mikudagur 9. januar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 5 - 9. januar 2002
Nr. 5 - 9. januar 2002
7
Pensiónistur á
Tvøroyri hevur mist
yvir 1.600 krónur av
pensjónini tí hann
hevur egnt nakrar
stampar fyri útróðr-
arbát, hóast pensjón-
istar næstan eru teir
einastu, sum tíma at
egna
PENSJÓNIR
Áki Bertholdsen
Mangan verður tikið til, at
tað loysir seg ikki at ar-
beiða. Yvirhøvur er lítil
sannleiki í hesum. Men tað
er ein samfelagsbólkur, har
tað í hvussu so er loysir seg
ómetaliga illa at arbeiða.
Og tað er tann samfelags-
bólkur, sum frammanundan
fær minst, nevniliga pensj-
ónistarnir.
– Tað er so galið, at rættir
ein pensjonistur hond frá
síðu fyri at tjena sær nøkur
oyrur eyka, høggur lands-
kassin niður á hann beinan-
vegin, tí so verður ein fittur
partur av pensjónini tikin
frá honum.
Hetta hava teir í egning-
arskúrðinum hjá útróðrar-
bátinum Herdis á Tvøroyri,
sannað.
Har eru eisini onkir
pensjonistar farnir at egna
fyri at stytta sær stundir og
samstundis fyri at forvinna
sær nøkur oyru afturat
pensjónini. Men úrslitið,
teir fáa burturúr er, at teir
koma at betala nógv meiri
skatt av pensjónini, enn teir
plagdu og tí loysir tað seg
so illa at arbeiða, at teir eru
um at tveita frá sær.
– Og eitt skal vera púra
vist, at rýma pensjónistarn-
ir úr egningaskúrðunum
kring landið, liggur hvør
einasti línubátur beinan-
vegin, tí tað er svarta
hopleyst at fáa egnarar og
pensjónistar
eru
teir
einastu, sum hava tímað at
egnt, siga teir.
Tølini niðanfyri er eitt
ítøkiligt dømi um, hvørjar
avleiðingar tað fær fyri ein
pensjónist,
sum
hevur
heilsu og áræði til at bróta
upp um armar og at tjena
sær nøkur oyru- og sam-
stundis rætta eina hjálpandi
hond til útróðrarmenn, sum
annars ikki fáa línuna
egnda.
Talan er um ein pensjón-
ist, sum er giftur og so tí
fær lægstu pensjón. Konan
arbeiðir ikki.
Í oktober, november og
desember í fjør hevur hann
egnt fyri tilsamans 13.200
krónur.
Men afturfyri hevur hann
betalt yvir 1.600 krónur
meiri í skatti av fólkapensj-
ónini, enn hann plagdi at
betala.
– Eg havi onki ímóti at
betala skatt av tí, eg egni
fyri. Men tað er eitt stórt
vónbrot at skattur haraftur-
at eisini skal dragast av
pensjónini av tí at eg fái
nøkur oyru framíhjá, sigur
hann.
Hann sigur, at hann fær
3.313
krónur
í
fólkapensjón um mánaðin,
umframt eina viðbót uppá
1.420 krónur, ella tilsamans
4.733
krónur
í
fólkapensjón.
Vanliga plagar hann at
betala ímillum 300 og 400
krónur í skatti av pensjón-
ini.
Harumframt fær hann
620 krónur um mánaðin úr
samhaldsfasta og av tí hev-
ur hann betalt 100 krónur í
skatti.
Sostatt fær hann tilsam-
ans 5.353 krónur í pensjón-
um um mánaðin og av tí
betalir hann ímillum 400 og
500 krónur í skatti, so eftir
eru ímillum 4.853 krónur
og 4.953 krónur at liva fyri.
Triðingin av
pensjónini í skatti
Nú fer hann so at egna.
