Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 66 · 9. apríl 2010 14 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá hon hevði fingið FHS-prógv á Kambsdali í 1990, var hon longu skúlatroytt og hevði ikki hug at lesa víðari. Hon fór at arbeiða í fiski hjá Handils-og Frystivirkinum í Fuglafirði. Her væntaði hon, at sín arbeiðsdagur fór at vera tey næstu árini. Men tó, at henni dámdi ógvuliga væl at arbeiða í fiski, skuldi hetta kortini ikki gerast hennara lívsleið. Í staðin fyri arbeiða í fiski, endaði hon í papppíri og við eini hollari skrivstovuútbúgving. – Ein, sum arbeiddi á skrivstovuni á Handils- og Frystivirkinum, gavst, og eg spurdi, um eg kundi sleppa í læru. Tað slapp eg, og tvey ár seinni hevði eg fingið mína skrivstovútbúgving. Kvinnan, vit umrøða, er 39 ára gamla Jónfríð Jacobsen úr Fuglafirði, sum síðan 2003 – við undantaki av einum ári – hevur starvast á skrivstovuni hjá JT Electric á Kambsdali. Árini 2007-2008 starvaðist hon á skrivstovuni hjá Maru Seafood í Klaksvík, har Jóhan Páll Joensen er stjóri. – Teir vildu hava meg aftur hjá JT Electric. Her trívist eg sera væl og havi ongar ætlanir um annað arbeiði, sigur hon. Jónfríð er fødd Øregaard, men gift Jacobsen. Maðurin er Dia Jacobsen. Tey búgva í Fuglafirði og eiga 11 ára gamlar tríburar, tríggjar dreingir. – Vit eiga hesar deiligu dreingirnar og kunnu líka sum siga, at kvotan varð uppbrúkt í einum, sigur hon brosandi. Flestu menn Á fyritøkuni JT Electric arbeiða 15-17 fólk, flestu eru menn. Stjóri er Ólavur Thomsen. – Ein kvinna er aftrat mær í fyri- tøkuni. Tað er ein ung genta úr Mikla- dali, sum lærir til elektrikara. Jónfríð tekur sær av øllum vanligum skrivstovuhaldi. Hon bókar, tekur sær av posti, skrivar rokningar og rykkir eftir pengum. – Eg taki eisini telefonina, men í dag er eingin telefonstormur longur. Øll hava fartelefon, og ofta verður ringt beinleiðis til tann, tey skulu hava fatur á. Henni dámar sera væl hjá JT Elec- tric og hevur alt gott at bera sínum starvsfeløgum. – Vit hava eina góða leiðslu og fitt, dugnalig og sosial starvsfólk. Onkuntíð eru vit úti og bowla og eta, og vit hava eisini grillað saman, tá tann dillan er komin yvir okkum onkran góðveðursdag. Í fleiri ár hava vit kókað havhestaungar, tá tann tíðin er, og saman hava vit eisini etið turra grind og turran fisk lítlajólaaftan. Jónfríð sigur, at eitt, sum henni eisini dámar sera væl við arbeiðnum hjá JT Electric, er, at hon mest at kalla er sín egni harri. – Eg passi meg sjálva, og er okkurt, eg noyðist út at gera í arbeiðstíðini, er tað vanliga eingin trupulleiki. Spurd, um hon hevur áhuga fyri tí tøkni, sum fyritøkan á Kambsdali fram- leiðir og mennir, sigur hon: – Eg helt meg hava rímiligan áhuga fyri tøkni tey fyrstu árini, eg var her, men nú gongur alt við so øgiligari ferð, at eg ongan møguleika havi at fylgja við, sigur hon. Kvøldskúli Kvinnan, sum situr á skrivstovuni hjá fyritøkuni á Kambsdali, hevur seinastu trý árini gingið til kvøldskúlaundirvísing á Kambsdali, har hon hevur tikið fýra lærugreinar á tí, sum verður rópt AÚ – ella akademiútbúgving. – Vit hava havt fýra skúlatímar um vikuna, sum við heimaarbeiði verða roknaðir sum 12 tímar. Lærugreinirnar, sum Jónfríð hevur tikið á kvøldskúlanum á AÚ-stigi, eru búskaparstýring, virkisbúskapur, altjóða búskapur og logstikkur. – Mær dámdi væl at lesa, men tær báðar stóru uppgávurnar, vit gjørdu og serliga hin seinasta, vóru strævnar. Tú heldur teg altíð hava góðar stundir og kemur soleiðis oftast ov seint í gongd, leggur hon aftrat. Tað var tríburamamman sjálv, sum tók initiativið til at fara aftur í skúla. – Eg helt, hetta ljóðaði spennandi. Skúlin er beint við, men tá eg bara hevði eitt gamalt FHS-prógv, væntaði eg ikki at sleppa inn. Men eg slapp, og nú havi eg so hesar fýra lærugreinirnar í skjáttuni aftrat. Tað eri eg fegin um, sigur Jónfríð Jacobsen, sum vit hittu á skrivstovuni hjá JT Electric seinnapartin í gjár. Jónfríð Jacobsen er tríburamamma og álitið á skrivstovuni hjá JT elecTric á kambsdali. – eg helt meg hava rímiligan áhuga fyri tøkni, men nú gongur alt við so øgiligari ferð, at eg ongan møguleika havi at fylgja við, sigur hon Úr fiski í pappír mynd: Jens kristian vang til arbeIðIs Navn: Jónfríð Jacobsen starv: Skrivstovukvinna besta við starvinum: At vera »egin harri« ringasta við starvinum: Stórtrívist bara… starvstíð: Síðan 2003 (undantikið eitt ár) starvsfólk: 15 –17 staður: Kambsdalur stjóri: Ólavur Thomsen fakta jónfríð – Vit hava eina góða leiðslu og fitt, dugnalig og sosial starvsfólk, sigur Jónfríð Jacobsen, sum trívist væl hjá JT Electric