mánadagur 12. apríl 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 12. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rógvi Nybo
Hóast Arnbjørn Hansen í gjár átti
avgerandi fótin í dystinum millum
felagsliðini bæði úr Sundalagnum
og Suðuroynni, so vóru tað aðrir
menn, sum gjørdi størra inntrykkið
á áskoðararnar við Margáir. Eitt nú
Marni Djurhuus, sum aftur var at
síggja á liðnum hjá EB/Streymi í
gjár.
Kollfirðingurin er annars farin
til Danmarkar í lestrarørindum,
men spælaraloyvi lá eftir, so hann
var til reiðar, tá EB/Streymur ringdi
eftir honum, nú heldur tunnligt er
í verjupartinum. Marni hevur vant
við Vanløse, meðan hann hevur
verið niðri, og hann tóktist árvakin
frá byrjan til enda.
Í dystinum við Margáir hevði
EB/Streymur bóltin nógv mest og
stóð fyri tí allarmesta. Men meðan
álopstaktirnar eru heilt góðar, og
nógv av tí vakra smáspælinum,
sum fyrr hevur eyðkent felagsliðið,
er aftur at hóma, so restar enn tað
allarseinasta í.
Nógvu kjansirnir vórðu ikki
umsettir til mál, og høvdu fleiri av
tryggu spælarunum sum Arnbjørn
Hansen, Hans Pauli Hansen og
Sorin Anghel góðar støður, har teir
vanliga skora – men sum hesa ferð
fóru antin beint á málmannin ella
upp um mál.
Luktaði eina løtu
FC Suðuroy hevur higartil í ár staðið
seg væl. Kappingarárið mundi
byrjað við sensatiónini í Gundadali
móti meistarunum, men sigur
glapp í yvirtíðini. Á heimavølli í
Vági var tað síðani FC Suðuroy, sum
í yvirtíðini fekk útjavnandi málið
ímóti NSÍ. Tí »luktaði« tað eina løtu
til fyrimun hjá FC Suðuroy. Men
bert eina løtu.
Uppleggið hjá FC Suðuroy var
at royna at standa móti trýstinum
frá EB/Streymi og síðani skora upp
á skjótálop. Jón Krosslá Poulsen
hjá FC Suðuroy ásannar eisini, at
høvdu teir fingið eitt mál upp á teir
kjansir, teir høvdu í fyrra hálvleiki,
kundi leikur verið øðrvísi.
– Ja, eg hevði sjálvur ein heilt
góðan kjans har, sum eg í dag ikki
fái inn. Hevði eg skorað tá, hevði
tað nokk verið øðrvísi, sigur Jón
Krosslá Poulsen.
Sum tíðin rann í seinna hálvleiki,
gekk orkan undan hjá FC Suðuroy,
og EB/Streymur fekk trýst seg fram
til alsamt fleiri kjansir. Tað skuldi
eisini verið løgið, um ikki okkurt av
tí góða smáspælinum gav úrslit, og
var tað júst gott smáspæl frá millum
annað Hans Paula Samuelsen,
Alex Dos Santos, Sorin Anghel og
Arnbjørn Djurhuus, ið førdi til bæði
málini hjá EB/Streymi.
rogvi@sosialurin.fo
Rógvi Nybo
Uttan at nakar skaraði framúr,
royndu allir hjá FC Suðuroy at
stríðast fyri sínari søk. Men
størsta partin av dystinum
runnu suðuroyingarnir aftaná
og
sundalagsmenn
undan.
Jón Krosslá Poulsen hjá FC
Suðuroy er als ikki so ónøgdur
kortini:
– Nei, vit eru ikki ónøgdir.
EB/Streymur trýstir okkum
allan dystin, og vit koma
ongantíð ordi liga upp at koyra,
sigur hann.
Jón
Krosslá
Poulsen
ásannar, at høvdu teir sjálvir
verið meira effektivir og tikið
av sínum kjansum meðan EB/
Streymur enn brendi sínar, so
hevði dysturin verið øðrvísi.
Men tá tað kemur til stykkis,
hava teir ikki so nógv at ilskast
inn á.
–
EB/Streymur
hevur
nógvar góðar spælarar, og í
dag fáa vit ongantíð frið. Teir
trýsta okkum alla somlu tíðina,
og samanumtikið er hetta nokk
ein uppiborðin sigur.
Jón Krosslá Poulsen sigur,
at meðan teir hava havt eina
rímuliga góða byrjan upp á
árið, fór tað altíð at verða ringt
at vinna henda dystin. Hann
leggur tó afturat, at tá teir
komandi vikuskifti taka ímóti
B68, er tað eitt krav, at teir tá
taka øll trý stigini.
rogvi@sosialurin.fo
Vit eru ikki ónøgdir
Marni gjørdi munin
vodafonedeildin Teir í FC
Suðuroy kundu hugsað sær at verið
meira effektivir, men eru kortini
nøgdir við kappingarbyrjanina
EB/Streymur 2
FC Suðuroy
0
vodafonedeildin Sundalagsmenn eru við at finna tær
góðu taktirnar og flótandi smáspælið fram aftur. Men móti FC
Suðuroy manglaði enn bit í álopinum, og í skirvisligu verjuni
var eingin ivi um, at heimkomni Marni Djurhuus gjørdi munin
BeinT Í eldin
Marni Djurhuus var tveittur
beint í eldin móti FC Suðuroy
og spældi sum ein brandur.
Í gjár gjørdi hann stóran
mun í skirvisligu verjuni
hjá EB/Streymi, har hann
millum annað tók sær væl
av framherjanum hjá FC
Suðuroy, Obi Charles
Mynd: Sofus D. Johannesen