14.500 børn verið í klørnum á katólsku prestunum. • Seinasta vikuskiftið bað Benedikt XVI, pávi, írsku ofrini um umbering fyri illgerðirnar. • Í Týsklandi eru pedofilmál komin undan kavi í 19 av 27 sóknum. Eitt nú hava tveir prestar misbrúkt børn í einum jesuittaskúla í 1970’unum og 1980’unum. • Fleiri gølur hava verið í Eysturríki. Millum annað eitt mál um ein prest, sum í fleiri ár hevur misbrúkt børn í einum klostri í Salzburg. Eisini er komið undan kavi, at fleiri tilburðir hava verið í víðagitna dreingjakórinum í Wien. • Í Hollandi er kanning sett í verk eftir at 200 persónar hava ákært prestar í katólsku kirkjuni fyri misbrúk í 1960'unum og 1970'unum. • Gølan hevur eisini gjørt um seg í katólsku kirkjuni í USA. Amerikanska kirkjan hevur rindað tvær milliardir dollarar í endurgjaldi til offur fyri sexuellum misbrúki síðan 1992. • Australia, Póland, Spania, Frakland, Canada, Mexico og Senegal hava eisini verið rakt av umfatandi pedofilgølum innan kirkjunnar gátt. ritzau/AFP Til umleið ár 1000 vóru næstan all ir prestar, sum ikki vóru munkar, gift ir. Líka til tá hevði sølibat bert verið galdandi fyri munkar og nunnur, sum høvdu Jesus og Pau lus sum fyrimyndir, eins og at krist nu, puritansku einbúgvarnir í oyðu mørk­ ini eisini vóru fyrimyndir. Tað var pávi Gregor VII (uml. 1020­85), sum setti sølibatið í verk við kirkjuligari fyriskipan. Orsøkin til sølibatfyriskipanina var, at pávin hevði mist tamarhaldið á giftu prestunum. Tá á døgum snúði hjúnabandið seg ikki um unga parið, men um familju na. Gifti presturin seg inn í eina máttmikla familju, mátti hann røk­ ja familjuna fram um kirkjuna og páv an. Sølibatið tænti eisini einum fíggj ar ligum endamálið. Var prestur gift ur, tá hann doyði, fekk familjan arvin og ikki kirkjan. Sostatt tænti sølibatið bæði ein um disiplinerum og fíggjarligum enda máli. Kelda: Bent Oftestad, katolikkur og professari í kirkjusøgu á teologiska meinigheitsfakultetinum í Oslo í Kristeligt Dagblad. sølibat merkir kynsligt fráhald fakta Tá talið av misnýttum dønum var komið upp á 17, lovaði Czeslaw Kozon, katólskur bispur í Danmark, at kirkjan skuldi seta eina kanning um kynsliga misnýtslu í donsku kirkjuni í verk. Men eftir, at bæði miðlar og politikarar funnust harðliga at hesum, hevur bispurin nú játtað at lata løgregluni málini til kanningar. Czeslaw Kozon, sum her er avmyndaður í kirkjuligum høpi, hevur onki tilknýtið við pedofilimálini. Mynd: Polfoto Søgan um sølibat