Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 5 - 9. januar 2002 Nr. 5 - 9. januar 2002 3 Hon var einsamøll inni, tá vit tollaksmessudag komu inn á gólvið, sat og tosaði í telefonini við yngsta sonin, sum býr í Danmark. Tað gekk heldur ikki long tíð, so kom næstelsti sonurin at vitja mammuna. Fýra synir fingu tey, Elisabeth og Árni Olsen. Tað var so tómligt, nú Árni ikki var har. Hann plagdi altíð at vera har. Fyra okkum hoyrdu tey saman, Elisabeth og Árni. Men í adventini legði Árni Olsen frá sær aftan á langan og drúgvan arbeiðsdag. Henda tollaksmessudag í 2001 sótu vit og prátaðu, og Elisabeth hevði borðreitt fyri okkum. Men vit sakn- aðu øll Árna. Hann dugi altíð so væl at sita og lurta. Og tá hann kom upp í prátið, var fynd í tí, hann segði. Og so visti hann altíð so nógv um so nógv. Hann hevði eisini tað prátingar- lag, at tú skuldi hugsa teg væl um, áðrenn tú svaraði, og mangan hingu spurn- ingarnir ósvaraðir í luftini nógvar dagar aftaná, tí tú vart av álvara farin at hugsa. Prátaði tú við Árna, kundi tú mangan halda hann vera eitt satt tvørball. Komst tú við ov avgjørdum hugsanum – ikki at tala um við orðum sum »altíð« og »onganíð« – var hann skjótur at pilka teg niður. Hann metti viðurskiftini »altíð« frá ymsum síðum. Var talan um persónar, sá hann menniskjað fjølbroytt og var kvikur at vísa á góðu síðuna. Árni Olsen úr Árnastovu í Kunoy giftist við Elisa- beth Clementsen av Granda í Húsavík. Og skyldskap- urin ímillum Granda og Skumpitoft hevur verið tvinnaður saman í fleiri ættarlið. Tá Elisabeth var í Danmark og fekk sær útbúgving, hitti hon Árna, sum eisini var undir út- búgving. Tann 25. sep- tember 1949 vóru tey vígd í Húsavíkar kirkju, og brúd- leyp teirra stóð í Húsavík. Aftan á tað kom Árni nógv til Húsavíkar. Sum tann klóki maðurin, hann var, eggjaði hann ungfólki til lestur og gjørdi sítt til, at tað bar til hjá ungum húsvíkingi við lestrarhugi at fara í skúla í Havn. Altíð hevur sambandið verið gott okkara millum, og nú Elisabeth og Árni áttu fyndargomlu húsini á Granda og vit Skumpitoft, so var hugnaligt at hittast aftur á gomlu steinunum. Mangan tosaðu vit um hitt summarkvøldið, vit fóru inn á Vatnafossar og sótu við einum breyðbita og skoðaðu dýrdina við Lítla- vatn. Men løgin er lagnan. Tað var nú mest í arbeiðinum við og fyri sálarliga menningartarnað fólk og teirra avvarðandi, at vit fingu eitt neyvt samarbeið við Árna Olsen, yvirlækna. Sjálv fingu vit eitt brekað barn í 1966. Og um summ- arið 1967 skuldi dóttir okkara til kanningar á Ríkissjúkrahúsinum. Vit búðu tá í 7 vikur hjá Árna og Elisabeth í Ærtemarken saman við teimum og teirra fýra synum. Alt summarið vóru vit saman, og Árni og Elisabeth gjørdu alt, tey kundu fyri at lætta um okkum í hesi tíðini, sum fyri okkum var so stríggin. Árni arbeiddi tá sum lækni í Nykøbing S., men hann mundi taka ein part av summarferiuni at koyra okkum aftur og fram til R.H. og læra okkum at ferðast í ferðsluni, tí sein- astu vikurnar var dóttirin innløgd á R.H. Hvønn dag, vit niðurboygd komu aftur at húsum, tók Elisabeth ímóti okkum við døgurða, eins og ein góð mamma. Vit vóru heppin at kenna so góð og professionell fólk í Keypmannahavn, sum fyri okkum tá var ein ókendur býur. Og vit eru eisini takksom. Í 1971 vóru vit við til at stovna Javna, landsfelagið evnaveikum at bata. Árni og Elisabeth vóru komin aftur til Føroya at búgva, og Árni Olsen var settur yvirlækni í psykiatri. Men hann hevði ikki bert