mikudagur 9. januar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 5 - 9. januar 2002
Nr. 5 - 9. januar 2002
5
Palm Seafood í Vági
byggir út, so at tey fáa
arbeitt meiri fisk.
Samstundis verður
farið undir nýggja
framleiðslu, sum er at
turka høvd og ryggir
til Afrikanska
marknaðin
ÚTBYGGING
Áki Bertholdsen
Palm Seafood er eitt av
teimum
fiskavirkjunum,
sum vórðu sett á stovn í
Vági í kjalarvørrinum á
kreppuni, sum legði bæði
fiskivinnu og alla aðra
vinnu í Vági lamna.
Men síðani hevur gingið
støðugt framá hjá Palm,
ikki minst síðani eitt stórt
íslendskt samtak, SÍF, Sølu-
samband Íslendskra Fram-
leiðaranna, keypti helvtina
av virkinum.
Nú er Palm Seafood eis-
ini í ferð við at byggja út.
Tilsamans verður ein høll
bygt, sum er 400 fermetrar
stórt. Hetta er ein útbygg-
ing sum kostar 1,3 millión,
sigur Petur Johannesen,
stjóri á Palm Seafood.
– Vit hava tvey endamál
við útbyggingini, sigur
hann. Tá ið útbyggingin er
liðug, er Palm Seafood
1.275 fermetrar stórt.
Hann sigur, at fyrsta
endamálið við byggingini
er at gera umstøður til at
kunna skera og pakka fisk
ísenn.
Palm Seafood hevur lagt
seg eftir at salta upsa, bæði
fløk og flaktan og í fjør ar-
beiddu tey 2.800 tons, tað
allarmesta var upsi, bert
eini 300 tons vóru blá-
longa.
Men umstøður hava ikki
verið til at pakka saltfisk,
samstundis sum vit skera.
Hvørja ferð, vit pakka, hava
vit verið noydd at leggja
framleiðsluna stilla og tað
ætla vit at sleppa undan í
framtíðini.
Hann sigur, at samstund-
is ber hetta í sær, at teir vera
førir fyri at arbeiða meiri
fisk.
Petur Johannesen sigur,
at hann væntar, at teir
kunnu arbeiða eini 4.000
tons, tá ið útbyggingin er
liðug.
Í løtuni arbeiða um 20
fólk hjá Palm Seafood, ella
gott tað. Arbeitt hevur verið
næstan hvønn dag. Petur
Johannesen sigur, at tað er
ikki óhugsandi, at teir fáa
brúk fyri einum 10 fólkum
afturat, tá ið útbyggingin er
liðug.
Hann sigur, at stórur
eftirspurningur er eftir ar-
beiðsmegi í Vági, so hann
veit ikki, hvussu tað verður
at fáa støðuga arbeiðsmegi
í framtíðini.
– Tíbetur hava vit varð-
veitt fólkið, vit hava havt.
Spurningurin
verður,
hvussu verður við tí, vit
skulu hava afturat.
– Men fáa vit ikki støð-
uga arbeiðsmegi í her, hava
vit einki ímóti at fara uttan-
lands eftir fólki, tí tað er alt
avgerandi at hava støðugt
fólk, sigur hann.
Turka høvd og ryggir
Petur Johannesen sigur, at
útbyggingin verður liðug
nú í januar og tá verður eis-
ini farið undir eina nýggja
framleiðslu í Vági.
Tað er at turka høvd og
ryggir upp á sama máta,
sum gjørt verður í Lorvík.
Hetta er ein framleiðsla,
sum íslendingar eru komnir
til Føroya við og Petur Joh-
annesen sigur frá teimum,
at tað stendur ikki at sleppa
við við framleiðsluna.
Hetta er ein framleiðsla,
sum verður seld til Nigeria,
har vit hava skilt, at tey
turkaðu høvdini og rygg-
irnir verða brúktir til súpan-
arbót.
Petur Johannesen sigur,
at í fyrstu atløgu verður
bara høvd og ryggir av fiski
frá teimum sjálvum brúktir
í hesi framleiðsluni.
Men gongst væl, fara teir
eisini at keypa frá øðrum,
tá ið framleiðslan og ar-
beiðshættir eru fingnir í
rættlag. Av teimum 1,3
milliónunum, sum íløgan
kostar, eru tær 600.000
krónur farnar til útbúnað at
turka høvd og ryggir við.
Men fara teir at keypa
slógv at turka, má meiri
útgerð til og hon má so
keypast afturat.
