Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 61

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

61 Fríggjadagur 9. apríl 2010 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge At Alex Ferguson dugir illa at tapa, prógvaði hann aftur mikukvøldið. Eftir samanlagda tapið fyri Bayern München í fjórðingsfinaluni í Champions League, skuldi onkur fáa skyldiuna. Hesa ferð varð tað tann »typiski týskarin«, ið fekk skyldina. Báðir venjararnir vóru samdir um, at avgerandi løtan í dystinum var útvísingin hjá unga brasiliska høgra bakkinum, Rafael da Silva, men so vóru teir heldur ikki samdir um meira. – Teir høvdu ongan møguleika fyri at koma víðari, meðan vit vóru 11 á vøllinum. Vit høvdu ongar trupul leikar av teimum tá, segði venj arin hjá Manchester United, Alex Ferguson, eftir dystin. Venjarin hjá Bayern München, Louis van Gaal, var tó ikki heilt samdur. – Hvørki eg ella Ferguson koma nakrantíð at finna útav, um Manchester United hevði vunnið við 11 monnum, tí hesin dysturin verður aldrin spældur umaftur. Eg eri ósamdur við útmeldingarnar hjá Sir Alex, segði Louis van Gaal. Hálvur Rooney Rafael fekk sítt seinna gula kort, tá hann helt ov fast í franska vong­ inum, Franck Ribery. Rafael var alt fyri eitt greiður yvir, at hann hevði sett viðspælararnar í eina torføra støðu, og við boygdum høvdið gekk hann longu leiðina av vøllinum, meðan áskoðararnir á Old Trafford klappaðu fyri honum. – Rafael vísti, at hann er eitt sindur óroyndur, men spælararnir hjá Bayern fingu hann útvístan. Teir tvísporaðu yvir til dómaran eftir frísparkið. Typiskt týskarar, segði ein illi Manchester United­ venjarin. Hann hevði goymt eitt ess í ermuni til dystin, tí Wayne Rooney, ið gjørdist skaddur í fyrra dystinum í München, varð við frá byrjan. Rooney gjørdi eitt sindur um seg at byrja við, men sum tíðin gekk, sást, at Rooney hevði trupulleikar við fótinum. Spurdur, um hann helt, at spælararnir hjá Bayern við vilja royndu at skaða fótin hjá Roony, svaraði Sir Alex soleiðis: – Eg haldi tað var týðiligt. Har vóru nakrar taklingar, men tað høvdu vit væntað. Hatta skuldi dómarin havt tikið sær av, segði skotin, ið týðiliga hevði trupult við at handfara tann veruleika, at Manchester United tapti og er úti av Champions League hesa ferð. trondur@sosialurin.fo Typist týskarar Champions League Hesi vóru orðini hjá Alex Ferguson, eftir at Manchester United hevði tapt saman lagt fyri Bayern München í Champions League mikukvøldið. Tað vóru tó ikki evnini hjá týskarum til altíð at vinna til síðst, ið hann viðmerkti, men hann var óður um, at Bayern-spælararnir løgdu trýst á dómaran, so Rafael fekk seinna gula kortið Alex Ferguson er ikki nakar góður tapari, og eftir samanlagda ósigurin ímóti týska Bayern München, skyldaði hann upp á seinna gula kortið til Rafael Mynd: Polfoto Tróndur Arge Undan dystinum á Stade Chaban Delmas, í fyrrakvøldið hevði Lyon longu annað beinið í hálvfinaluni, tí liðið hevði vunnið 3­1 á Bordeaux í fyrru uppgerðini millum tey bæði fronsku feløgini. Hóast Bordeaux av øllum alvi royndi at venda samlaða úr slit­ inum til egnan fyrimun, rakk tað ikki á mál, tí tað eydnaðist ikki at vinna meiri enn 1­0. Hóast kjansirnir ikki trutu, so var tað bara Marouane Chamakh, sum beint undan steðginum fann vegin til málmeskarnar hjá Lyon. Lyon megnaði at ríða stormin av og gjørdist tí samanlagdi vinn­ arin, hóast tapið í seinna dyst in­ um. Samlaði sigurin hjá Lyon og Bordeaux var 3­2, og tí skal Lyon spæla hálvfinalu ímóti týska Bay­ ern München, meðan hin hálv­ finalan verður millum FC Barce­ lona og Inter. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Fyrst reyk Chelsea út í átt­ anda partsfinalunum og síðani Arse nal og Manchester United í hálvfinalunum, so tí er einki enskt felag eftir í Champions League­kappingini. Hinvegin hava tvey ensk lið, Fulham og Liverpool, møguleikan at koma í finaluna í minnu Europa League­ kappingini. Liverpool vann í gjárkvøldið á heimavølli 4­1 á Benfica, so tí gjørdi tað ikki so nógv, at fyrri dysturin endaði við 1­2 tapi. Í fyrra hálvleiki løgdu Dirk Kuyt og Lucas Leiva vertirnar á odda 2­0, og í seinna hálvleiki skoraði Fernando Torres tvær ferðir. Millum tey bæði málini minkaði Oscar Cardoso um munin. Fulham, sum á útivølli spældi ímóti VfL Wolfsburg, gjørdi skjótt av, tí longu eftir 21 sekund hevði Bobby Zamora skorað til 1­0, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið, so Fulham samanlagt kom víðari við 3­1 sigri. Á útivølli vann Hamburger SV 3­1 á Standard Liege, og ser liga málið hjá Mladen Petric til 2­1 var ein perla, tá hann saksa spark­ aði bóltin aftur um seg í mál ið. Hamburger SV kom tí í hálv final­ una við samanløgdum 5­2 sigri. Atletico Madrid vardi seg væl á heimavølli ímóti Valencia í gjárkvøldið, tí dysturin endaði 0­0. Og av tí at fyrri dysturin endaði við javnleiki, 2­2, kom Atletico í hálvfinaluna við fleiri útivallarmálum. Úrslitini í gera, at Liverpool skal møta Atletico Madrid í aðrari hálvfinaluni og Fulham í hinar skal møta Hamburg. trondur@sosialurin.fo Ensk Europafinala nærkast europa League Einki enskt lið er eftir í Champions League, men í Europa League eru Fulham og Liverpool í hvør sínari hálvfinalu Lyon tapti og vann Champions League Hóast tap fyri Bordeaux í seinnu fjórðingsfinaluni, kom Lyon í hálvfinaluna samanlagt Tapari