Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 66 · 9. apríl 2010 13 VIKUSKIFTI Brot úr blogg in um Dumpster Diving 28.03.2010 Vit stóðu og eygleiddu Netto (…) meðan arbeiðsfólkið fylti rusk bingjuna við breyði og soppum, so tey at enda ikki fingu hana aftur. Matur, tey júst høvdu tikið av hyllunum, matur, sum kundi verðið seldur í ein tíma afturat, áðrenn seinasti søludagur var farin. Vit stóðu eina løtu afturat og eygleiddu fólk, ið gingu fram við og sum steðgaðu á at hyggja at øllum breyðinum, sum var um at spreingja byngjuna; breyð, sum bað um at verða bjargað. Men eingin tók nakað. Uttan vit sjálvandi. Allarhelst fóru likkurnar avstað við restini… 01.04.2010 Eftir óteljandi royndir at sleppa í ruskbyngjuna á super markn­ að in um, ið er tættast við hjá okk um, settu tey nú brádliga byngjuna út á vegin, 150 metrar frá okkara úthurð. Hetta er helst bara fyri bils, men vit fara at nýta møgu leikan, meðan vit hava hann. Vit fingu í dag: 1 kg av eplum, 1 kg av gularótum, 2 agurkir, 2 bunti av várleyki, eina eskju av tomatum og eitt ananas. Tað er nakað síðani, at vit hava fingið so gott grønmeti! 05.04.2010 Vit skulu hava gestir í kvøld, og vit fara at gera eina steik. Afturvið verða eplini frá hós­ kvøld inum, umframt grønmeti, sum vit funnu í dag. Vit funnu í dag: 2 kg av pasti­ nakkum, 1 kg av reyðrótum, 7 bananir, nøkur bunti av várleyki, eina rúgvu av páskaliljum. Tað verður ein frálík veitsla, og vit ætla av vísa gestunum, hvussu og hvar vit ruskróta, tí tey eru øgiliga spent at sleppa at síggja. 06.04.2010 Eftir ein væleydnaðan døgverða hirdu vit gestirnar yvir til okkara nýggju yndisbingju, har vit tóku: 4 auberginur, 1 kg av eplum, 1 tubu av hunangi, nógv súrepli, 2 litrar av organiskari mjólk. Og tað besta er, at har er so ljóst, at okkum nýtist ikki nakra lykt. Um byngjan ikki stóð á mest traffikeraða vegnum í býnum, hevði tað verið perfekt, men tað er altíð deiligt, tá forbíkoyrandi bilar floyta eftir tær, ikki sannheit? Kelda: http://www.emoware.org/ dumpster­diving/ – Summi vilja vera við, at tað er synd at eta matin frá teimum heimleysu, ið ikki hava annan møguleika enn at róta í ruski. Men hesum vísa ruskrótararnir staðiliga aftur. – Um tú bert fert út eitt einasta kvøld, sært tú, HVUSSU stór ovurframleiðslan er. Tað er ríkiligt til øll, bæði tey heimleysu og tey, ið hava eitt heim at eta fongin í. Og tey heimleysu hava júst somu møguleikar at fara til góðu miðini. Harumframt er ein av ruskrótarara-reglunum, at tú ongantíð tekur meiri enn tær tørvar. Tí annars verður tað tú, ið mást blaka matin burtur, heldur enn at onkur annar fær mettuna av honum. – Fleiri handilseigarar hava eisini ført fram, at talan er um stuldur. Teir vilja vera við, at tað, sum er inni á handilsøkinum, er teirra ogn. Tað eru tí fleiri, ið hava læst ruskið inni, so rótararnir ikki sleppa til rusk bingjurnar. Men ruskrótararnir halda, at um tað er farið í eina ruskbyngju, so er tað vrakað. Tá er tað farið frá at vera vøra til at vera rusk, og tá mátti tað gjørt handilseigarunum tað sama, um tað verður etið ella brent. Á heimasíðuni www. gratismad.dk siga ruskrótararnir, at handilseigarar skulu vita, at um teir halda á at keypa meiri inn, enn teir klára at selja, so fara fólk at halda á at taka tað ókeypis úr ruskinum. – Tað hevur eisini verið sætt sum dupultmoralskt, at ruskrótararnir kritisera ta yvir flóðina og tað brúk ara­ samfelagið, sum teir í grund ini liva av. Men hesum venda rusk- rót ararnir við og siga, at um so stór yvirflóð ikki var, so høvdu teir ikki rótað í ruski, tí so var eingin orsøk til tað. Teir vilja koma forbrúksmentanini til lívs. Atfinningar ímóti ruskrótarum Hóast tey Hava eina æruverda Hugsjón, so eru ruskrótararnir fyri nógvum atfinningum. RÆTTUR skinum 1. Verð ansin og varligur. 2. Eingin skal síggja, at tú hevur verið har. Rudda tí upp eftir tær, um tú óruddar. 3. Ikki taka meiri enn tær tørvar. Keldur: www.allthingsfrugal.com www.emoware.org www.gratismad.dk TÆR TRíGGjAR GylTU RUSkRóTARARA-ReGlURNAR