Fara at turka høvd og ryggir í Vági
Palm Seafood í Vági er eitt
virki í vøkstri. Nú verða 400
fermetrar bygdir upp í virkið
og tá verður eisini farið
undir eina nýggja
framleiðslu
Formaðurin í
Landsfelag pensjón-
istanna, Tómas Tóm-
asson, heldur tað vera
talan um ein bata, nú
landsstýrið ætlar at
geva pensjónistum
loyvi til at vinna
meiri pening. Tó
heldur hann, at nógv
meiri kundi verið
gjørt
PENSJÓNIR
Heri á Rógvi
Í Sosialinum fríggjadagin
stendur at lesa eitt lesar-
bræv, sum formaðurin í
Landsfelag pensjónistanna,
Tómas Tómasson, hevur
skrivað. Í greinini leggur
hann ikki fingrarnar ímill-
um, tá tað kemur til at lýsa
støðuna hjá pensjónistum í
Føroyum.
– Grát mítt elskaða land,
tað eru mong gomul fólk
sum sita og gráta, ein gom-
ul kona sum er sjúk, hon
eigur ein blindan mann,
hvat blívir av honum, um
hon fellur frá áðrenn hann,
skrivar Tómas Tómasson
m.a. í lesarabrævinum.
Somuleiðis kemur hann
eisini í greinini nogv inn á,
at løgtingsvalið nærkast, og
hann vísir á, hvussu nógvir
teir í felagnum eru, og
hvussu stóra ávirkan teir
kunnu hugsast at fáa.
Í bløðuni seinastu dag-
arnar og á tíðindafundi týs-
morgunin bóru umboð fyri
landsstýri fram, at teir
ætlaðu at bøta um viður-
skiftini hjá pensjónistum,
eitt nú við at loyva pensjón-
istum at vinna sær meira
pening enn áður, áðrenn
hesin kemur at ávirka sjálv-
an pensjónina til tann ein-
staka.
Tómas Tómasson sigur, at
hann er sjálvsagt fegin, nú
korini eftir øllum at døma
verða betraði, men hann
heldur framvegis, at nógv
kundi verið gjørt afturat.
– Tað eru serliga ellis- og
røktarheimini, sum hava
hjálp fyri neyðini, og tað er
stórur tørvur á fleiri og
betri ellisheimum, sigur
Tómas Tómasson.
Hann sigur harumframt,
at ein ynskilig skipan var,
um pensjónistar ikki bert
kundu gjalda vanligan skatt
fyri sína inntøku, sum kem-
ur inn umframt tað, teir fáa
í pensjón.
– Tað eigur ikki at vera
meiningin, at pensjónistar
bert skulu eta molarnar,
sigur Tómas Tómasson.
Hann fílist somuleiðis á,
at myndugleikarnir hava
minka blokkin so mikið, tá
so nógv liggur á láni á
eldraøkinum.
–
Tað
kann
tykjast
ørkymlandi fyri okkum, og
tað tykist sum um, at tað
eru vit, sum skulu gjalda
fyri fullveldi, sigur Tómas
Tómasson.
Tómas Tómasson:
–Ein bati
Advokatskrivstovan,
ið heldur til í Havn,
letur nú upp eina
deild í Saltangará.
Hetta hevur samband
við tað vaksandi
vinnuliga virksemið í
økinum, verður sagt
av Advokatskriv-
stovuni
ADVOKATAR
Stefan í Skorini
– Skálafjørðurin er vorðin
ein miðdepil uttanfyri høv-
uðsstaðin, og vit kunnu
økja um talið á viðskifta-
fólki okkara við at lata eina
deild upp í økinum, sigur
Ólavur Jákup Kristoffersen,
ið er advokatur á Advo-
katskrivstovuni.
Hann leggur afturat, at
hetta er tengt at tí vaksandi
vinnuliga virkseminum í
økinum, sum eisini hýsir
einastu oljuhavnini í Før-
oyum.
– Við at hava eina skriv-
stovu kunnu vit veita eina
betri tænastu í hesum økin-
um og norðanfyri sum
heild, sigur Ólavur Jákup
Kristoffersen.
Frammanundan er ein
advokatfyritøka á Skála-
fjørðinum, og tað eru Jón-
finn Thomsen og Poul
Hansen, ið hava eina skriv-
stovu í Runavík.
Aðrar advokatfyritøkur
hava havt deildir aðrastaðni
í Føroyum enn í Havn, men
í løtuni eru bara hesar báðar
deildirnar uttanfyri Havn-
ina.
