fríggjadagur 9. apríl 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 66 · 9. apríl 2010
11
VIKUSKIFTI
Emilia von HauEn
out
r in
politiskir brúkarar og aðrastaðni, har
fólk, við nógvum resursum, eru íðin at
luttaka í hesum døgum.
Eitt, sum er høgt í metum í sjálvs
fatanini hjá modernaða sam fe lags
borgaranum er at kunna geva eitt
sjálv støðugt og orginalt íkast til sakina.
Tað hevur jú altíð verið fínari at skapa
nakað, enn at brúka tað sum longu er
skapt.
Men í øllum hesum er og verður
stóra avbjóðingin hjá tí einstaka at vera
tilvitað um, hvørjar verkætlanir ella
menningarætlanir viðkomandi luttekur
í. Tí har má hann ella hon eisini taka
ábyrgd og svara stórum spurningum
sum: Hvar skal menniskjaheitin fara?
Hvørji virði skulu vit umboða? Hvørjar
uppgávur vilja vit loysa? Stutt og greitt
mugu vit taka ábyrgd fyri okkara egnu
menning, og ikki minst, menningini her
á jørð.
Eitt umfatandi megarák
Sosiologurin Emilie von Hauen er
sannførd um, at hetta er eitt rák, sum
fer at raka hvønn einasta av okkum. Tí
tað er eitt sonevnt megarák. Eitt rák,
sum er so umfatandi, at tað rakar alt
og øll í eini 20 ár fram í tíðina.
– Men, ert tú tilvitað um tað, kanst
tú vera við til at velja kvalifiserað. Og
at skapa kvalifiserað. Vera til reiðar at
taka ímóti røðini av tilboðum, vørum,
liviháttum og meiningum, sum altíð
koma í kjalarvørrinum á nýggjum
tendensum. Tú kanst sostatt sjálv vera
við til at ávirka rákið og á tann hátt fáa
sum mest burturúr. Fyri teg sjalva og
øll onnur eisini, staðfestir hon.
Hvønn livihátt umboðar tú?
Ert tú egofestari, guruistur,
vaksnacool ella co-creator?
Testa tín lívsform á
www.emiliavanhauen.dk