Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. apríl 2010 22 Sosialurin HB hevur fingið eina ringa byrjan upp á kappingarárið, og í gjár var um reppið, at argjamenn stjólu eitt stig við yvir um ánna í grannauppgerðini í Gundadali. Venjarin hjá HB, Kristján Guðmundsson, er heldur ikki nøgdur við HB-liðið í løtuni Loksins vann HB Kundu hugsað sær eitt stig Tá AB minkaði um munin í seinna hálvleiki, fingu spælararnir av álvara trúnna uppá, at teir skuldu fáa stig Tróndur Arge Eftir dystin í Gundadali í gjár var maðurin hjá AB við 10-talinum, Dion Spildt, ikki heilt nøgdur við úrslitið: – Tað er harmiligt, at vit standa eftir tómhentir. Eftir at vit minkaðu um munin í seinna hálvleiki, fingu vit av álvara trúnna á, at vit kundu fáa nakað við okkum útaftur á Argir, sigur 20-ára gamli argjamaðurin. Undan dystinum hevði AB latið átta mál inn í tveimum dystinum. Hóast liðið hevur skorað sjey mál í trimum dystum, so er tað bara blivið til eitt stig, og AB er niðast saman við B71 og NSÍ. – Vit avtalaðu áðrenn dystin, at vit fyrst og fremst skuldu standa væl í verjupartinum, og so taka tað haðani. Vit eru komnir afturúr í øllum dystunum, og tá blívur tað strævið at renna aftaná alla tíðina. Men eg haldi vit eru nøgdir við verjuna í dag, sigur Dion, ið skoraði einsamalla málið hjá AB, sum í komandi umfar skal í holt við enn eina grannauppgerð, tí tá vitjar B36 á Argjum. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Hóast HB vann grannauppgerðina ímóti AB 2-1, so er nýggi venjarin hjá HB ikki við tríggjar teir fyrstu dystirnar í ár. – Eg má viðganga, at eg eri ikki ser liga nøgdur, tí dystirnir hava verið alt ov ójavnir. At spæla 4-4 á heimvølli ímóti FC Suðuroy og 0-0 á útivølli ímóti Víkingi er ov óstøðugt. Eisini tykist spælið hjá okk um stressað, men hví so er, veit eg ikki heilt. Vit hava nógvar nýggjar spælarar, og vit hava eisini havt nakrar skaðar. Tað ligg ur eisini eitt øgiliga stórt trýst á okkum at blíva meistarar, men tað trýstið mugu vit læra okkum at temja, sigur íslendski venjarin hjá HB, Kristján Guðmundsson. Fyrri hálvleikur í dys tinum í Gunda dali var tamur og til tíð ir var ringt at fáa eyga á, at hetta var ein grannauppgerð. Tað vóru ikki nógvir áskoðarar og teir, ið vóru har, gjørdu lítið um seg. Tað kom illa við hjá HB, at Andrew av Fløtum mátti lata seg skifta út eftir 25 minuttir, tí sjálvt í fjør, tá HB v a n n meist- a r a - heitið, hevði liðið stór ar trupulleikar í álops partinum, tá Andr ew ikki var við. Tøtt HB-mál Stutt fyri hálv leik høvdu bæði lið ini løtur, har tey trýstu, men einki mál kom fyri steðgin. Kristján Guðmundsson hevur sagt okkurt gott í hálvleikinum, tí HB byrjaði seinna hálv leik sera væl. Fyrst var tað Levi Hanssen, ið var nær við eftir innlegg, men Tórður T h o m s e n stór bjarg aði í AB-máli num. Løtu seinni varð Símun Samuel- sen feldur í brots- steiginum, og Fróði Benjaminsen um- setti brotssparkið til mál. Tríggjar minuttir seinni lá bólt- ur in aftur í AB- máli- num, og hesa ferð var tað Símun Samuelsen, sum eftir eitt fríspark sendi bóltin flatt inn fyri til Fróða Ben ja min sen, ið aftur skoraði. – Vit tosaðu í hálv leiki num um, at nú máttu vit byrja at njóta at spæla fótbólt. Vit høvdu ein góða løtu at byr ja við í seinna hálvleiki, har vit skap tu fleiri møguleikar. Tað eru løt ur sum hesar, ið vit skulu hava fram fleiri ferðir, sigur Kristján Guð mundsson. Mugu velja Síðsta hálva tíman líktist dysturin nógv meiri einari grannauppgerð. Ferð kom nú av álvara á dystin og áskoðararnir hoyrdust nógv meira. AB royndi at trýsta HB, men tað gav eisini møguleikar til mótálop. Eitt korter fyri tíð eydnaðist tað AB at minka um munin. Dion Splidt varð spældur í HB brotssteigium og skoraði trygt. Seinasta korterið vóru argjamenn nær við at javna, og millum annað raktu teir tvørstongina, umframt at Nikolej Eriksen var nær við, tá hann varð spældur leysur. – Liðið vísti seinasta korterið tann ótryggleikan, ið vit sóu í javnleikinum ímóti FC Suðuroy. Tí hava vit arbeitt við og vit spældu ein góðan dystin í verjuni ímóti Víkingi mikukvøldið, sigur HB- venjarin. – Eg kenni eisini trýstið á mær, tí tað verður væntað nógv av okkum, men soleiðis skal tað eisini vera. Eg hevði ikki roknað við øðrum, tí tað torførasta er at spæla góðan fótbólt og vinna samstundis. Onkuntíð mást tú velja annað. trondur@sosialurin.fo HB 2 aB 1 UNDIR TRÝSTI – Eg kenni eisini trýstið á mær, tí tað verður væntað nógv av okkum, men soleiðis skal tað eisini vera, sigur íslendski HB-venjarin, Kristján Guðmundsson Mynd: Heðin Weihe/HB