Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 12. apríl 2010 Sosialurin Randi Jacobsen Tað hevur leingi verið kent, at nógvur kynsligur ágangur móti børnum fer fram í Grønlandi. Men at tað er so galið, sum ein nýggj kanning vísir, hevði sálarfrøðingurin Else Christensen á SFI, almenna granskingardeplinum fyri vælferð ikki ímyndað sær. Frágreiðingin Børn í Grønlandi snýr seg um trivnaðin hjá børnum og familjum og fevnir um børn millum 0 og 14 ár. Samrøður eru gjørdar við 1160 mammur, og 35 pro­ sent av teimum hava játtað, at tær hava verið kynsliga misbrúktar sum børn. Hetta er ikki nakar feilur, tí ein kanning, sum varð gjørd í árunum frá 2005 til 2007 vísti sama úrslit, ella eisini vóru tølini hægri. Hetta eru nokkso ræð­ andi tøl, tí børn hjá vaks­ num, sum hava verið kyns­ liga misbrúkt, eru í størri vanda enn onnur fyri at uppliva tað sama. Stórur munur er á, hvar í Grønlandi børnini eru mest í vanda fyri at verða kynsliga misbrúkt. Ringast stendur til í Norð­ urgrønlandi og við Disko­ víkina, har næstan 47 prosent av familjunum hava eina mammu, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi. Fólkini, sum gjørt hava kanningina, suga ikki at siga, hví tølini eru størst har. Í Vestur­ og Suyðurgrønlandi eru tølini millum 28 og 30 prosent, og í Eysturgrønlandi 34 prosent. randi@sosialurin.fo (kelda: Sermitsiaq.gl) Ungmannafeløg kjakast Mikudagin klokkan 10 verður pallborðsfundur í miðnámsskúlanum í Hoydølum. Sosialistisk Ung, Ungmannafelagið Samband og Unga Tjóðveldið verða við til fundin, har kjakast verður um. – Endamálið við tiltakinum er at stimbra politiska áhugan hjá okkum ungu og fáa okkum at taka støðu til viðurskifti í dagsins samfelagi. Gera vit ikki hetta, kann tað bróta niður okkara fólkaræðisliga rætt, sum er, at øll skulu verða hoyrd og hava ávirkan í samfelagnum, siga ungmannafeløgini. Ringt lag ger fólk sjúk Fýra av tíggju fólkunum hava onkuntíð meldað seg sjúk frá arbeiði, tí lagið á teimum var ringt. Tað skrivar danska blaðið Politiken í dag. Ein kanning, sum Capacent Epinion hevur gjørt millum 1800 danir, vísir, at 90 prosent av fólkinum heldur, at arbeiðið hevur avgerandi ávirkan á, um lagið er gott ella ringt. Kanningin vísur, at tað oftari eru kvinnur enn menn, sum melda seg sjúk orsaka av vánaligum trivnaði á arbeiðsplásinum. Eirikur Lindenskov Talan er um ein skrivligan fyrispurning, sum løgtings­ maðurin setir løgmanni. Tórbjørn Jacobsen setir fram fýra spurningar: 1. – Hvør er almenni poli­ tikkurin akførum viðvíkjandi, t.v.s., hvussu skulu al menn­ ir stovnar, nevndir, parta­ felagsnevndir o.s.fr. fyrihalda seg viðvíkjandi tí at ogna sær akfør til starvsfólk í almennari tænastu? 2. – Hvussu mong rull­ andi akfør eiga tær al­ mennu Føroyar, og hvussu mong eru hesi í hvørjum ein støkum geira inni í almenna geiranum, t.d. hjá Posta, Vága Floghavn, Fiski­ veiðieftirlitinum o.s.fr.? 3. – Hvør var samlaði inn­ keypsprísurin fyri verandi akfarsflota í øllum geiranum og í hvørjum felag og stovni sær? 4. – Hvat var bókaða virðið av verandi akfarsflota ultimo 2009, býtt sundur á sama hátt sum í omanfyrinevnda spurningi? Tórbjørn Jacobsen sigur, at tey, sum dagliga aka á landsvegum okkara, hava lagt til merkis, at almenni ak­ fars flotin er munandi bólgn­ aður hesi seinastu árini. Bara ein túrur úr t.d. Eysturoynni suður til Havnar er ein váttan um, at landið í diversum høpum hevur ognað sær eitt ótal av akførum av alskyns slagi. ­ Og mangan eru hetta akfør í tí heilt dýra endanum, sum ein privatur stjóri tók til nú ein dagin: »Man kennir seg lítlan við einum 6 ára goml um djipi fyri kvarta mió. kr., táið eitt alment CO2 dýr hjá tí almenna, fyri áleið eina mió. kr., á eini hissini arbeiðsvitjan leinar upp í túninum«, sigur Tórbjørn Jacobsen í viðmerkingunum til spurningin. – Ivaleyst hevur landið ein politikk, táið tað snýr seg um viðurskifti av hesum slagi. Ovasti leiðari landsins eigur at geva eina nágreiniliga frágreiðing um viðskiftini, spurd eru um omanfyri, sigur Tórbjørn Jacobsen. Løgmaður skal telja almennar bilar Triðja hvør grøn lendsk mamma misbrúkt Kynsligur ágangur Í Norðurgrønlandi og við Diskovíkina er næstan annar hvør mamma kynsliga misbrúkt, vísir ein nýggj kanning BilaParKin Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, vil hava at vita, hvussu nógv allir bilarniar hjá tí almenna hava kostað og hvussu nógv bókaða virði á teimum er. Tey, sum dagliga aka á landsvegum okkara, hava lagt til merkis, at almenni ak fars flotin er munandi bólgn aður hesi seinastu árini TóRbJøRn JacobsEn