ser- útbúgving í psykiatri, men eisini í neurologi. Sjúkra- húsbyggingin fór í gongd oman fyri vegin, og vit fingu tær psykiatrisku deildirnar. Men har skuldi eisini vera bygt til evnaveik fólk. Tað kom stígur í tað, tí danski staturin setti sparing í verk. Árni Olsen var kom- in heim. Tað tryggjaði okk- um, at vit frá Javna tordu at fara til verka av álvara og streingja á myndugleikar- nar. Tað var ikki tá sum nú, tí tá var tað ein læknalig forsorg, og læknin hevði evstu ábyrgd. Hvussu tað pionerarbeiðið gekst fyrst í sjeytiárunum, eru ikki so nógv sum minnast, men eitt er vist, tað hevði neyvan gingið so væl, um vit ikki áttu Árna Olsen, yvirlækna, í landinum. Tá so okkara landsmenn búsitandi á Rødbygaard og aðrastaðni komu heimaftur á klett- arnar at búgva, gekk Árni Olsen leiðir, aðrir ikki høvdu torað at gingið. Men hann visti, rásin var gongd. Og tað var hon. Vit, sum arbeiddu sum ábyrgdarfólk í Javna tá, vistu, at vit altíð kundu venda okkum til Árna Olsen. Og tað gjørdu vit. Eisini vikuskifti og seint á kvøldi, tá fólk vóru illa kroyst, og stórar av- gerðir skuldu takast, var Árni fúsur at hjálpa. Við tí- líkum samskifti eitt sunnu- kvøld eydnaðist onkrum føroyingi eftir egnum ynski aftur at búsetast í Føroyum eftir útlegd í nógv ár. Saman við Árna Olsen komu vit upp í norrøna felagsskapin N.F.P.U. og fingu sjálvstøðuga um- boðan í 1975, har eisini Árni Olsen var við í fyrstu føroysku nevndini. Hetta var tíðin, tá londini ar- beiddu seg burtur úr tí læknaligu forsorgini og fram til eina pedagogiska forsorg. Tá var tað, at hini norðurlond hildu, at vit í Føroyum kundu fegnast um at hava ein so klókan og framskygdan lækna við okkum, tað var meira, enn nakað annað norðurland kundi breggja sær av. Tað var væl lurtað eftir Árna Olsen, yvirlæknanum úr Føroyum. Grundgevingar hansara fyri, hví hann segði hetta og hatta, vóru sanni- liga tiknar til eftirtektar. Vit vóru errin av okkara yvir- lækna, sum saman við almannastjóranum, Klaus Hermann sála, og øðrum góðum fólki gjørdu eitt satt pioneerarbeiði fyri at rudda rás fyri táverandi and- veikraverndini í Føroyum. Tað var stórur dagur fyri Árna Olsen, tá deildirnar á Eirargarði 14–16 lótu upp, og nógvir landsmenn okk- ara fingu umstøður at flyta heimaftur úr Danmark, har teir høvdu búleikast, tí ikki var rúm fyri teimum í føðilandi teirra. Men fyri 1980 hevði Árni Olsen eisini verið við til at flyta føroyingar heimaftur, sum høvdu búleikast í Ny- købing S. og aðrastaðni í Danmark. Eisini nøkur, sum búðu á Rødbygaard og aðrastaðni, fluttu heim í 1973, tí tey fingu til láns eina av psykiatrisku deild- unum at búgva í saman við teirra egna starvsfólki, til heim teirra á Eirargarði 14–16 var liðugt bygt í 1980. Tær broytingar innan- hýsis á Eirargarði, sum vóru gjørdar í áttatiárunum, var Árni Olsen hugaður fyri, tí hann sá, hvat tað gagnaði teimum deildunum at verða loystar frá sjúkra- húsinum. Vit sakna tað, at professionella ráðgevingin frá Árna Olsen steðgaði so brádliga, nú hann legði frá sær fyri jól, tí enn í dag var tørvur á hansara hjálp og vegleiðing. Góða Elisabeth. Vit hava samkenslu við tær, synum, sonarkonum og ommu- børnum. Vit eru nógv, sum sakna og syrgja saman við tykkum. Vit biðja hin al- valda standa tær og tínum hjá. Í takksemi fyri týdn- ingarmikið arbeiði fyri Føroyar og føroyingar lýsa vit frið yvir Árna Olsen, yvirlækna. Í Hoyvík 28. des. 2001 Helena og Hanus Samuelsen Minningarorð Árni Olsen, yvirlækni 