Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 5 - 9. januar 2002 Nr. 5 - 9. januar 2002 9 Úr Norðurlondum: Burtur við floks- stuðlinum Dansk Folkeparti held- ur, at Fólkatingið eigur at strika pengarnar, sum teir politisku flokkarnir fáa á fíggj- arlógini. Fyri fimm árum síðani varð stuðulin fimmfaldaður og er nú 80 mió. krón- ur. Formaðurin í ting- bólkinum hjá Dansk Folkeparti, Kristian Thuesen Dahl, sigur, at teir politisku flokkar- nir eru privatir felags- skapir og eiga tí at liva av limagjaldinum frá limunum eins og aðrir felagsskapir. Sambært uppskotin- um skulu flokkarnir varðveita tann partin av stuðlinum, sum er ætlaður til arbeiðið í Fólkatinginum. Tað er stuðulin til sjálvar flokkarnar, sum skal burtur. Sum er fáa teir politisku flokkarnir í Danmark 23,25 krónur um árið fyri hvørja atkvøðu, flokkarnir fingu á seinasta vali. Vanlukka kannast umaftur Tilburðurin, tá norska ferjan "Sleipner" fór á land og sakk uttan fyri Haugesund í november í 1999, skal kanska kannast umaftur. Tað hevur sakførarin hjá skiparanum í hvussu er kravt. "Sleipner" sigldi á eitt sker við vitan á Ryvarden. Tíggju fólk sjólótust. Ríkiaadvokaturin hevur stevnt reiðarí- num og skiparanum, men nú krevur verjin hjá skiparanum, at málið verður kannað av nýggjum. Sakfør- arin vísir á eina kann- ing hjá einum verk- frøðingi, sum vil vera við, at ferjan hevði eitt brek, sum kann hava verið orsøk til van- lukkuna. Verkfrøðingurin heldur, at brekið kann hava verið orsøkin til, at ferjan fór av kós, beint áðrenn hon rendi á skerið. UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Hydro keypt alu- miniums- virki Norsk Hydro hevur keypt týsku alumin- iumsfyritøkuna VAW Aluminium. Prísurin er slakar 20 mia. krón- ur, og hetta er størsta keyp, sum Hydro hev- ur gjørt. Norsk Hydro hevur leingi havt ætlanir um at keypa seg inn í tann almenna partin av norsku oljuvinnuni. At felagið nú hevur keypt týsku aluminiumsfyri- tøkuna verður tikið sum ein ábending um, at felagið hevur slept teirri fyrru ætlanini. Aðalstjórin í Norsk Hydro, Eivind Reiten, sigur, at tað nýggja keypið er skilagott og lønandi. Við keypinum er Norsk Hydro størsta aluminiumsfyritøkan í Evropa og ein av teim- um størstu í heimin- um. Ford sigur upp Bilverksmiðjan Ford hevur sambært bretska blaðnum Financial Times gjørt av at siga umleið 20.000 fólk úr starvi, samstundis sum fleiri verksmiðjur í USA skulu latast aftur. Ford Motor Com- pany er heimsins størsti bilframleiðari, men felagið hevur havt trupulleikar í seinast- uni við minkandi marknaðarparti og stórum halli, sam- stundis sum brek hava verið við fleiri av bil- unum. Leiðslan gjørdi tí herfyri at fara undir eina stóra bygnaðar- broyting, og uppsagn- irnar eru ein liður í hesum broytingum. Í oktober fekk Ford nýggjan stjóra, tá langabbasonur gamla Henry Ford, William Clay Ford, tók við eftir Jacques Nasser. Bretski forsætisráð- harrin, Tony Blair, steðgaði óvæntað í Kabul á vegnum heimaftur til Bretlands Steðgurin í afghanska høvuðsstaðnum var kortini stuttur, fýra tímar. Orsakað av trygdarviðurskiftunum fór Blair ikki inn í høv- uðsstaðin Kabul, men hitti ístaðin afghanskar umboðs- menn í floghavnini Bag- ram. - Eg setti mær fyri at fara til Afghanistan fyri at vísa tillagingarstjórnini her, at vit halda okkum hava varandi skyldur mótvegis tí afghanska fólkinum, segði Blair, tá flogfar hansara setti seg í Bagram-flog- havnini, sum sovjetska hersetingarvaldið lat gera, og sum bretskir hermenn nú hava eftirlitið við. Afghanski leiðarin Ha- mid Karzai tók ímóti bretska forsætisráðharr- anum. - Afghanistan hevur ligið í andaleypi alt ov leingi, og allur heimurin hevur goldið prísin, sum hevur verið yvirgangur, rúsevnisút- flutningur og at enda tann oyðandi spreingingin í USA, segði Tony Blair. Hesum tók Karzai undir við. Blair legði afturat, at allur heimurin hevur áhuga í, at viðurskiftini í Afghan- istan gerast trygg og støð- ug, og at landið aftur verður ein partur av altjóða sam- felagnum. Eftir ta almennu mót- tøkuna hevði Blair fund við Karzai í einum bygningi í floghavnini. Eisini hitti hann bretska herovastan í Afghanistan, ein av leið- arunum hjá altjóða friðar- deildini og serliga ST- sendimannin hjá ST, Lakhdar Brahimi. Eisini amerikansk vitjan Stutt áðrenn Tony Blair kom til Bagram-floghavn- ina, hevði Hamid Karzai hitt fleiri leiðandi ameri- kanskar politikarar. Teirra millum vóru fyrrverandi forsetavalevnið John Mc Cain og demokratiska vara- forsetavalevnið Joe Lieber- man. Lieberman segði, at Washington eigur at biðja Afghanistan um umbering fyri, at USA hevur vent tí bakið seinastu nógvu árini. - Tann 11. september rindaðu vit dýrt fyri fyri okkara vantandi luttøku í Miðasia, legði hann afturat. Hetta merkir tó ikki, at tann gamla býarmyndin í Rand- ers hvørvur, tí felagið hevur gjørt av at byggja ein bygning uttan fyri sjálvan býin. Hetta verður kortini ikki ein framleiðslubygn- ingur, men ætlanin er held- ur at savna søluarbeiðið, umsiting o. a. har. Umleið 100 fólk fara at arbeiða í nýggja bygninginum. Leiðslan í Randers Reb sigur, at avgerðin at flyta framleiðsluna av landinum fer at bera í sær, at 85 fólk fara at missa arbeiðið. Fyri tveimum árum síðani ar- beiddu umleið 240 fólk hjá fyritøkuni. Ein 14 ára gamal drongur í Stockholm doyði mána- dagin, tá eitt ísstykki datt niður av einari húsatekju og rakti drongin í høvdið. Nógvur kavi er komin niður á Stockholm-leiðini í seinastuni, og tað hevur víst seg, at býarmyndugleik- arnir als ikki hava verið fyrireikaðir til so nógvan kava. Nógvastaðni er illa framkomandi, og tað var m. a. orsøkin til, at ein sjúkra- bilur slapp ikki eftir einum sjúkum manni sunnudagin. Tá hjálpin loksins kom fram, var maðurin deyður. Tilburðinum við tí 14 ára gamla dronginum kunnu myndugleikarnir ikki ábyrgjast fyri. Sambært løgregluni skulu húsaeig- ararnir fáa kava og ís av sínum tekjum. Óvæntaður gestur í Afghanistan Búskapur og vinna: Randers Reb úr Danmark Úr Norðurlondum: Fekk ísstykki í høvdið Tony Blair, forsætisráðharri Mynd: Reuters Familja á bygd fær til- lutað 20 tímar stuðul frá Almannastovuni, men av tí, at stuðulin býr í Havn, skal koyritíðin roknast frá stuðlinum. – Hetta er óhoyrt. Búði familjan í Havn hevði hon fingið full- an stuðul, sigur barnaverndarlimur BARNAVERND Turið Kjølbro Fær ein familja á bygd eftir áheitan frá barnaverndini á staðnum tillutað stuðul frá Almannastovuni uppá 20 tímar um vikuna, skal fam- iljan ikki rokna við at fáa gagn av stuðlinum nevndu tímar. Skal stuðulin, í hes- um ítøkiliga døminum ein útbúgvin pedagogur, koyra úr Havn út á bygd, skal koyringin roknast frá teim tillutaðu tímunum. Og er teinurin langur, fer bróður- parturin til koyring. – Hetta er óhoyrt og her verður als ikki hugsað um tann ella tey, sum stuðulin er ætlaður til, men bara um krónur og oyrur. Búði fam- iljan í Havn hevði hon fing- ið fullan stuðul. Við øðrum orðum hava børn á bygd ikki somu mannarættindi sum børn í Havn, sigur lim- ur í barnaverndini á staðn- um, sum vil vera ónevndur. Í hesum døminum, sum er veruligt, hevur ein fam- ilja vent sær til barnavernd- ina á staðnum við umbøn um hjálp, tí vánaliga sam- skiftið í familjuni ger, at børnini, sum eru fleiri í tali, ikki klára seg í skúlanum. Barnaverndin tekur áheit- anina í álvara og metir, at familjan eigur at fáa út- búgvið fólk til familjuna 20 tímar um vikuna. Hetta til- mælið verður sent Al- mannastovuni, sum tillutar tímarnar og søkir eftir fólki í bløðunum. Men av tí, at eingin á staðnum søkir starvið í fyrsta umfari, fær familjuráðgevi úr Havn lit- ið upp í hendi at hjálpa familjuni úti á bygd. Og tá fáa barnaverndin á staðnum og familjan ein skelk, koyritíðin skal takast frá stuðulstímunum. – Almannastovan eigur at leggja koyritíðina omaná stuðulin. Tey siga seg vera serkøn á økinum, men at taka koyritíðina frá stuðlin- um til børnini