Fyrstu lønina fær hann 5.
oktober og hon var uppá
2.500 krónur. Av tí betalti
hann 188 krónur í skatti. 1.
november fær hann 1.700
krónur í løn og betalir 310
krónur í skatti. 29. nov-em-
ber fær hann 3.900 krónur í
løn og betalir 924 krónur í
skatti og beint fyri jól, 21.
desember, fær hann 5.100
krónur í løn og betalti
1.507 krónur í skatti.
Men tá ið hann fær pensj-
ónina,
fekk
hann
ein
hvøkk, tí tá ið hann fær
pensjón 27. november, eru
807 krónur tiknar í skatti,
ella meiri enn tvær ferðir so
nógv sum vanligt.
Og tá ið hann so aftur fær
pensjón 18. desember, eru
1.274 krónur tiknar av í
skatti. Í desember varð so-
statt næstan øll pensjóns-
viðbótin upp á 1.420 krón-
ur tikin aftur í skatti.
Sama skilið var við sam-
haldsfasta. 30. november
fekk hann tær vanligu 620
krónurnar, men hesuferð
vórðu 167 krónur tiknar í
skatti ístaðin fyri 100 krón-
ur sum vanligt. Og tá ið
hann aftur fekk samhalds-
fasta útgoldnan 30 desem-
ber, vóru 296 drignar frá í
skatti.
Hetta heldur pensjónist-
urin verða smáligt av lands-
kassanum, soleiðis at revsa
pensjónistar fyri at arbeiða.
– Umframt skattin av
egningarlønini, havi eg eis-
ini goldið næstan triðingin
av desember pensjónini í
skatti.
Hann sigur, at nú Lands-
stýrið hevur tikið pensjóns-
málið upp, átti tað avgjørt
verðið soleiðis, at pensjón-
irnar blivu skattafríar, sigur
hann.
– Pensjónin er so lítil
frammanundan,
at
tað
gjørdi onki, um landskassin
unti teimum pensjónistum,
sum hava heilsuna til tað, at
teir forvunnu nøkur oyru
eyka, uttan at revsa teir
afturfyri við at leggja eyka-
skatt av pensjónina.
– Tað er eisini ein uggi
hjá nógvum pensjónistum,
at teir kunnu sleppa út
ímillum fólk eitt sindur,
serliga tá talan er um eitt
arbeiði, sum ongin annar
tímir at gera, leggur hann
afturat.
Landskassin høggur niður
á pensjónistar sum arbeiða
Fólkapensónistur á Tvøroyri misti næstan triðingin av pensjónini í seinasta mánaða tí hann
hevur egnt. Hetta er at revsa teir pensjónistar, sum forvinna sær nøkur oyru eyka, hóast næstan
ongin annar tímir at egna, heldur hann
Desember mánaði
var góður fyri
skattainntøkuna
hjá Klaksvíkar
kommunu, og 2001
var metár
PENGAR
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Ongantíð
áður hava klaksvíkingar
goldið so nógv í skatti
sum í farna ári.
Skattainntøkan
hjá
Klaksvíkar
kommunu
kom upp á hundrað
milliónir krónur, og tað
vóru fimm milliónir
fleiri, enn roknað varð
við á fíggjarætlanini fyri
2001.
Besti mánaðin hjá
Klaksvíkar
kommunu
nakrantíð var desember
mánaði í fjør, tá skattur-
in lá um 13 milliónir
krónur. Besti mánaðin
frammanundan hesum
var desember mánaði í
2000, tá inntøkan var
stívliga 12 milliónir.
Fyrr enn væntað
Klaksvíkar
kommuna
hevur í fíggjarætlanini
fyri 2002 roknað við
eini skattainntøku upp á
97 milliónir krónur. Tá
fíggjarætlanin var til
viðgerðar í býráðnum
varð tosað um, at møgu-
leikar vóru fyri, at
skattainntøkan fór at
runda 100 milliónir í
2002.