14. sept. 1922 – 7. des. 2001 Árni dugdi væl at lurta, men eisini varð væl lurtað eftir honum Tøkk Eina hjartans tøkk til børn, svigarbørn, arbeiðs- felagar og øllum tykkum, sum hjálptu til og gjørdu mær 70 ára føðingardagin ógloymandi. Stóra tøkk til tykkum, sum komu í føðingardag, fyri heilsanir, gávur og telegramm. Eg ynski tykkum øllum eitt gott og signað nýggjár við tøkk fyri tað farna. Helga Mikkelsen Í fjør minkaði fólka- talið í næststørsta býnum, meðan øll hini stóru plássini í landinum høvdu vøkstur. Tølini batnaðu seinastu mánaðirnar av árinum, og borgar- stjórin hevur gott mót um 2002 FÓLKATAL Eyðun Klakstein Klaksvík: Meðan Havnin, Runavík, Tvøroyri, Vágur og onnur stór pláss í landin- um í fjør høvdu vøkstur í fólkatalinum, og samlaða fólkatalið í landinum fór upp við næstan 1000 fólk- um, so eigur næststørsti bý- urin í landinum ongan lut í hesi framgongd. Í fjør minkaði Klaksvík við 0,4 prosentum, og tá samanborið verður við Havnina og Runavík, er sjónligur munur á gongd- ini. – Vit høvdu nógv fráflyt- ing fyrra hálvár í fjør, men seinna partin av árinum vóru tølini betri, og vit rokna við, at gongdin fer at venda í hesum árinum, sig- ur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. Fráflyting orsøk Tá 2001 byrjaði búðu 4780 fólk í Klaksvík, men íbúgv- arnir minkaðu við 18 fólk- um í fjør. Hetta ljóðar ikki av nógvum, men tá onnur pláss samastundis vaksa, boða tølini frá eini skeivari gongd. Havnin vaks við 277 fólkum í fjør, Vágur við 30, og grannabygdir hjá Klaks- vík vuksu eisini. Fugla- fjørður fekk 36 fólk afturat, Gøta 31, Runavík 31 og á Skála komu 28 fólk afturat í farna ári. Klaksvíkingar høvdu í 2001 burðaravlop, men tað er fráflytingin, sum forðar fyri, at fólkatalið veksur. Í fjør fluttu 150 fólk til Klaksvíkar, meðan 185 fluttu úr býnum. Gongdin skal vendast Síðani uppgerðina mitt í 2001 er støðan í Klaksvík batna, og tað fær borgar- stjóran at hava gott mót. – Vinnulívið hevur tað gott, og øll fólk hava ar- beiði. Kommunan skal tí leggja dent á at skapa bú- staðarøguleiakr og trivnað í býnum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri. – Vit tosaðu nógv um fólkatalið í sambandi við viðgerðina av fíggjarætlan- ini fyri 2002. Og hendan viðgerð hevur eisini fingið okkum at skunda undir útstykkingina í kommun- uni, og vit fara eisini at vaksa um talið av ansingar- pláss í árinum. Borgarstjórin heldur, at kommunan hevur saman við vinnuni til uppgávu at syrgja fyri framburði í Klaksvík. – Kommunan skal gera sín part fyri at skapa fram- gongd, og tað ætla vit eisini at gera. Eg rokni við, at fólkatalið fer at vaksa í 2002, og við einum undir- sjóvartunnli á veg, eru stór- ir møguleikar fyri fram- burði í okkara øki, heldur Steinbjørn Jacobsen. Fólkatalið minkaði í Klaksvík Meðan fólkatalið í Føroyum vaks við næstan 1000 fólkum í fjør, minkaði fólkatalið í Klaksvík, men tølini batnaðu sum árið leið. Mynd: Eyðun Klakstein – Eg rokni við, at fólktalið fer at vaksa í 2002, og við einum undirsjóvartunnli á veg, eru stórir møguleikar fyri fram- burði í okkara øki, heldur Steinbjørn Jacobsen Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2 Í sambandi við, at Føroya Banki heima á Sandi flytir í nýggj høli, verður móttøka fyri viðskiftafólki og áhugaðum hósdagin 10. januar kl. 11.00-13.00. Orsakað av flytingini er deildin stongd frá mikudegnum 9/1 kl. 13.00 til hósdagin 10/1 kl. 13.00 Føroya Banki heima á Sandi flytir í nýggj høli M óttøka