Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. apríl 2010 62 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Gallaveitslan hjá hondbóltinum verður hesa ferð í Vestmanna, og hon byrjar í ítróttarhøllini klokkan 19, tá borðreitt verður við forrætti, høvuðsrætti og góðari desert fyri gallaklæddu spælarunum úr bæði Sunset- og Atlantic Airways- kappingunum, umframt øðrum, ið hava varðað av hondbóltinum í vetur. Mest spennandi løtan, ið øll síggja fram til, kemur í endanum á borðhaldinum, tá avdúkað verður, hvørji skulu fáa heiður og steyp fyri at hava verið bestu spælarar og venjarar hjá kvinnum og monnum, umframt hvørjir hava verið bestu dómararnir í vetur. Rás 2 fer at senda beinleiðis úr Vestmanna frá klokkan 19 og úteftir. Aftaná fara Jens Marni Hansen, Kim Hansen, James Olsen og Pauli Magnussen at spæla til dans undir heitinum »Gallaband«. Eisini gallaveitslan hjá flogbólti- num byrjar klokkan 19, men hon verður á Hotel Norð á Viðareiði, har somuleiðis verður borðreitt við trimum rættum, umframt at góður dansur verður aftaná. Og sum hjá hondbóltinum, verður stóra løtan á kvøldinum, tá ársins stjørnuskot, hevari, verjuspælari, álopsspælari, blokkur, venjari og ársins spælari hjá bæði kvinnum og monnum í Eik-ligunum í vetur skulu heiðrast við steypum og virðislønum. einslistir@kallnet.fo Bæði hondbólts- og flogbóltsfólkini fara í annaðkvøld at taka sær av løttum eftir ein langan vetur í harðari kapping. Hondbóltsfólkini halda veitslu í Vestmanna og flogbóltsfólkini á Viðareiði Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Í morgin eru 30 ár liðin, síðani ÍSB var sett á stovn, og í hesum sambandi hevur ÍSB boðið fleiri útlendskum gestum hendavegin, eitt nú formonnum og skrivarum úr hinum norðurlendsku sam- bondu num. Men fremsti gesturin, sum vitjar í Føroyum í sambandi við hátíðarhaldið, er uttan iva Sir Philip Craven, sum er forseti í IPC og nevndarlimur í IOC. Umframt at vitja ÍSB, hevur hann hitt leiðsluna í Ítróttar sam- bandinum og hevur í dag fund við løgmann, Kaj Leo Johannesen. Fremsta málið á hesum fundum er før oyska umsóknin um olympiska viður kenning, sum í fleiri áratíggju hevur ligið hjá altjóða olympisku nevnd ini, IOC, uttan tó at hava fingið játtandi viðgerð enn. – Eg skilji væl, at hetta er eitt mál, ið upptekur tykkum nógv, men nú mugu tit ikki gloyma, at eg eri boð in hendavegin í sambandi við stóra dagin hjá ÍSB, sigur Sir Philip Craven. – Eg eri ótrúliga glaður fyri at vera her, millum góðar vinir og eld hugað fólk. Áðrenn eg endaði í koyri stóli, dámdi mær væl at ganga í náttúruni, og til tað endamálið kann eg ikki síggja fyri mær nakað vakr ari enn tykkara land. Ein annar týðandi gestur er forsetin í europeisku para- lymp isku nevndini, danskarin John Petterson, sum saman við hin um gestunum verður við til norðurlendska ráðstevnu í morgin og stóran veitsludøgurða í annaðkvøld. Gekk skjótt Spírin til ÍSB kveiktist, tá Egga Jensen saman við donskum læraraskúlaítróttarlærarum í 1979 vitjaði Beitostølen Helse sport- senter í Norra, sum er upp venj- ingarmiðstøð fyri brekað. Árið eftir fór hann aftur hagar saman við 28 læraraskúlalesandi, og heim aftur komin fór Egga saman við øðrum undir at seta á stovn ítróttarsamband fyri brekað. Hetta var gjørt í tøttum samstarvi við ÍSF. – Hetta hava verið nøkur fantas tisk ár, og og ÍSB er blivið størri og betri, enn eg nakrantíð droymdi um. Vit fingu beinanvegin norðurlendskan limaskap, og síðani hava vit fingið altjóða limaskap, har vit kunnu fáa tað, sigur Egga Jensen, sum er formaður ítróttar- sambandinum fyri brekað. – Fyrsta kappingarferðin uttan- lands var í 1981 til Vest manna- oyggjarnar, og síðani hevur ÍSB verið við til bæði NM-, EM- og HM-kappingar, umframt til para- lympiskar leikir, og allastaðni hava vit vunnið hópin av heiðurs- merkjum hesi árini, serliga í svimjing. einslistir@kallnet.fo ÍSB fyllir 30 ár føðingardagur – Hesi árini hava verið fantastisk og ÍSB er blivið størri og betri, enn eg nakrantíð droymdi um, sigur formaðurin, Egga Jensen, sum eisini var við til at seta ÍSB á stovn gallaveitslur Bæði hondbólturin og flogbólturin hava sínar árligu gallaveitslur í annaðkvøld. Í báðum førum verður hæddarpunktið ímóti endanum á borðhaldinum, tá bestu spælararnir verða avdúkaðir galla Dupult galla OlYMPisKur gestur Sir Phil Craven saman við Egga Jensen, Johan Samuelsen og Jón á Steig, tá ÍSB í morgun skipaði fyri tíðindafundi Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir