Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. apríl 2010 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Sigfríður Clementsen taldist mið skeiðis í 90-unum millum bjartastu og vandamestu framherjarnar í føroyskum fótbólti. Hann hevði eitt temposkifti sum fáur og framúrskarandi gávur sum skarp- rætt ari. Nærlagdur og hugflogs- ríkur var hann oftast væl lýddur millum viðhaldsfjøldirnar kring landið. Hann talaði sítt greiða mál við bóltinum millum føturnar. Tí er tað ein syrgisøga, at hann tíðliga noyddist at takka fyri seg sum fótbóltspælara. Hann var illa darvaður av skaðum og spældi seinast fyri fullari megi í 1997. Hann vildi tó ikki sleppa spæl inum uttan víðari. Sigfríður Clem entsen hevur tveitt seg yvir venjara yrkið. Men fleiri vilja vera við, at sum fótbóltsvenjari stendur hann í andsøgn við fótbólts spæl aran. Tað eru ikki øll, sum hava nógv til yvirs fyri honum sum venjara. Serliga í Sundalagnum mettu fleiri, at hann tók spæligleðina frá spælarunum. Tað er sagt, at hann hevur keðiligan og alt ov verju kendan hugburð til fótbóltin, og hann vísir sera sjáldan dirvi. Onkur er farin so langt sum at siga, at hann rætt og slætt tekur undirhaldið úr fótbóltsspælinum. Tað eru slíkar lýsingar, sum Sigfríður Clementsen hevur lagt oyra til seinastu sjey árini, sum hann hevur virkað sum venjari. Men hann vinnur fótbóltsdystir. Aftur og aftur. Seinast var í gjár, tá B36 vann greitt og uppiborið á útivølli móti B71. Úrslitið var 3-0. Galdandi allastaðni Útgangsstøðið hjá Sigfríða Clem- entsen í gjár kom heldur ikki óvart á. B36 var verjukent. Men sambært venjaranum er tað ein leistur, sum ger seg galdandi allastaðni. – Føroysk og útlendsk feløg eru farin at leggja seg eftir at skipa seg betur defensivt og tað ávirkar avgjørt undirhaldsvirðið í fót bóltinum. Hinvegin haldi eg frá einum taktiskum sjónarmiði, at fót bólturin er vorðin meira áhuga verdur, enn hann hevur verið, segði Sigfríður Clementsen í viðtalu við Sosialin í 2006. Málini, sum B36 fekk á Sandi, vóru ikki beinleiðis hugflogsrík. Fróði Clementsen stútaði gestirnar framum eftir frísparksframlegging stutt áðrenn hvíldina. Róaldur Jacobsen økti í seinna hálvleiki eftir skjótálop, og Christian R. Mourit sen staðfesti sigurin, tá lítil løta restaði í. Hann var fyrstur á bólt inum, tá Bárður Johannesen hevði hálvbjargað. Jákup á Borg sigur, at Sigfríður Clementsen hevur sett greiðar linjur fyri, hvat hann metir er søm iligt og ikki. – Hann hevur sína hugsanir, og spælararnir hava gleðiliga tikið undir. Hvør einstakur kennir sítt pláss, og vit stríðast fyri hvørjum øðr um, sigur Jákup á Borg. Johan Ellingsgaard var aftur høgri bakkur hjá B36 í gjár. Hann hevur í hesum kappingarárinum verið raskur at tikið lut í fram- rætt aða spælinum. Hann hevur ikki kensl una av, at hann ikki hevur fríar teymar á vøllinum. – Vit hava sjálvsagt einstakar bundnar uppgávur á vøllinum. Tað slepst ikki undan. Men tað er als ikki so, at vit ikki sleppa at spæla bólt. Vit hava spælt væl higartil í ár. Fremstu menninir duga at bróta úr skipanini og avgera dystirnar. Sigfríður Clementsen hevur lært okkum at standa saman sum ein eind, sigur Johan Ellingsgaard. Longu vunnið nógv Hóast síni bara 37 ár, hevur Sigfríður Clementsen longu vunnið eina rúgvu. Hann tók við fyrstu venjara- upp gávuni í 2003, tá hann stóð á odda fyri ÍF, sum flutti upp í bestu deild ina. Í 2005 vann hann før- oya meist- a ra h e i t i ð við B36, sum eisini spældi seg víðari í undanumfarinum í UEFA CUP. Í 2006 vann hann steypa- kappingina við B36, sum hesaferð vann seg víðari í undanumfarinum í Champ ions League. Í 2008 vann hann føroya meistara heitið og steypa kappingina við EB/Streymi. Og mánadagin 12. apríl í 2010 er B36, undir leiðslu av Sigfríði Clementsen, oddalið í Voda fone- deildini. Sigfríður Clem- ent sen leggur dent á úrslitini, og ikki undir- haldið. Tað hevur eydn- ast væl, um han sara yrk is leið skal mátast í gull heiðurs merkjum. uni@sosialurin.fo vodafonedeildin Sigfríður Clementsen, venjari hjá B36, hevur fleiri ferðir fingið skotið í skógvarnar, at hann ikki raðfestir undirhaldsvirðið í fótbóltsspælinum í fremstu røð. Men hann er helst føroyski venjarin, sum hevur vunnið flest stig í bestu deildini síðstu fimm árini. Í gjár komu aftur trý stig í hús B71 0 B36 3 oddafiskaR Christian R. Mouritsen og hinir í B36 eru framvegis einsamallir á odda eftir trý Vodafone-umfør Mynd: Álvur Haraldsen Sigfríðu