mánadagur 12. apríl 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 12. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Ein av nýggju monnunum hjá NSÍ
er 21 ára gamli havnarmaðurin,
Ólavur í Ólavsstovu, sum yvir
eini fýra kappingarár hevur ver
ið at sæð á besta liðnum hjá HB,
men nú hevur lagt leiðina inn
til Runavíkar. Undan tí hevur
hann fyrr í eitt hálvt ár spælt
við FS Vágum og eisini á ung
dómsliðnum niðri, umframt at
hann hevur verið á flestu av ung
dóms landsliðunum.
– Hóast eg fyri tað mesta havi
spælt við HB, so er tað ein góð
kensla at spæla fyri NSÍ. Tá tú ert
inni á vøllinum, hugsar tú ikki so
nógv um, hvussu liðið eitur, men
spælir fyri tað liðið, tú ert á, sigur
21 ára gamli miðvallarin, ið annars
ikki júst hevði ta bestu byrjanina
upp á kappingarárið, tá hann
breyt armin undir venjing.
– Ja, tað byrjaði eitt sindur illa,
tí eg breyt armin, men eg eri so
komin í gongd, og fyribils spæli eg
við einum skinnara, til armurin er
styrknaður eitt sindur meira.
Sum vera man, er Ólavur í
Ólavs stovu ikki serliga fegin um
ta heldur vánaligu byrjan, NSÍ
hevur fingið hetta kappingarárið,
men kortini hevur hann ikki mist
trúnna á, at tað fer at venda.
– Vit fara á vøllin hvørja ferð
fyri at vinna, og tað broytist
einki, fyri tað um støðan ikki er
so góð. Sjálvandi vildu vit gjarna
havt fleiri stig, men soleiðis er
fótbóltur nú eina ferð, sigur
hann.
– Kapingin er ung enn, so vit
fáa nokk fleiri møguleikar at
rætta upp á vánaligu byrjanina.
hilmarjan@sosialurin.fo
Ólavur í gulum
vodafonedeildn 21 ára gamli miðvallarspælarin, ið
er best kendur frá HB, hevur í ár valt at spæla við NSÍ
Vit fara á vøllin hvørja ferð fyri at vinna,
og tað broytist einki, fyri tað um støðan
ikki er so góð
Ólavur í Ólavsstovu fekk ikki ta bestu byrjanina í NSÍ, tí stutt undan kappingarbyrjan breyt hann armin.
Men nú hevur hann armin í skinnara, og í gjár spældi hann tað mesta av dystinum ímóti Víkingi
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
ÓHePPin