fríggjadagur 9. apríl 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 66 · 9. apríl 2010
15
VIKUSKIFTI
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
- Nei, mær ger tað tað sama,
at eg eri kroyst ímóti vegginum
- eg smílist alíkavæl!
Visti ikki at Multipel sclerosa
gjørdi armin eyka langan ...
Heilt erligt, Føtex, tað var
helst ikki meiningin, at
klemmurnar skuldu síggjast ...
Demi, Demi! Og vit sum hildu,
at tú bara hevði opererað
kroppin - og ikki lænt hann!
Tit menn, farið
heim og rakið
tykkum við
Gillette - hygg
eftir hálsinum og
hondini á hesum
manninum - eitt
satt undur!
»Dar var lissom nogen dar
døde!« segði unga gentan i
smyrji breyðsstovuni í Keyp
manna havn og setti breyðflísar
við rokaðum viðskera og øl og
snaps (en fornuftig, sum teir
stóru snapsarnir eita á slíkum
støðum) á grannaborðið hjá okk
ara borði.
Langi fríggjadagur var, og
norska konan við middags kenn
ing spurdi, hví øll flaggaðu í
hálvari stong.
Sum sagt, tað var líkasum
onkur, sum doyði. Jú, men skál
fyri tí.
Jú, har var ein sum doyði,
avrættaður á ein sera ófantaligan,
men súmbolskan hátt kortini.
Nakrar dagar seinni var líkið
horvið. Hetta var fyri 1977 árum
síðani. Kirkjan var skjót at til
tuska sær eisini hesa hending.
Kirkjan er harðrend og vil
sleppa at hátíðarhalda ein deyða
dóm og eina avrætting og eitt
lík hvørving, ikki líkrán.
Nei, siga tey lærdu, líkið
hvarv ikki. Tað livnaði við aftur
og fór aftur í umferð. Hann er
risin, sum tey siga páskamorgun.
Hetta er ikki eiti á søga, har
sum maður, sum eru so væl og
virðiliga avrættað, rakna við
aftur og í staðin fyri at hevna
seg so ruddiliga setur sær fyri
at frelsa alla mannaættina. Eitt
ævintýr, sum endar lukkuliga, og
tað eiga ævintýr at gera. Hetta
ævintýrið er tó uttan prinsessuna
og hálva kongsríkið.
Í Føroyum seta vit sjálv andi
ikki spurnartekin við páska
ævin týrið. Eingin spyr um tann
æviga sannleikan. Her kjakast
vit heldur um, hvat kyn hátíðin
er, tær páskirnar ella tey páskini,
á sama hátt sum afturvendandi
spurningurin er, um jólini eru í
eintali ella fleirtali.
Tey flestu siga og skriva tað
skeiva, tí hvar skulu tey læra tað
rætta? Í skúlanum, ókey.
Har fóru so páskirnar fyri í ár.
Eins og jólini eru páskirnar
eisini ein stór hátíð hjá øðrum
enn teimum, sum fagna, at hann
er risini. Handilsfólk hava eisini
jóladagar á páskum. Páskirnar
eru eitt gott brand, selja væl.
Páskaegg úr vánaligari sjokulátu,
páskabryggj, páskaferðir, páska
liljur, páskahetta og páskahatta.
Men lívið er ov stutt til allar
hasar halgidagarnar, tá fólk
hvørki tora at arbeiða ella synda
av ótta fyri at verða grillað í
helviti, tá tann dagurin kemur.
Halgidagslógin er ikki 1977 ára
gomul, men tað er líka við.
Í staðin fyri allar hasar keð
iligu halgidagarnar, tá alt er
stongt og forboðið og forbiðið,
áttu vit at fingið tríggjar vikur
summarfrí at brúka, tá vit
hava brúk fyri tí og ikki eftir
harra boðum frá kirkjuni. So
samfelagið ikki fer í koma í eina
viku á páskum og tvær á jólum
Hevði so pávin, tá hann
páskadag talaði niður til fólkið,
biðið um umbering fyri allar
sínar barnalokkarar og lýst teir
í bann, var okkurt at minnast
afturá. Men tað gjørdi hann
sjálv andi ikki. Kirkjan biður ikki
um um bering. Hon er hevjað yvir
tað.
Fyrr hildu tey jól fyri at fagna
ljósinum, sum kom aftur – á
pásk um. Og tey hildu páskir fyri
at fagna várinum, sum kom aftur
– ein ársfjórðing seinni.
Nei, koyrið allar hasar for
bannaðu halgidagarnar til helv
itis, har sum teir hoyra heima.
Gevið okkum reyðan 1.mai í
staðin fyri leygardagin reyða.
UmaftUrafturum
HøGNi DjurHuus
Aftanfyri menninar?
Hondbóltskvinnurnar
aftur nummar tvey
Dimma
Tað er væl meiningin
Orkusparandi ljósskipan
kann spara enn meira
Vágaportalurin
Og vit spæla Lotto alíkavæl
90 milliónir spiltu mær lívið
Planet.fo
Kom lat okkum yvirdríva!
Blitskríggj á Old Trafford
Dimma
Manglandi tónleikakjak
Eingin politisk viðgerð
verið av løgunum
Norðlýsið
Skal Rúsan so hava
opið leygardagar?
Føroyingar fara burtur frá sprutti
Sosialurin
Gloymið ikki rúmdarferjuna
Russar taka amerikanar
undir arm út í rúmdina
Dimma
Ikki spælarar?
KÍ tørvar venjarar
Norðlýsið
Hvussu hongur tað saman?
Fyrsti kærleikin – fyri aðru ferð
Sosialurin
Ferðamátingar, takk!
Hjólini mala skjótari í Klaksvík
Dimma
ranga
í
strúpan
rotið páskaegg
Photoshop-kiksarar
Heimasíðan photoshopdisasters.blogspot.com
savnar miseydnaðar Photoshop-myndir.
Her eru nakrar av teimum stuttligu.