er sera óprof- essiónelt. Ístaðin áttu tey at sagt, at sjálvsagt skulu børn á bygd hava somu møgu- leikar fyri hjálp sum børn í Havn, kosta hvat tað kosta vil. Tað hoyrir ongastaðni heima, at fólk verða við- gjørt so ymiskt. Barnaverndarlimurin, vit hava tosað við, vísir á onn- ur dømi, ið sýna, at barna- verndir á bygd hava verri við at koma ígjøgnum hjá myndugleikunum enn eitt nú barnaverndin í Havn. – Vit hava samanborið mál, sum líkjast í okkara bygd og í Havn, og har er eingin ivi í, at barnaverndin í Havn fær skjótari av- greiðslu enn barnaverndir á bygd. Ikki bara tekur tað longri tíð hjá okkum at koma ígjøgnum, men tað virkar sum um tað ikki er nøkur føst mannagongd á Almannastovuni, hvussu ein umsókn skal viðgerast. Ítøkiliga dømið vit vísa á í hesum førinum byrjaði á vári í fjør, og enn er málið ikki avgreitt. – Tíðin er farin til at skriva og ringja aftur og fram. Bara at fáa eina lýs- ing í bløðini eftir stuðuli tók næstan tríggjar mánað- ir. Barnaverndin á staðnum hevur ikki slept málinum, men arbeiðir framhaldandi við at fáa avgerðina broytta, soleiðis at umrødda familja fær fullan stuðul. Almannastovan ger mismun á børnum á bygd og í Havn Íslendsku økisfrið- ingarnar, sum millum annað hava ávirkað fiskiskapin hjá før- oysku línuskipunum, verða herdar kom- andi tíðina, væntar íslendski fiskimála- ráðharrin SAMRÁÐINGAR Edvard Joensen Íslendski fiskimálaráðharr- in, Árni M. Mathiesen, sig- ur, at íslendingar fara at herða økisfriðingarnar á Suðurlandinum, sum mill- um annað ávirka føroysku línuveiðina undir Íslandi. Tað er úrslitið av við- gerðini, fiskiveiða undir Íslandi hevur fingið í heim- liga kjakinum, sigur fiski- málaráðharrin. Hann vil tó ikki siga, um hann beinleiðis fer at boða føroyingum frá hesum und- ir samráðingunum, sum verða í Havn um dagarnar. – Men almenni íslendski fiskivinnupolitikkurin er at brúka økisfriðingar meira, enn vit higartil hava gjørt, sigur Árni M. Mathiesen, íslendskur fiskimálaráð- harri, sum vitjar í Føroyum frá mánadegnum til miku- dagin. Hann vil ikki geva nakra ábending um, hvussu verð- ur við botnfiskakvotuni, føroyingar hava fingið frá íslendingum, síðan ísl- endska fiskimarkið varð flutt út. – Alt, sum hevur við kvotur og býti at gera, fari eg fyrst at tosa við Jørgen um, áðrenn eg úttali meg alment um tað, sigur hann. (Jørgen er føroyski lands- stýrismaðurin við fiski- vinnumálum, og eitur Nicl- asen til eftirnavn. Blðm.) Fyrsta uppgávan hjá nevndini er at fara á útoyggj at kunna um nýggja felagið Útoyggjanevndin hevur skipað seg við Óla Jákupi úr Dímun, Stóra Dímun, sum formanni, Katrinu Johannesen, Mykinesi, sum skrivara, og Olgu Biskopstø, Klaksvík, sum nevndarlimi. Fyrsta uppgávan hjá nevndini er at fara út til út- oyggjarnar at halda bygdar- fund. Á hesum fundum verður greitt frá ætlanini og endamálinum við útoyggja- felagnum. Limatekning eins og val av umboði til umboðsráðið fer fram á hesum fundum. Øll, sum eru búsitandi á niðanfyri nevndu oyggjum og av- byrgdum bygdum, kunnu gerast limir: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Dímun, Skúvoy, Hesti, Koltri, Nólsoy og Gásadali. Onnur áhugað kunnu eisini gerast limir, tó uttan at hava atkvøðurætt. Limir kunnu teknast við at venda sær til formannin ella ein av nevndarlimunum. Lima- gjaldið er 200 kr. fyri árið. Kunngjørt verður nær vitj- að verður á útoyggjunum. Av øðrum uppgávum, ið nevndin fer at arbeiða við, er m.a. at geva út eitt blað, ið kunnar um útoyggjavið- urskifti eins og leggja lunn- ar undir og fyrireika stovn- setan av einari útoyggja- skrivstovu. Í mai mánaði verður fyrsti regluligi aðalfundur- in hjá felagnum. Tá verður felagið skipað við umboðs- ráði og starvsnevnd. Útoyggjanevndin skipað seg Sjálvsagt skulu børn á bygd hava somu møguleikar fyri hjálp sum børn í Havn, uttan mun til, hvat tað kostar, heldur barnaverndarlimur Mynd: Jens Kristian Vang Fleiri økisfriðingar á grunnunum C M Y K 9 8