Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 12. apríl 2010 Sosialurin Randi Jacobsen Fleiri orsøkir kunnu vera til, at flestu kommunurnar higar til í ár hava fingið meira inn í skatti enn sama tíðarskeið í fjør, og framgongdin í skattinntøkum kann neyvan tulkast sum, at kreppan er við at hasa av. Talið av arbeiðsleysum er ikki minkað, heldur øvugt. 1500 fulltíðararbeiðsleys eru skrásett hjá ALS, sum hevur meira enn 400 umsóknir eftir at viðgera. Tað vil siga, at arbeiðsloysið táttar í tey 2000 fólkini. Summar umsóknir liggja og bíða vegna vantandi upplýsingar. Við at spyrja runt hjá kommunum um, hví tær hava fingið væl meira inn í skatti, fáast ymisk svør. Summar kommunur nevna, at fleiri hýr ur er út­ goldnar í tíðar skeið inum, onkra staðni er skatta pro­ sentið hækk að, fiskiskapurin hevur verið góður, og í smá­ um kommunum merkt ist óvan liga nógva kava rudd­ ingin væl. Ernast Jacobsen, stjóri í Arbeiðsloysiskipanini nevnir eina orsøk aftrat, og tað er økta arbeiðsloysið. Tað kann ljóða eitt sind ur margháttligt, at økt arbeiðs­ loysi kann gevur fleiri krónur í kommunukassarnar. Fáa meira Men í fjør hækkaði hægsta útgjaldið frá ALS úr 12.000 krónum upp í 20.000 krónur. – Vit síggja eisini, at í onkrum bygdum við fiska­ arbeiði hava fleiri fólk ikki arbeitt fulla tíð. Tá ið tey vórðu søgd úr starvi, fingu tey fult útgjald frá ALS. Tað má síggjast aftur, sigur Ernst Jacobsen. Hann heldur tað vera ilt at siga, hvussu verður við arbeiðsloysinum komandi mánaðirnar. ALS hevur fing ið onkar ábendingar um fyritøkur, sum fara at siga fólk upp, men samstundis stingur okkurt nýtt seg upp. Eisini væntar Ernst Ja ­ cobsen, at meira arbeiði fer at verða í byggivinnuni, nú summarið nærkast. Um ikki nakað stór bygging fer í gongd, er hugsandi, at meira umvælingararbeiði verð ur. Nú lættari er at fáa handverkarar, er væl hugs­ andi, at fleiri fólk fara undir at gera til trongdar um­ vælingar av húsum sínum. randi@sosialurin.fo Línuspæl stolið úr báti Tjóvar hava verið umborð á einum lítlum útróðrarbáti, sum lá við bryggju í Havn. Báturin nevnist m/b Karina, hann er í konkurs, og Føroya Banki hevur ábyrgd av honum. Eitt línuspæl fyri 225.000 krónur er stolið. Tjóvaríið var meldað fríggjadagin. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Í fleiri ár hevur smá parta­ felagið Okkara arbeitt við at fáa eitt nýtt bryggjarí á føtur, og umsíðir er glið komið á. Í desember varð vald nýggj nevnd, og Wilhelm Pet ersen varð settur til stjóra í fyritøkuni. Og nú er ferð komin á. Fíggingin er fingin til vega, og alt tað formliga er í lagi. – Vit eru við at gera klárt til at fara undir at bryggja, sigur Wilhelm Petersen. Hann sigur, at heilt skjótt verður nýggja ølslag­ ið at fáa, men um tað verður til hvítu sunnu, torir hann ikki at siga. Ølið Okkara Navnið á nýggja ølinum verður Okkara, sum er navn ið á gamla felag num hjá Thors havns Mælke­ forsyning og Margarine­ frabrik. Nýggja bryggjaríið fer at bryggja tey vanligu ølsløgini sum pilsnara, classic og gull, men ætlanin er at hava nøkur serlig sløg av øli. Byrjað verður við einum slíkum ølslagi. Wilhelm Petersen sigur, at bryggjhúsið fer at tappa øl bæði í fløskur og í dósir, tí eftirspurningurin eftir dósaøli er vaksandi. Tey ser ligu sløgini av øli verða tó bara í fløsku. Komið er so langt áleið­ is, at allir tangarnir eru komnir upp, og hand verk­ arar arbeiða við at seta tappiskipanina saman. Frammanundan varð alt tikið innan úr húsinum, sum er nýinnrættað. Húsið hjá Okkara er tað gamla eggvirkið. Okkara hevur fingið ein kendan danskan bryggj ­ meist ara, Peter Clem ent en, at standa fyri fram leiðsl­ uni. Góðar vónir Wilhelm Peteren hevur góðar vónir um, at tað fer at ganga nýggja bryggja­ ríinum væl, millum annað tí at tað liggur so stutt frá Havnini, har so nógv fólk búgva, og tær flestu matstovurnar eru. Hann væntar, at starvs­ fólkini á Okkara verða fimm ella seks, og so koma øll tey aftrat, sum skulu koyra út, og goymslur verða eisini. Annars ætlar Okkara sær at luttaka við nýggja ølinum á ein stórum øl­ festivali, sum verður í mai í Valby í Danmark. randi@sosialurin.fo Okkara øl á trappuni Nýtt øl Um nakrar fáar vikur verður ølið av nýggja bryggjarínum á Velbastað at fáa, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Okkara Wilhelm Petersen er stjóri á nýggja bryggjarínum stjóri ALS sæst aftur í kommunu­ kassunum skattur Økt arbeiðsloysi kann vera ein orsøk til, at kommunur í ár hava fingið meira inn í skatti, tí útgjaldið er so nógv økt