mánadagur 12. apríl 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 12. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Tað, sum hondbóltsáhugaði kring
landið fara at minnast best frá
hondbólts-gallaveitsluni í Vest-
manna í 2010, eru tvey ting. Hædd-
ar punktini á veitsluni blivu øll send
bein leiðis á Rás2, og ein rumenskur
úr mælingar mátti fýra ferðir upp á
pall in eftir silvurskreyti.
Fyrsta heiðurin átti Adina Petrea
áðrenn veitsluna, tí hon var topp-
skjútti í Sunset-kappingini. Men
aftur at hesum gjørdist hon ársins
verju spælari, ársins álopsspælari
og best av øllum, ársins spælari.
Adina segði, at hon var ovurfegin
um allan heiðurin, men at tað var
sjálv sagt, at heiðurin at verða vald
sum besti spælari, vigaði sera tungt.
Glaður Jugoslav
Neistaspælararnir vóru ovurfegnir,
tá tað var kunngjørt, at Jugoslav
Dju mic gjørdist ársins spælari hjá
monn um.
Ein eyðmjúkur Jugoslav segði, at
hann sera fegin um heiðurin. Hann
undirstrikaði, at hann stórtrívist í
Før oyum, og at hann fer ið hvussu
er at spæla við Neistanum í minst
fimm ár aftrat.
Liðfelagin,
David
Edvardsen
gjørd ist ársins álopsspælari, um-
framt at verða toppskjútti, men
hann tordi ikki at lova seg til Neist-
an í so mong ár, sum Jugoslav
Djumic.
heris@sosialurin.fo
Hondbóltsvinnarar
Ársins spælarar
Adina Petrea, Tjaldur
Jugoslav Djumic, Neistin
Ársins stjørnuskot
Liljan Djurhuus, VÍF
Bjartur Hansen, VÍF
Ársins álopsspælarar
Adina Petrea, Tjaldur
David Edvardsen, Neistin
Ársins verjuspælarar
Adina Petrea, Tjaldur
Hans Áki Dal-Christiansen,
Kyndil
Ársins málverjar
Kristina Griksaite, Stjørnan
Marian Cirluganescu, StÍF
Ársins venjarar
Svanna Hanusardóttir & Kári
Mortensen, VÍF
Jan Ottosen, KÍF
Ársins dómarar
Eyðun Samuelsen & Andreas
F. Hansen
Toppskjúttar
Adina Petrea, Tjaldur
David Edvardsen, Neistin
Fýra ferðir Adina
Adina Petrea úr Tjaldri og Jugoslav Djumic úr Neistanum
vóru kosin bestu hondbóltsspælarar í vetur. Her eru tey
avmyndað saman við stuðlunum, ið lótu steypini
Mynd: Álvur Haraldsen
vágasound
Hondbóltur Fýra ferðir mátti Adina Petrea upp
á pallin at taka ímóti silvurskreyti fyri síni avrik