Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. apríl 2010 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Boban Ilic hjá Mjølni og Maja Filipovic hjá Drátti eru tvey ærukær fólk, sum hava givið føroyskum flogbólti nógv. Í ár hevur kortini ikki gingið heilt eftir vild. Boban hevur saman við Mjølni tapt bæði FM-finaluna og steypafinaluna ímóti SÍ, og Maja hevur tapt steypafinaluna ímóti SÍ. Tí gjørdist tað ein kærkomin endurreisn at fáa tað størstu persónligu viðurkenningina, sum ein flogbóltsspælari kann fáa í Føroyum. Iðraðu seg Bæði góvu til kennar, at tey tóku tað sum ein stóran heiður. Boban iðraði seg kortini um, at hann ikki hevði havt spælarnar hjá Mjølni til venjingar javnt og samt. Menn hava verið til skips, og hava verið nógv burtur í arbeiðsørindum, og tað hevur gjørt arbeiðstreytirnar væl tyngri hjá honum. Maja róðu eisini aftur á ta taptu steypafinaluna hjá Drátti. Hon undirstrikaði kortini, at hennara framtíð liggur í Føroyum og í føroyskum flogbólti. Flogbóltsfólkini høvdu sett hvørjum øðrum stevnu á Hotel Norð á Viðareiði, sum var sera vælegnað til eitt minniligt gallakvøld. Sjálvur uttanríkisráðharrin sang fyri, og var hýrurin góður alt kvøldið. heris@sosialurin.fo Taparar gjørdust vinnarar Flogbóltur Boban Ilic og Maja Filipovic fingu eina persónliga endurreisn, tá tey gjørdust ársins flogbóltsspælarar Flogbóltsvinnarar Ársins spælarar Maja Filipovic, Dráttur Boban Ilic, Mjølnir Ársins stjørnuskot Bára Holm Johannesen, TB Bjarni Larsen, ÍF Ársins hevarar Maja Filipovic, Dráttur Thorvald Danielsen, Mjølnir Ársins álopsspælarar Gudrid Nolsøe, TB Boban Ilic, Mjølnir Ársins blokkarar Katrin Petersen, TB Sune Juul Pedersen, Fleyr Ársins verjuspælarar Margit Joensen, Mjølnir Johan Petur á Stongum, SÍ Ársins venjarar Gudrid Nolsøe, TB Ragnar í Haraldsstovu, SÍ Maja Filipovic úr Drátti og Boban Ilic úr Mjølnir vóru kosin ársins spælarar í flogbóltinum í vetur Mynd: Flogbóltssambandið tEY bEstu