Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 66 · 9. apríl 2010 12 VIKUSKIFTI Nýggj rørsla Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Tá kvøldið sýgur yvir stórbýirnar, handlarnir steingja og fólk flest leita sær at húsum, floymir ein rúgva av ungfólki út á gøturnar. Tey ganga í skýmaskotum og kenna býin út og inn. Tey eru útgjørd við bæði posum og lyktum, og tey fara málrættað út at finna sær dagsins føði við at róta í ruski. Ruskrótararnir keypa so lítið sum gjørligt í handlunum, tí tey vilja ikki lata sínar pengar eggja til ovur framleiðsluna. Tey liva tí fyri tað mesta bert av yvirflóðini, sum er í vest ur­ heiminum, og gera sær dælt av brúks mentanini. Góð ting verða burturbeind Hugsanin handan fyribrigdið »rusk róting« er, at vit liva í yvirflóð, og vit oyðsla við dýrabarum matvørum. Tað eru smekkfullu ruskbyngjurnar, sum standa uttanfyri handlarnar eitt greitt tekin um. Vit skulu ikki serliga langt aftur í tíðina fyri at síggja eina mentan, har alt varð nýtt og endurnýtt. Men seinastu áratíggjuni er ein broyt ing farin fram. Vit eru farin at oyðsla, og vit blaka útmerkaðan mat, sum bert er farin um seinasta sølu dag, út uttan víðari. Eisini góð og nýtilig ting verða tveitt burtur, so vit ístaðin kunnu keypa okkum okkurt nýggjari og smartari. Leingi hava hesar vørurnar bert verðið burturbeindar. Men tað verður ikki longur góðtikið. Ruskrótarar leita bæði eftir mati og tingum í ruskbyngjum – serliga hjá handlum. Tey eru í høvuðsheitum ung og vælfungerandi fólk, ið hava arbeiði ella lesa. Tey líða ikki neyð og hava ráð at keypa sær mat. Men tey hava eina hugsan um okkara blaka­burtur­mentan, og tey ikki vilja vera ein partur av henni. Flestu fólk í vesturheiminum arbeiða meginpartin av tíðini, fyri at hava ráð at liva. Men við at keypa og tveita burtur, arbeiða vit nógvar tímar til onga nyttu. Prísirnir í handlunum eru harumframt settir soleiðis, at tá vit keypa eina matvøru, rinda vit eisini fyri stóru rúgvuna, sum ikki verður seld, men sum endar í ruskinum. Ruskrótararnir gera sær dælt av tí, sum verður blakað burtur, og tí nýtist teimum ikki arbeiða eins nógv og onnur. Tey kunnu tí nýta tíðina øðrvísi og eru fríari í so máta. Tey halda sjálvi, at tey fáa fleiri flugur við eitt smekk: ókeypis, spennandi og fjølbroyttan mat, sum tey kanska aldrin høvdu roynt, um tey skuldu valt av hyllunum, nógva fríska luft, minni peninganýtlsu og harvið lættari við at fáa endarnar at røkka saman, og so síggja tey eina síðu av býnum, sum tey flestu annars ikki síggja. Góð mið løgd á netið Fjøldin av ruskrótarum veksur skjótt. Boðskapurin hevur ferðast munn av munni, og í seinastuni hava tað verið fleiri innsløg í miðlunum um nýggju mentanina. Á netinum eru eisini ein rúgva av ruskrótarasíðum á flest øllum málum, har ruskrótarar greiða frá sínum sjónarmiðum og orsøkum. Tað eru eisini hópatals bloggar um evnið. Harumframt eru nógvar heimasíður, ið gjølla greiða frá, hvar og hvussu tú finnur tey góðu rusk­miðini í ymsu stórbýunum, so tað er lætt at koma í gongd. Út í æsir verður víst hvar byngjurnar standa, hvat tú kanst vænta at finna, og nær tað er best at fara til ymsu miðini. Hugsanin er, at matur, sum var nóg góður at selja um dagin, man vera nóg góður at taka um kvøldið. Og hví skulu vit brenna mat, tá so stórur partur av heimunum hungrar? Er tað ikki frægari, at hann verður etin? Skitið og ólekkurt Tankin um at finna sær dagsins rætt í eini ruskbyngju, man tó vera lítið tiltalandi fyri nógv. Fyri tað fyrsta er maturin, sum verður tveittur út, jú ov gamal. Men til hetta siga ruskrótararnir, at maturin ikki er ov gamal at eta, hóast hann er farin um seinasta søludag. Maturin heldur sær saktans fleiri dagar eftir, at handlarnir mugu taka hann av hillini. Fyri tað næsta er tað ein frástoytandi tanki at skula leggja seg niður í ruskið og leita eftir føði. Tað er jú gravskitið í ruskbyngjunum, og tað kann hugsast at vera heilsuskaðiligt. Til hetta siga ruskrótararnir, at teir ikki fara upp í sjálvar byngjurnar at leita. Tey flestu hava stavar við einum grabba í endanum; eins og komm unu­ menn nýta at savna rusk upp av gøtuni við. Og vøran, sum er farin um seinasta søludag, verður ofta løgd í byngjuna, tá handilin steingir, so hon liggur ovast, tá ruskrótararnir koma. Harumframt er øll vøra í dag pakkað so væl inn, so hon ikki kann gerast skitin. Fyri tað triðja hava flestu fólk eitt minstamark av virðing fyri sær sjálv um, og tann sjálvsvirðingin røkkur ikki til at róta í ruski eftir mati eins og rotturnar. Men eisini her eru rótararnir púra greiðir. Tað snýr seg um hugburð og um hvørt man góðtekur ovurnýtsluna ella ikki. Ruskróting eigur ikki at verða sæð sum eitt skitið fyribrigdi, har tú niðrar teg sjálvan. Tvørturímóti eru tað hetjur, sum róta í ruskinum og brúka av tí ørandi yvirflóðini, sum er. Í løtuni er ein undirgrundSrørSla Í stórum vøkstri Í vesturheiminum. talan er fyri tað mesta um ungfólk, ið eru hart Ímóti oyðSlinum og ovurframlEiðSluni Í rÍka partinum av heiminum. Í usa kalla tey fyribrigdið »dumpster diving«, Í onglandi eitur tað »skipping« og Í danmark kalla tey seg »skraldere«. ruskrótarar leita eftir vøru, sum handlarnir tveita burtur DAGSINS R bein leiðis úr rus