Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. apríl 2010 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Tað sá annars gott út fyrstu løt­ una í dystinum. Ikki vóru nógvir minuttir farnir, tá Jann Martin Mortensen rann ígjøgnum verj­ una hjá Víkingi, men síðani hevði eina syndarliga roynd ímóti mál­ inum, ið eins væl kundi verið ætlað sum tvørbóltur til onkran av hinum. Og síðani høvdu eisini Heðin á Lakjuni og Jústinus R. Hansen góðar skallarar ímóti málinum. Í fyrra førinum vísti Geza Turi síni bestu kynstur, tá hann fekk jústað bóltin upp um yvirliggjaran, og í seinna førinum var kósin ikki nóg góð, so bólturin endaði við síðuna av málinum. Hetta var stórt sæð tað, NSÍ hevði at bjóða í tilsamans 95 minuttir við Løkin í gjár, tí eftir ta triðju av nevndu royndunum var tað, at Hanus Jacobsen streyk ígjøgnum í vinstru síðu og sendi bóltin innfyri, har minsti av monn unum hjá Víkingi, Bárður Hansen, slapp at skalla bóltin í mál ið, uttan at stóru miðverjarnir hjá NSÍ forðaðu fyri tí. Sera góð byrjan Víkingur hevði nú heldur ikki teir nógvu møguleikarnar at reypa av, men uppgávan var heldur ikki tann sama. Allan dystin lá Víkingur og bíðaði eftir NSÍ, ið hevði bóltin nógv og royndi at trýsta, tó uttan at skapa nakað ítøkiligt aftrat. Men Víkingur fekk nógv burturúr, tí stutt fyri dystarenda varð innskifti Hjart­ vard Hansen koyrdur um koll, og so kundi Sam Jacobsen økja til 2­0 við brotssparki. Einki var at siga til, at teir í Víkingi eru sera væl nøgdir við byrjanina hetta kappingarárið, tí sjey stig av níggju møguligum er fín úrtøka eftir tveir heimadystir og ein útidyst. – Hatta er ein øgiliga góð byrjan hjá okkum, tí vit hava spælt ímóti ið hvussu er tveimum av teimum størstu liðunum. Tað sæst nokk aftur, at vit trongja til at fáa fleiri dystir í beinini, men so fer okkara væl smurda maskina eisini at koyra, vænti eg, sigur Finnur Justinussen, ið heldur sigurin í Runa vík í gjár vera uppibornan. – Í fyrra hálvleiki spældu vit hampuligan fótbólt, men í seinna hálvleiki skuldu vit bara verja málið, vit høvdu fingið, so teir ikki sluppu framat. Eg haldi, at vit høvdu uppiborið sigurin, tí teir komu ikki fram til nakran ordiligan møguleika. Tóku ikki av Ólavur í Ólavsstovu, sum spældi á miðvøllinum hjá NSÍ, heldur hinvegin ikki, at úrslitið sam­ svaraði við tað, ið gekk fyri seg á vøllinum. – Hinvegin er tað so, at skorar tú ikki upp á kjansirnar, so vinnur tú heldur ikki. Víkingur skoraði upp á sínar, men gjørdu vit ikki. Vit skuldu havt gjørt størri gagn av teimum møguleikunum, vit høvdu ta fyrstu løtuna, tá vit spældu nokk so væl, tí í seinna hálv leiki vóru ikki so nógvir møguleikar, tá Víkingur lá tætt har afturi og vardi sína leiðslu, sig ur Ólavur. Finnur Justinussen var topp­ skjútti í kappingini í fjør, men hóast hann enn ikki hevur skotið meira enn tað eina málið, tykist hann ikki stúra fyri máltevinum: – Tað kennist ikki øðrvísi, enn tað gjørdist í fjør, men nú haldi eg, at málini skulu koma skjótt. Eg havi fingið onkrar kjansir, har eg ikki havi tikið av møguleikanum, men tað skal bara fínpussast, so koma málini eisini. hilmarjan@sosialurin.fo vodafonedeildin NSÍ hevur bara fingið eitt stig burtur úr trimum teimum fyrstu dystunum. Hví so er, fekst ein mynd av í gjár, tá runavíkingar fyri tað nógva vóru púra vandaleysir NSÍ 0 Víkingur 2 Lætt SpæL hjá VÍkiNgi MYndin lÝGUR Toppskjúttin í fjør, Finnur Justinussen, taldist ikki millum málskjúttarnar hjá Víkingi í gjár, men annars vóru tað hann og hinir ljósabláu, ið lógu omaná í Runavík, tá avtornaði Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir