Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 12. apríl 2010 Sosialurin urðardygg Vilmund Jacobsen Nógv orðaskifti hevur í ár verið um, at nakrir bretskir fiskakeyparar ikki vilja keypa føroyska hýsu. Hetta mál hevur verið nógv frammi í miðlunum, og eisini eru fyrispurningar reistir á tingi um hetta sama mál. Ymiskir partar í vinnuni eru spurdir um, hvat Føroyar kunnu gera fyri, at hesin stongsul fellir burtur, og umboð fyri Havstovuna hava eisini givið sína meining til kennar. Átak hevur verið í Bretlandi, har roynt hevur verið at upplýsa um føroyska hýsuveiði og um føroysku fiskiveiðiskipanina í síni heild. Núverandi støða er íkomin, tí havumhvørvisfelagsskap urin Marine Concervation Society, oftast nevndur MCS, hevur sett føroysku hýsuna á sín lista yvir fiskasløg, ið tey ráða fólki frá at keypa. Undir punkti 17 í teirra lista stendur føroysk hýsa nevnd saman við hýsu, ið verður fiskað vestan fyri Skotland. Hesin listi liggur á heimasíðuni hjá MCS. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur eisini givið sína meining til kennar í hesum máli, men hann hevur ikki ordiliga viljað dansað eftir pípuni hjá eitt nú MCS og teirri havfrøði, sum óbeinleiðis er orsøkin til stongsulin. Hann heldur ikki, at tilmæl­ ini hjá havfrøðini kunnu brúk­ ast til so nógv, tá tað ikki ber til at steðga hýsuveiðini, sum mælt verður til. Hann hevur í staðin víst á og grundgivið fyri, at vit í Føroyum hava eina burðardygga fiskiveiði, og at lítil beinleiðis hýsu­ fiskiskapur hevur verið undir Føroyum í longri tíð. Jacob Vestergaard ásannar tó, at Føroyar hava ein trupul­ leika, nú MCS mælir til at ”ganga uttanum” (avoid) før­ oyska hýsu og vísir havgra nskingarfelagsskapin ICES, sum mælti til, at fiskiskapur eftir hýsu í føroyskum sjógvi skuldi verið steðgaður longu í 2009. – Tað er hesin boðskapur frá MCS ­ og óbeinleiðis frá ICES – sum ger, at nakrar bretskar handilsketur hava kent seg noyddar at fremja handilsbann móti Føroyum sum bráðfeingis átaki. Ov lítið innlit Landsstýrismaðurin roynir nú at greina aktuellu støðuna og vísir til eitt brot úr ICES­ frágeiðing um hýsustovnin við Føroyar fyri 2009: ”Based on the most rcent estimates of SSB (in 2009) and fishing mortality (2008), ICES classifies the stock as being at risk of reduced reproductive capacity but being harvested sustainably. The fishing mortality in 2008 is estimated just below Fpa. SSB increased until 2003 as a result of strong recruitments, including the record­high 1999 year class, but has dec­ lined since. Recruitment of the year classes from 2003 onwards has beeb well below average...” – Hetta brotið sigur í stuttum, at ICES klassifiserar stovnin fyri 2009 og deyðiligheit fyri 2008 sum, at stovnurin hevur niðursett evni til at endurnýggja seg, men at hann verður veiddur burðardygt. At teir so í niður­ støðuni samstundis tilráða at niðurleggja alla hýsuveiðu og samstundis leggja eina ætlan um at byggja stovnin uppaftur, sigur mær, at ICES ikki hevur neyðuga innlitið í okkara fiskiskap. Veruleikin er, sigur lands­ stýrismaðurin, at sera lítil beinleiðis hýsufiskiskapur er við Føroyar í løtuni og stórur partur av tí hýsu, sum kemur upp á land, er sum hjáveiða í øðrum fiskiskapi. Samanbera vit orðing­ arnar hjá ICES við orðing­ arnar hjá MCS um okkara hýsuveiðu, síggja vit, hvussu lítið hesin umhvørvisfelags­ skapur vandar sær um sín boðskap. ­ MCS sigur beinleiðis, at hýsa í føroyskum sjógvi er fyri ovfiskiskapi og vísir til ICES, sum í síni frágreiðing sigur, at hýsa nú verður veidd burðardygt, sigur landsstýrismaðurin. Er ikki ókent Jacob Vestergaard er sann­ førdur um, at sjálvandi skal okkara fiskiveiðiskipan taka hædd fyri tí støðu, sum stovnurin er í, men hann ivast onga løtu í, at tað ger skipanin eisini. Hann heldur, at handils­ bannið móti eini heilari tjóð, sum hann tekur til, eftir hansara tykki er ein framferðarháttur, ið vit bert kunna leggja okkum at við fullkomnum banni av øllum fiskiskapi við Føroyar sum avleiðing. – Vit hava sæð slíkt áður, men tá hevur talan verið um ágang frá umhvørvisfelags­ skapum orsaka av grinda­ drápi, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. vilmund@sosialurin.fo Vinna Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur ikki, at tilmælini hjá havfrøðini kunnu brúkast til so nógv, tí tað ber ikki til at steðga hýsuveiðini, sum mælt verður til. Hann hevur í staðin víst á og grundgivið fyri, at vit í Føroyum hava eina burðardygga fiskiveiði, og at lítil beinleiðis hýsufiskiskapur er undir Føroyum Dansar ikki eftir pípuni hjá MCS gýtingarfriðingar, og vit hava strangar ásetingar fyri at verja smáfiskin. Frá­ boðanarskylda er galdandi, um smáfiskaprosentið fer upp um ávíst mark. ­ Við tað, at vit hava fiskidagar og ikki kvotur, verður øll veiðan tikin við til lands. Tey, sum rópa harðast um burðardygga veiðu, hava stórar trupulleikar við útblaking. Hetta eru trupulleikar, sum vit einki kenna til, sigur hann. Jacob Vestergaard fegn­ ast um at kunna siga, at hóast døpru spádómarnar, sær út til, at tilgongdin av hýsu og toski er góð. – Nógvur smáfiskur er í fiskiskapinum, eins og úrslitini frá yvirlitstroling­ unum boða frá, at náttúran er við okkum aftur, sigur landsstýrismaðurin í fiski­ vunnumálum. Recovery-planur Jacob Vestergaard heldur, at vit í felag mugu byggja upp eitt skipað samskifti við ICES, MCS og fiskakeyparar, tí tað letur seg ikki gera at steðga øllum hýsufiskiskapi við Føroyar, beinleiðis sum óbeinleiðis. – Tað er hetta, ið MCS áleggur okkum. Skulu vit fylgja hesum boðskapi, má allur botnfiskiskapur við Føroyar steðga, tí hýsa er so at siga við í øllum fiskiskapi sum hjáveiða, og harvið er fullkomið bann ímóti hýsuveiðu – einsæris ­ ikki møguligt. Landsstýrismaðurin ásannar, at okkum vantar at seta ein veiðisetning um, hvussu nógv vit ætla at taka úr stovninum, inn í lógina og at hava eina ætlan fyri, hvussu vit skulu bera okkum at, um stovnurin fer niður um eitt ávíst minstamark. Hetta er ein sonevndur recovery­ planur. – Hetta er eitt nú tað, sum ICES mælir okkum til og sum hevur ligið á láni, men má fáast avgreitt til komandi fiskiár. Útlitini eru góð, og vónandi kunnu vit í felag skipa soleiðis fyri, at vit framhaldandi hava eina burðardygga fiskivinnu, sum grundstuðul undir samfelagsbúskapinum, sigur landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard. vilmund@sosialurin.fo ... at ICES mælir til at gevast við allari hýsuveiðu og samstund­ is mælir til at leggja eina ætlan um at byggja stovnin uppaftur, sigur mær, at tey ikki hava neyðuga innlitið í okkara fiskiveiði... Jacob Vestergaard – Nógvur smáfiskur er í fiskiskapinum, eins og úrslitini frá yvirlitstrolingunum boða frá, at náttúran er við okkum aftur, sigur Jacob Vestergaard Mynd : Rógvi K. Mouritsen Stutt eftir middag tann 12. apríl í 1940 komu tvey stór grá skip inn um Borðuna við stórari ferð. Danmark og Noreg vóru júst hersett av týskarunum, men tað lætti um hjá føroyingum at síggja, at tað vóru bretskir oyðarar, sum vóru komnir til Føroya. Hetta var fyrsta stigið í bretsku hersetingini av Føroyum. Tíðarskeiðið undir seinna heimsbardaga hevði við sær stórar broytingar fyri føroyska samfelagið. Bretar fóru úr aftur Føroyum síðst í mai mánaði í 1945. Ein maður var leygarmorgunin farin ein biltúr niðan í Fondsdal omanfyri Vestmanna, har ein skriða var lopin oman á vegin. Meðan bilførarin stóð og hugdi at skriðuni, sum var lopin, leyp ein onnur skriða á bilin hjá honum. Maðurin kláraði tíbetur at leypa úr bilinum, áðrenn bilurin varð slongdur einar 60 metrar oman ímóti ánni. Skriða leyp á bil 70 ár síðani hersetingina