Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. apríl 2010 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Hugsa tykkum til: Øll familj­ an hevur spart og lagt til rættis í eitt heilt ár til eina dreyma summarferiu uttan­ lands. Men tá ið tit lenda í feriu­ paradísunum, verða tit vend á flogvøllinum og noyð ast heim aftur við sama flog­ farið, bara tí at tit ikki hava ansað eftir, at tit ikki hava gyldugt pass. Og tá ið tit koma heim­ aftur, skulu tit ikki vænta at fáa eina krónu í endurgjaldi fyri eina oyði lagda feriu, tí at ansa eftir, at passið er gyld ugt, er tykkara egna ábyrgd. Á passeftirlitinum í poli ti­ støðini í Havn sigur, at hetta kann ógvuliga skjótt verða veruleiki fyri eina føroyska familju. Tey siga nevniliga, at før­ oyingar eru herviligir til ikki at ansa eftir at hava gyldugt pass tá ið teir fara at ferðast. – Vit hava varhugan av, at føroyingar eru ósketnari enn onnur, tá ið tað kemur til at ansa eftir at hava gyldugt pass, tá ið farið verður at ferðast. Seks mánaðir Á passeftirlitinum á politi­ støðini siga tey, at tað er ikki nóg mikið at hava pass, sum er gyldugt nakrar dagar eftir, at fólk eru komin heim aftur. Nógv lond seta nevni­ liga nú tað treyt, at passið skal verða gyldugt í minst seks mánaðir eftir, at tú ert farin úr aftur landinum, tú er og ferðast í. – Tí skulu okkara fremsta ferðaráð vera: Ansa eftir, at passið er gyldugt í minst seks mánaðir eftir, at tit eru komin heim aftur úr feriu, siga tey á politistøðini í Havn Tey halda eisini, at tey, sum selja ferðir, eiga at gera meiri burtur úr at minna ferðafólk á at tryggja sær, at passviðurskiftini eru í lagi og tey eisini at upplýsa ferðafólk um treytirnar. – Tað vita vit, at ferða­ skriv stovur uttanlands gera, men tað eru føroyskar ferða­ skrivstovur ikki so raskar til. aki@sosialurin.fo Tá ið Atlantsflog fór til páskatúr London fyri tveimum vikum síðani við 91 spentum og fróum ferðafólkum, mundi feri an fingið ein bráðan enda fyri heili átta av ferðafólkunum. Tá ið tey vóru á veg út í flogfarið á vøllinum í Vágum, vístu eftirlitið, at tey høvdu nevniliga ikki gyldugt pass við sær, tí tað fór úr gildi áðrenn seks mánaðir eftir, at tey skuldu vera komin heim aftur til Føroyar. Bretland er nevniliga eitt av tí veksandi skara av londum, sum krevja, at ferðafólk skulu hava pass, sum er í gildi í minst seks mánaðir aft an á, at tey eru farin heim aftur úr feriu. Hetta er eitt ítøkiligt dømi av mongum um, at líkasælan við pass­ inum er ov stór, sigur passeftirlitið á politi­ støð ini í Havn. Hesi ferðafólkini vóru kortini so sera heppin, at løgreglan av tilvild var stødd á flogvøllinum akku rát hesa løtuni og tí eydnaðist at fáa gildistíðina longda, so at eisini tey sluppu við flogfarinum. – Men so heppin skulu ferðafólk ikki vænta sær at verða og so kunnu tey í besta føri vóna, at eftir litið á flog vøllinum í Vág um steðgar teim um, so at tey ongan tíð sleppa av landinum. Í ringasta føri sleppa tey avstað, men verða so steðgað í eftirlitinum í feriulandinum og verða vend á flogvøllinum og noyðast heim aftur í sama flogfari, sum tey komu í. Tá ið føroysk ferðafólk keypa sær ferðaseðil út í heim, verða tey ofta bara mint á at hava gyldugt pass við. Á passeftirlitinum á politistøðini í Havn halda tey ikki, at hetta er nøktandi. Ferðaskrivstovur eiga eisini at fortelja ferðafólki, at nógv lond krevja, at passið skal vera gyldugt í minst seks mánaðir eftir, at tey eru farin heim úr teirra landi aftur Átta ferðafólk mundu sitið eftir Líkasæla kann oyðileggja alla summarferiuna pass Føroyingar eru herviligir til ikki at ansa eftir at hava gyldugt pass, tá ið teir fara uttanlands at ferðast, og tað kann skjótt oyðileggja alla feriuna Føroyingar eru herviligir at koma koma á politistøðina í allarsíðstu løtu at biðja um pass. Mangan koma tey ikki fyrrenn nakrar fáar dagar, áðrenn tey skulu avstað. – Vanliga tekur tað tvær vikur at fáa nýtt pass, men frá fyrsta mei og alt summarið er so nógv at gera, at tað skal roknast við eini bíðitíð upp á tríggjar vikur at fáa nýtt pass, sigur passeftirlitið á politistøðini í Havn Liggur í respiratur Klokkan 05.40 sunnumorgunin komu fólk fram á ein bil, sum stóð eitt gotti petti frá vegnum millum Landsfjósið og Kjalnestanga. Í bilinum sat ein illa skaddur maður, og meðan bíða varð eftir sjúkrabili, vóru tríggir menn komnir til, og teir góvu honum fyrstu hjálp. Politiið upplýsir, at maðurin, sum er í 40­árunum, hevur brotið andlitið illa, og hann liggur í respiratori. Í morgin skal hann flytast á Ríkissjúkrahúsið. Okkurt bendir á, at ferðin hjá manninum hevur verið í meira lagi, tí bilurin er farin so langt frá vegnum, og tað sæst á vøllinum, at bilurin hevur grivið fyri sær. randi@sosialurin.fo