Veruleikin gjørdist tó
tann, at hetta tal náddi
skatturin longu, tá árið
2001 var av.
Virksemið í Klaksvík
er stórt, og sum aðra-
staðni í landinum hava
virki og fyritøkur trupult
við at finna fólk.
– Vit halda, at skip-
anin við Løgtings-
ins Umboðsmanni
góð, og Fíggjar-
málastýrið æltar
sær avgjørt ikki at
sáa iva um álitið
hjá honum, sigur
Thomas Magn-
ussen
UMBOÐSMAÐURIN
Eyðun Klakstein
–
Fíggjarmálastýrið
heldur, at skipanin við
einum umboðsmanni er
ein góð skipan, og
Fíggjarmálastýrið ætlar
sær avgjørt ikki at sáa
iva um álit hjá Løgtings-
ins Umboðsmanni, ella
at viga umboðsmannin.
Tað sigur Thomas
Magnussen, sum er leið-
ari á Lønardeildini hjá
Fíggjarmálastýrinum.
Fíggjarmálastýrið
fekk í november mánaði
eitt álit frá Løgtingsins
Umboðsmanni um eitt
mál, har Umboðsmaður-
in helt, at mannagongd-
in hjá Fíggjarmálastýr-
inum ikki var í lagi.
Hesa mannagongd vil
Umboðsmaðurin hava
Fíggjarmálastýrið
at
taka upp til nýggja met-
ing.
Størri arbeiði
Hetta er ikki gjørt enn,
men leiðarin á Lønar-
deildini hjá Fíggjar-
málastýrinum vísir aftur,
at tað merkir, at Fíggjar-
málastýrið ikki ætlar sær
at fylgja álitinum uttan
víðari.
– Málið hjá Umboðs-
manninum var eitt kon-
kret mál um løn til fyrr-
verandi tænastumann,
sum eisini fekk eftirløn.
Málið er ikki aktuelt
longur, og Umboðsmað-
urin biður ikki um, at tað
konkreta málið verður
tikið upp aftur ella at
Fíggjarmálastýrið ger
nakað ávíst.
– Í álitinum heitir Um-
boðsmaðurin hinvegin á
Fíggjarmálastýrið
um
generelt at taka spurn-
ingin um munarløn til
umhugsunar av nýggj-
um.
– Tað er eitt størri ar-
beiði sum ikki er liðugt
enn. Tá ein tíðindamað-
ur spurdi eftir málinum,
bar tí ikki til at siga ann-
að enn at málið var ikki
liðugt viðgjørt. Meiri er
ikki í hesu søgu, sigur
Thomas
Magnussen,
leiðari á Lønardeildini.
100 milliónir
í kassan
– Ætla ikki
at ganga ímóti
Umboðsmanninum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Mánakvøldið um 19-tíðina
komu trolararnir, Stjørnan
og
Polarhav,
aftur
á
Runavík eftir, at skipini
høvdu
verið
á
fiska-
marknaðinum í Hanstholm
við fyrstu føroysku ísfiska-
lastini yvirhøvur í hesum
nðggja ári. Teir fóru úr
Hanstholm um middagin
leygardagin.
Í Runavík skiftu teir fólk,
og okkurt smávegis skuldi
gerast. Síðan fóru teir
avstað aftur um 23-tíðina
hetta sama kvøldið.
Seks mans eru umborð á
hvørjum skipi hvønn túrin.
Teir hava tríggjar mann-
ingar, so tilsamans eru 18
mans knðttir at Polarhavi
og Stjørnuni.
Góð ísfiskasøla
Teir, sum eiga skipini, eru
væl nøgdir við søluna í
Hanstholm.
Veiðan
vá
350.000 pund. At kalla alt
var upsi, meginparturin
upsi 3. Bruttosølan var 1,8
milj. krónur. Hetta svarar til
umleið 1,6 milj. krónur
netto, og tað er ein góð
søla.
Miðalprísurin lá nakað
omanfyri 10 kr. fyri kg.
brutto. Besti prísurin var
umleið 13 kr. fyri kg., og
vánaligasti prísurin var
niðri á 9 kr. fyri kg.
Sum skilst, verður fisk-
urin skorin til flak og seldur
feskur á evropeiska markn-
aðin.
Seldu fyri 1,6 milj. krónur netto
Polarhav og Stjørnan vóru á Runavík kl. 19 mánakvøldið. Teir skiftu fólk og loystu aftur kl. 23.
- Tað er ikki rætt, at
leirvíkstrolararnir
høvdu fingið tað
sama fyri upsan á
føroyska markn-
aðinum, sum teir
fingu í Hanstholm,
sigur virkisleiðari
Vilmund Jacobsen
Saltangará: Góði upsa-
fiskiskapurin og raskir
fiskimenn hava syrgt fyri,
at flakavirkini kring landið
ikki lógu í fiskaloysi leingi,
nú vit eru farin inn í eitt
nýtt ár.
Trolarin,
Fram,
sum
partrolar saman við Vest-
menningi, landaði til Fiska-
virking í Saltangará mána-
dagin. Teir høvdu góð
180.000 pund, harav virkið
í Saltangará keypti tey
130.000 pundini. Restin,
eini 46.000 pund, varð seld
um uppboðssøluna.
Sagt verður í Saltangará,
at upsin var góður.
Fram og Vestmenningur,
sum landaði í Vestmanna
og hevði á leið tað sama,
royndu í seks dagar.
Grønanes í dag
Grønanes landar í Sal-
tangará í dag. Teir hava eini
160.000 pund, og væntandi
er upsastøddin tann sama
sum hjá Fram. So, hetta er
framvegis góður upsi.
Tey vóru til arbeiðis á
Fiskavirking í Saltangará
mánadagin, og tá ið vit
frættu týsmorgunin, vóru
útlit til eina hampiliga góða
viku.
- Væntandi røkkur fisk-
urin hjá Grønanesi nakað út
á hósdagin, og ikki er óvist,
at
okkurt
ikki
verður
fríggjadagin eisini, søgdu
tey í Saltangará.
Ikki sama prís
Onkur hevur róð uppundir,
at Stjørnan og Polarhav,
sum seldu í Hanstholm
mánadagin, høvdu fingið
sama nettoprís, um teir
seldu lastina í Føroyum, tí
trolararnir vóru teir fyrstu,
sum landaðu eftir árs-
skiftið.
- Men sambært teimum
prísum, eg havi skilt, at teir
fingu í Hanstholm, er hetta
ikki rætt, sigur Jason
Johannesen, virkisleiðari,
sum heldur, at tað hevði
verið torført at fingið tað
sama fyri upsan á føroyska
marknaðinum.
Upsin hjá leirvíkstrolar-
unum var smáttfallandi
hendan túrin, og sambært
Jasoni, er tað serliga hend-
an upsan, danir vilja hava.
Gongd komin á aftur í Saltangará
Í Vestmanna arbeiða
tey aftur við tvey-
skiftivakt. - Tú
noyðist at tryggja tær
fisk til í minsta lagi
tríggjar dagar, tá ið
farið verður undir at
arbeiða við skiftivakt,
tí hetta krevur
sáttmálin
Vilmund Jacobsen
Vestmanna:
Vestmenn-
ingur, sum partrolarar við
Fram, landaði í Vestmanna
mánadagin.
Tilsamans
høvdu
skipini
360.000
pund av góðum upsa, harav
Vestmenningur
hevði
umleið helmingin í sínari
last. Fiskavirking í Vest-
manna keypti meginpartin
av lastini hjá Vestmenningi,
men eins og hjá Fram, fór
eisini ein partur av lastini
hjá
Vestmenningi
um
uppboðssøluna.
Skipini fóru út nýggj-
árskvøld. Tey royndu í seks
dagar.
