mánadagur 12. apríl 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 12. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttarblaðið
sigrar
Uni Holm Johannesen
– Eg var kanska ov spentur í
støðuni. Tað var ferð á skotinum,
men Bárður Johannesen bjargaði
meistarliga væl.
Tað er niður støðan hjá
Jákupi
á Borg um brotssparkið, sum
hann misnýtti í fyrra hálvleiki í
gjár.
Bárður Johannesen royndi
seg aftur sum málverji í bestu
føroysku deildini í gjár. 37 ára
gamli
havnarmaðurin
vardi
málið hjá B71, og hóast hann
noyddist tríggjar ferðir í málið
eftir bóltinum, fær hann góð
skoðsmál
frá
við-
og
mótstøðu spælarum.
– Bárður royndist sera væl. Tað
merktist ikki, at hann ikki hevur
spælt leingi, sigur Høgni Midjord,
sum var framherji hjá B71.
Predrag Markovic, sum vanliga
verjir málið hjá B71, er skaddur og
væntast ikki tøkur komandi seks
vikurnar. B71 hevur 18 ára gamla
Gustav Hentze í leikarahópinum,
men leiðslan valdi at spyrja
um
leikaraloyvið
hjá
Bárði
Johannesen, sum seinastu tvey
árini hevur verið í AB.
Bárður
Johannesen
gavst
upprunaliga í 2006, og síðani
hevur hann spælt hondbólt við
Kyndli.
uni@sosialurin.fo
Vodafonedeildin Bæði við- og mótspælarar rósa
gamla HB-málverjanum, sum í gjár gjørdi »come-back«
í B71-málinum, millum annað við at bjarga brotssparki
Bárður
royndist væl
brotsspark
Fyrrverandi HB málverjin,
Bárður Johannesen,
bjargar brotssparkinum
frá Jákupi á Borg
Mynd: Álvur Haraldsen
r