Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. apríl 2010 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Nú so nógv hevur frammi um hýsustongsul í Bretlandi, vísir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard á, at tað ikki er rætt, at føroysk hýsa ikki kann seljast – eisini í Bretlandi. Hann vísir á, at í januar í 2009 avreiddu føroysk skip umleið 510 tons av hýsu fyri umleið 8,70 krónur fyri kilo. Í januar 2010 avreiddu føroysk skip umleið 530 tons fyri ein miðalprís uppá umleið 10,20 krónur fyri kilo. – Hetta merkir, at miðalprísurin fyri hýsu í Bretlandi var 1,50 krónur hægri í januar í ár í mun til sama mánaða í fjør, sigur landsstýrismaðurin. Jacob Vestergaard sigur, at føroysk skip, sum avreiða beinleiðis í Skotlandi, hava heldur ikki havt trupuleikar við at sleppa av við hýsu. – Men hendan støðan broytir tó einki í okkara fatan av, at málið tó eigur tikið í størsta álvara, tá viðskiftafólk hava givið til kennar, at tey ikki vilja keypa føroyska hýsu. Tó má tulkingin av veruligu støðuni í hesum samanhangi vera røtt, sigur landsstýrismaðurin. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Jacob Vestergaard, landsstýris­ maður í fiskivinnumálum, er onga løtu í iva um, at føroyska fiskiveiðiskipanin er burðardygg. – Vit hava eina burðar­ dygga fiskiveiðu, og vit kenna ikki nakra betri skipan enn okkara. Tað nýggjasta er, at skotar arbeiða við at skipa teirra botnfiskiskap við fiskidøgum í staðin fyri við kvotum. Landsstýrismaðurin vísir á, at alla staðni – og eisini, har lond fylgja altjóða ráðgeving um fiskiveiði – vísir tað seg, at stór sveiggj eru í fiskiskapi, og at tað ikki altíð eydnast so væl at ”goyma” fisk í sjónum, sum hann tekur til. – Hyggja vit at okkara nærmastu grannum, Íslandi og Skotlandi, sum neyvt fylgja ráðgevingini frá ICES, síggja vit, at eisini hesi lond hava stór sveiggj. Tey fyrr so blómandi fiskivinnuøkini í Skotlandi eru so at siga burtur, og har er fiskivinnan í einari syndarligari støðu. Landsstýrismaðurin sigur, at tá Ísland fyrst í 80­árun­ um fór at fylgja ráðgevingini hjá ICES, lá toskaveiðan hjá teimum um 400.000 tons árliga. Síðan er toskaveið­ an minkað støðugt, og fyri fiskiárið 2009/2010 er toska­ kvotan sett til 150.000 tons. ­ Harvið er ikki sagt, at vit ikki skulu lurta eftir fiskifrøðiligari ráðgeving. Men henda ráðgeving má framhaldandi brúkast saman við ráðgevingini frá teimum, sum umboða ”serfrøðina”, ið dagliga starvast á sjónum, leggur Jacob Vestergaard aftrat. Alt gerst betri Allar skipanir kunnu ger­ ast betri, og tað kann fiski­ dagaskipanin eisini. – Men vit skulu varða okkum fyri umhvørvisfelags­ skapum sum MCS. Vit mugu standa saman og verja okkara skipan og okkara áhugamál móti ágangi uttanífrá, heldur landsstýrismaðurin. Hann vísir á, at Føroyar áhaldandi hava arbeitt við tillagingum, ið tryggja burðardygga fiskivinnu, og hetta arbeiði heldur fram. – Veiðan eftir hvítings­ bróðuri varð steðgað mið­ skeiðis í 90­árunum, fyrst og fremst fyri at verja til­ gongdina av hýsu, men eisini tí, at hvítingsbróður er ein týðandi føðikelda hjá hýsu, toski og upsa. Talið av fiskidøgum er minkað við umleið 35%, síðan fiski­ dagaskipanin varð sett í verk í 1996, og í sama tíðarskeiði er talið av stórum skipum lækkað við 30%. Landsstýrismaðurin vís­ ir eisini til nógv umrødda húkaflotan og sigur, at talið av skipum niðanfyri 110 tons er minkað við 44, og talið av skipum omanfyri 110 tons er økt við 7. – Men samlaða talið av skipum er soleiðis munandi minkað, og fiskiorkan er flutt út um 6 fjórðinga markið, leggur hann aftrat. Haraftrat vísir lands­ stýrismaðurin á, at eingin troling er loyvd innanfyri 12 fjórðinga markið við undantaki av smáu trol­ bátunum, sum sleppa á ávís økir um summarið. – Haraftrat er 50% av øllum økinum millum 12 fjórðingar og sonevnda ring­ in stongt fyri troli. Hetta er umleið 80% av øllum hýsu­ og toskaleiðunum, sigur hann. Mest við línu Landsstýrismaðurin heldur, at skipanin við trolfríum økjum eigur at virka sum sera týðandi átøk mótvegis MCS, tí felagsskapurin hevur ein standandi boðskap um, at keyparar helst skulu velja húkaveiddan fisk. Sambært MCS er húkareiðskapur tann mest umhvørvisvinarligi. – Seinastu 5 árini eru um­ leið 80% av allari hýsu veidd við húki, og umleið 50% av allari hýsuni er veidd av teim­ um stóru línuskipunum, sum øll veiða uttanfyri 6 fjórðingar, leggur hann dent á. Føroyar hava eisini nógvar - MCS sigur, at hýsa í føroyskum sjógvi er fyri ovfiskiskapi og vísir til ICES, sum í síni frágreiðing sigur, at hýsa nú verður veidd burðardygt, sigur Jacob Vestergaard Okkara fiskiveiða er b Vinna – Allar skipanir kunnu gerast betri. Tað kann okkara fiskidaga­ skipan eisini, men vit skulu varða okkum fyri umhvørvisfelagsskapum sum MCS. Vit mugu standa saman og verja okkara skipan og okkara áhugamál móti ágangi uttanífrá, sigur Jacob Vestergaard Betri prísur í ár Vinna Tað er ikki rætt, at hýsa ikki kann seljast, tí í januar í ár var prísurin fyri føroyska hýsu væl betri enn í januar í fjør Føroysk skip fingu 1,50 krónur meiri fyri kilo av hýsu í januar í ár enn í januar í fjør Í fyrsta ársfjórðingi í ár var meira útgoldið í lønum enn í sama tíðarskeið í 2009. Framgongdin er lítil, bert 0,9%, men framgongdin er tann fyrsta aftaná fimm ársfjórðingar á rað við afturgongd. Størsta framgongdin er í fiski­ og ráevnisvinnuni. Higartil í ár eru útgoldnar 15 mió. kr. meira í lønum enn fyri sama tíðarskeið í fjør, og tað er vøkstur á 12,5%. Verri gongur í byggivinnu og aðrari tilvirking. Higartil í ár eru 19 mió. kr. minni útgoldið, og tað svarar til eina afturgongd upp á 8,8%. Fiskivinnan stóra framgongd