Vesturbúgvin undir
lúkurnar
Í dag landar Vesturbúgvin í
Vestmanna. Teir partrola
við Eysturbúgvanum, sum
vanliga landar á Sandi. Sagt
verður, at skipini eru full
undir lúkurnar. Tey hava
roynt eystanfyri, og vænt-
andi er slagið tað sama ˆ
góður upsi - sum hjá hinum
skipunum, ið hava roynt á
somu leið.
Tey vóru ikki til arbeiðis
á Fiskavirking í Vestmanna
mánadagin, men týsdagin
fóru tey aftur til verka við
tvey-skiftivakt,
sum
í
minsta lagi varar í tríggjar
dagar.
Tilrættalegging
- Tá ið arbeitt verður við
tvey-skiftivakt, skal sam-
bært sáttmálanum í minsta
lagi arbeiðast í tríggjar
fylgjandi dagar. So, hetta
krevur eina neyva tilrætta-
legging.
Í Vestmanna hava tey
leingi arbeitt við tvey-
skiftivakt, og hetta er
eingin trupulleiki, tá ið
nógvur fiskur kemur uppá
land.
Men er ivingarsamt við
fiski, kann tað vera eitt
sindur truplari at leggja
arbeiði til rættis.
- Tú noyðist í øllum
førum at hava tryggjað tær
fisk til tríggjar dagar, tá ið
farið
verður
undir
at
arbeiða við skiftivakt, tí
hetta krevur sáttmálin, siga
tey í Vestmanna.
Vestmenningur og Vesturbúgvin í Vestmanna
C
M
Y
K
7
6
GÓÐIR
BRÚKTIR
BILAR
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
VW Golf 1,6 Diesel
gulur, 3 hurðar,
árg. 1998.
19.000
VW Golf 1,6 Diesel
gráur, 3 hurðar,
árg. 1990, 135.000 km.
25.000
Nissan Almera 1.6 GX
reyður, 4 hurðar,
árg. 1998.
100.000
Nissan Primera 1,6 LX
grønur, 4 hurðar,
árg. 1995, 71.000 km.
75.000
Nissan King Cab 4x4 Diesel
gráur, 2 hurðar,
árg. 1996.
78.000
Peugeot 405 GR 1,9 Diesel St. car
vínreyður, 5 hurðar,
árg. 1995, 124.000 km.
79.000
Peugeot 306 Turbo Diesel
reyður, 4 hurðar,
árg. 1998, 86.000 km.
104.000
Opel Astra 1,8 Club Wagon
grønur, 5 hurðar,
árg. 1995, 104.000 km.
70.000
Opel Astra 1,4
bláur, 3 hurðar,
árg. 1997, 97.000 km.
70.000
Opel Astra 1,7TD Wagon
beige, 5 hurðar,
árg. 1997, 150.000 km.
85.000
Opel Astra 1,7TD Wagon
grønur, 5 hurðar,
árg. 1995, 89.000 km.
65.000
Opel Astra 1,7TD Wagon
vínreyður, 5 hurðar,
árg. 1996, 58.000 km.
75.000
Opel Corsa 1,4
bláur, 3 hurðar,
árg. 1995.
60.000
Toyota Carina E 2,0 TD
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 243.000 km.
110.000
Toyota Carina E 1,6
brúnur, 4 hurðar,
árg. 1993, 122.000 km.
61.000
Toyota Corolla 1,3
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1995.
55.000
Opel Astra 2,0 TDi Comfort
brúnur, 5 hurðar,
árg. 1998, 75.000 km.
119.000
Opel Astra 1,6 Club Wagon
bláur, 5 hurðar,
árg. 1998, 50.000 km.
109.000
Citroen Xsara 1,8 Coupe
gulur, 2 hurðar,
árg. 1998, 51.000 km.
87.600
Citroen ZX Volcane
reyður, 5 hurðar,
árg. 1991, 130.000 km.
25.000