Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 66 · 9. apríl 2010 16 VIKUSKIFTI Bakgrund Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Eftir at fyrrverandi danski bispurin, Jan Lindhardt, í einum kronikki í Kriste ligt Dagblad róði fram undir, at sølibatið avskeplar vanligt vit og skil – eisini í mun til, hvat ein kann loyva sær við børnum, hevur eitt øgi ligt kjak tikið seg upp um hetta í donskum miðlum. Kronikkin hevur fingið ilt í katólsku kirkjuna, sum vil vera við, at sølibat og pedofili hevur ikki sam band við hvørt annað. Eisini krevja prestar í katólsku kirkjuni eina treytaleysa umbering frá Jan Lind hardt, sum vil vera við, at ”vón leysa kravið um sølibat spillir vit og skil”, sum hann málbar seg í Kriste ligt Dagblad í vikuni. Má endurnýggja seg Tað er ikki einans fyrrverandi bisp­ urin, sum hevur hesa áskoðan. Teolog urin Peter Lodberg frá Aar­ hus Universitet mælir eisini staði liga katólsku kirkjuni til at endur skoða sølibatið og duldu sexual mentanina, sum hevur rátt í manna minni. ­ Katólska kirkjan í Danmark og úti í heimi hevur ment eina mentan, har sexualiteturin verður hildin niðri, og har til ber at krógva sínar sexuellu vanar og lystir. Kirkjan noyð ist tí at umhugsa, um sølibatið kanska birtir upp undir eina ósunna sexuell a mentan, sum er dragandi fyri pedofilar, sigur Peter Lodberg við DR. Vanligari millum katólskar prestar Lindhardt grundgevur við, at pedo­ fili er so nógvar ferðir vanligari mill um katólskar prestar enn aðr ar, og at orsøkin er, at teir liva í søli­ bati. Hetta, saman við herdu tagn­ ars kylduni hjá prestum, gevur eina óhugnaliga samanrenning, tí teir sleppa at hóreiggja sær, sum teimum lystir, uttan at verða av dúkaðir. ­ Tað vísir seg, at pedofili er nógv meira umfatandi millum katólskar prest ar enn millum aðrar kristiligar prest ar. Og nýggjar avdúkingar koma alsamt tættari at heilaga páva num himself. Hetta ber als ikki til, skrivar Lindhardt. Sølibat er orsøkin Lindhardt heldur ikki, at loysn in hevði verið, at avtikið tagnar skyldu­ na hjá øllum prestum. Tað hevði, eftir hansara sannføring, verið órættvíst mótvegis teimum prestu m, sum virka í samkomum, har pedofili og harðskapur móti børn um ikki er so umfatandi, sum tað eftir øllum at døma er innan summ ar katólskar samkomur. ­ Nei, trupulleikin er sølibatið. At prestar skulu liva uttan sex. Luther, sum var avhaldandi í 10 ár í klostrinum, var í øðini um alt tað góða, sum hann hevði forsømt, tá hann sjálvur kom úr klostrinum, sig ur Lindhardt í kronikkinum. Og hann vísir til Luther, sum giftist einari fyrrverandi nunnu, og sum rest ina av lívinum tvíhelt um, at mað ur og kvinna eru skapt fyri hvørt annað. ­ Tí hava vit prestagarðar við man­ ni, konu og fleiri børnum. Tó ikki so nógvum børnum sum fyrr. Og tað hevur givið prestunum stóra fragd, umframt at hækka út búgv ing ar støði og intellektuella støðið í landinum. Børnini fingu jú eina góða byrjan í einum heimi við nógv um bókum, sigur Lindhardt í kronikk inum í Kristeligt Dagblad. Hann endar Elvir sølibat til pEdofili? Nú gølaN um KaTólSKIr pRestaR og sexuelt mISbrúK av børNum eISINI rullar í DaNmarK og NoregI, er STórI SpurNINgurIN, um sølibat, ella kynsligt FráhalD, elvIr TIl peDofili í Sjálvum Sær