Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 66 · 9. apríl 2010 10 VIKUSKIFTI Rák Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Seinastu 30 árini hava vit leitað sum svøk eftir okkum sjálvum. Og vit hava funnið eina rúgvu. Men nú tíma vit ikki at leita inneftir longur, men vilja brúka krútið til onnur eisini. Kanska fyri at finna eitt annað slag av intensiteti, ella essensi, í eksistensinum. So nú venda fólk brádliga kikaranum burtur frá nalvanum og út gjøgnum vindeygað. Tí kanska var meiningin við lívinum í veruleikanum, at eg skal gera ein mun her á jørð, nú meðan eg allíkavæl eri her? Danski sosiologurin og fram tíðar­ greinarin, Emilia von Hauen, greiðir í greinum, í fyrilestrum og í bókum frá um rákið, sum er uppi í tíðini júst nú. Í granskingini tekur hon støði í ten­ densum í vesturheiminum og í norð­ ur londum. Og hóast vit í Føroym ikki kenna okkum aftur í øllum, sum hon nemur við, er ongin ivi um, at vit eisini eru umfatað av tíðarrákinum rundanum okkum. Herfyri skipaði Samtak fyri stórum temadegi í Norðurlandahúsinum undir heitinum »Føroyar og vælferðin«. Her var Emilia von Hauen millum út ­ lendsku gestarøðararnar. Hon hevur eitt nú skrivað bókina »Farvel ego­ fest – og goddag til formål og fælles­ skaber«, har hon lýsir tíðarandan í vesturheiminum. Eg eri meiningsloysi Tíðarrák eru ikki altíð so løtt at eyg­ leiða, tí vit eru sjálvi mitt í »tíðini«. Men fert tú ein túr í bókahandilin, so er eyðsýnt, hvat er uppi í tíðini. Eisini her á landi. Umframt heilsu­ og kropsdyrkan og foreldraskapur, standa bøkur um sjálvsmenning, coaching, stresshandfaring og leiðsluskap langt frammi á hillunum. Tað er júst hetta rákið, sum Emilia von Hauen nú hevur deyðadømt. – Øll hendan sjálvsdyrkanin og leitanin eftir tí persónliga potentialinum hevur havt við sær, at fólk nú standa eftir við einari avgrundsdjúpari kenslu av meiningsloysi. Tí hvør er meiningin fyri tann einstaka? Tað er ikki longur samfelagið, títt fak ella tín familia, sum væntar eitthvørt serligt av tær, sum so kann verða meiningin við tí heila. Nei, vit skulu sjálvi skapa okkum meiningina, sigur Emilia von Hauen. Hetta hava vit vitað í mong ár – men hava vit so leitað eftir meiningini á røttum stað? Var hon at finna í nalvanum, á sjálvsmenningarskeiðinum, í terapirúminum, á pílagrímsferðini ella í coachingsessiónini?? Sum ein hópur av identitetsnomadum hevur modernaða menniskjað í fleiri ár leitað eftir persónligum avbjóðingum. So nógv, at fólk nú hava fingið bæði identitetsvaml og ­forstoppilsi, tí nú skríggja tey eftir innihaldi – essensi, meining, fordjúpilsi og máli – ikki bara fyri seg sjálvi, men eisini fyri onnur. Hetta hevur ongin skeiðshaldari, guro, rennitúrur ella sjálvhjálparbólkur megnað at fylla út. Tí tað er als ikki er so lætt at finna útav, hvør EG eri. Lívið sum døgnfluga Men, sum altíð við ráki, eisini tíðarráki, kemur brádliga vend í. Nú venda fólk sær í hópatali til tað einfalda og sjálvsagda lívið, har málið er greitt og vældefinerað. Eitt lív, sum gevur meining, tí tað gevur meining fyri onnur eisini. Sum hjá einari døgnflugu, sum enn ikki hevur ein munn at eta við, tí meiningin við hennara lívið er at nøra seg og at seta nýggjar døgnflugur við. Alt innan fyri eitt og sama samdøgur. Vit vilja hava eina døgnflugutilveru, har alt er so sára einfalt og ítøkilig, men eisini meiningsfult og hugaligt hjá øðrum. Sambært Emilia von Hauen er longsulin eftir at seta okkum sjálvi inn í eitt størri samanhang ein vegur til at finna persónligan frið í einum heimi, har alt broytinst við rúkandi ferð. – Vit eru mitt í einum para­ digmiskifti, har vit flyta okkum frá spuringinum: »Hvør eri eg?« til: »Hvar kann eg gera mun?«, sigur Emilia von Hauen, sum als ikki undirmetir avleiðingarnar av yuppie 80’unum, 90’ara sjálvrealiseringini ella persónliga potentialinum frá nullunum. – Umframt at hava latið upp fyri einari rúgvu av orginalari og kreativari orku í fólkinum, hava hesi rák nú við sær ein longsul eftir at brúka nýggja identitetin og potentiali í samstarvi við onnur menniskju. Tað snýr seg sostatt framvegis um sjálvrealisering, men í staðin fyri at venda øllum inneftir, snýr tað seg nú um at venda orkuni úteftir, og at seta seg sjálvan inn í ein størri samanhang, sum eisini gevur meining fyri onnur. Lova mær við… Í hesum liggur eisini, at tað verður alt meira fokus á felagsskapin. Egoveitlan er av, og í staðin venda vit okkum til nakrar meiningsfullar felagsskapir, har vit bæði kunnu liva egnan tørv og áhugamál út, umframt at vera við til at skapa ein lokkandi og gevandi veruleika fyri fjøldina. Hetta síggja vit eitt nú í hjálparfelagsskapum sum Reyða Krossi, í sambandi við Haiti­ hjálpina, á umhvørvisøkinum, sum Víðagitin RákfRøðinguR heVur felt DeyðaDóm yviR egoistaRákið, sum heVur herjað seinastu mongu árini. nú er ikki longur nóg mikið at Verða nakað, tú mást eisini geRa nakað – og helst fyri onnur. EgovEitsla fElags skapu Tað snýr seg framvegis um sjálv reali sering, men í staðin fyri at venda øllum inneftir, skulu vit nú venda orkuni úteftir, og seta okkum sjálv inn í ein størri samanhang, sum eisini gevur meining fyri onnur! Vit fara frá »Eg vil út at finna meg sjálva« til »Eg vil bara gera ein mun«!