Tveir dagar um
vikuna
Nýggja skrivstovan letur
upp hósdagin, og í fyrsta
umfari verður hon bara
opin tveir dagar um vikuna.
Tað verður hósdag og
fríggjadag.
– Nú royna vit, um
grundarlag eru fyri at hava
eina deild á Skálafjørð-
inum. Tí velja vit ikki at
hava opið allar dagar í vik-
uni at byrja við. Hetta er ein
varislig roynd at hava
virksemi uttanfyri høvuðs-
staðin, sigur Ólavur Jákup
Kristoffersen.
Advokatarnir fara at hava
skrivstovu á Heiðavegi í
Saltangará í bygninginum
hjá P/F Snaraløki. Framm-
anundan halda Føroya Tele,
g r a n n s ko ð a r a f e l a g i ð
Rasmussen og Weihe og
reiðaríið Snaraløkur til í
nýggja bygninginum.
Advokatarnir á Advokat-
skrivstovuni fara at skiftast
um at arbeiða á Skálafjørð-
inum, so at allir sleppa at
royna seg á nýggja beitin-
um.
Umframt at veita íbúgv-
unum í økinum eina betri
tænastu og møguleikan av
fáa fleiri viðskiftafólk,
nevnir Ólavur Jákup eisini,
at Advokatskrivstovan kann
hava annað virksemi so
sum fundir í nýggju hølun-
um.
Hetta er fyrstu ferð, at
Advokatskrivstovan flytir
virksemi aðrastaðni enn í
høvuðsstaðnum. Skrivstov-
an hevur røtur aftur til 1905
og er elsta advokatskriv-
stova í Føroyum.
Advokatarnir, ið starvast
á skrivstovuni, eiga hana í
felag, og eingin er stjóri,
men teir stýra eisini í felag.
Nýggja Norrøna er
farin at taka skap.
Mánamorgunin varð
kjølurin lagdur á
skipasmiðjuni í
Lübeck í Týsklandi. Í
tí sambandi var ein
hátíðarløta hildin,
har umboð fyri teir
størstu íleggjararnar
vóru til staðar. Óli
Hammer er spentur
um nýggja skipið
SKIPABYGGING
Stefan í Skorini
Mánadagin var hátíðarløta
á skipasmiðjuni Flender
Werft í Lübeck í Týsklandi.
Tað var í sambandi við, at
kjølurin til nýggju Norrønu
varð lagdur.
Til hátíðina vóru umboð
frá Smyril Line í Føroyum.
Umframt føroysku umboð-
ini vóru fólk úr Íslandi og
Hetlandi, sum hava lagt
pening í stóru verkætlan-
ina.
Tað varð gjørt soleiðis, at
tríggjar myntir vórðu festar
á eina plátu, ið hevði eina
áskrift, sum segði frá, at
hetta var Norrøna. Tær
tríggjar myntirnar eru úr
Íslandi, Føroyum og Het-
landi.
Plátan varð síðani fest á
ein træbjálka, ið fer at
liggja undir skipinum. Tá
skipið verður sjósett tann 6.
september í ár, verður
møguleiki hjá einum og
hvørjum at taka plátuna við
myntunum. Plátan verður
síðani latin reiðarínum, og
finnarin fær ístaðin eina
gullmynt. Hetta er vanligur
siður í Týsklandi í sam-
bandi við skipabygging.
Spentur um skipið
Óli Hammer er sera spentur
um hetta nýggja og fram-
komna skipið, sum nú
verður bygt. Hann væntar,
at tað fer at økja um talið av
ferðafólki og nøgdina av
farmi, sum verður flutt
millum londini.
Tá skrokkurin verður
sjósettur tann 6. september
skal skipið gerast liðugt
innan. Væntandi verður
Norrøna sett í sigling í
mars 2003.
Skipið fer at taka 1500
ferðafólk umframt mann-
ingina.
Advokatskrivstova letur upp í Saltangará
Kjølurin
lagdur
Í bygninginum hjá P/F Snaraløki í Saltangará fer Advokat-
skrivstovan at hava nýggju deildina. Advokatarnir vóna
soleiðis at fáa fleiri viðskiftafólk
Mynd: Jens Kr. Vang
Stórur spenningur var í luftini, tá kjølurin til nýggju Norrønu varð lagdur mánamorgunin. Óli Hammer, stjóri í Smyril Line,
væntar sær nógv av nýggja skipinum
Ein stórur skarði av
føroyingum var hjástaddur
til hátíðarhaldið, sum var á
skipasmiðjuni í Lübeck, tá
kjølurin varð lagdur
C
M
Y
K
5
4