mánadagur 12. apríl 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur
12. apríl 2010
Ítróttarblaðið
Lætt spæl hjá Víkingi
Runavíkingar hóttu slett ikki
Fótbóltur s18
Sigfríður sigrar
B36 heldur fast um góðu gongdina
Fótbóltur s20-21
Hilmar Jan Hansen
Í áravís hevur Ítróttarsambandið
við hvørt givið høvi roynt at gjørt
vart við, hvussu Føroyar av órøttum
komu í klemmu, tá IOC broytti
upptøkutreytirnar fyri olympiskari
viðurkenning. Tí fegnast Petur
Elias Petersen, ÍSF-forseti, um
møguleikan at greiða enn einum
IOC-limi frá føroysku støðuni:
– Vit høvdu ein góðan fund
við Sir Philip Craven hóskvøldið.
Hann lurtaði væl eftir tí, vit
høvdu
at
fortelja
honum,
so
kanska hann nú kann bera okkara
boðskap
fram
fyri
tey
røttu
fólkini í IOC. Longu í hesi vikuni
ætlar hann at seta seg í samband
við
ein
seniormedarbeiðara
í
IOC, sum hevur við limalond og
upptøkuviðurskifti at gera, sigur
ÍSF-forsetin.
Sir Philip Craven er ein sera
høgtvirdur maður í IOC, bæði
tí hann er nevndarlimur har,
men eisini tí hann er formaður í
altjóða paralympisku nevndini,
IPC. Harumframt kemur so, at
hann eisini telist millum teirra,
ið fyrireika olympisku leikirnar í
London í 2012, og at hann í javnan
hevur samband við fólk, ið kunnu
hava ávirkan á málið.
– At vit hava fingið møguleikan
at fortalt Sir Philip Craven um
gongdina í málinum, kann gerast
sera týdningarmikið fyri, hvat
hendir við málinum. Eg vil siga, at
hetta hevur líka stóran týdning
sum góða sambandið, vit hava við
írska formanninum í europeisku
olympisku
nevndini,
Patrick
Hickey, sum tríggjar ferðir hevur
bjóðað okkum við á teirra aðalfund,
sigur ÍSF-forsetin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Olympisk viðurkenning Í ÍSF eru tey sera fegin um, at tey
fingu høvi til at greiða IOC-nevndarliminum, Sir Philip Craven,
frá søguni um vantandi føroysku olympisku viðurkenningina
Fáa boðskapin út
Hilmar Jan Hansen
Í sambandi við, at ÍSB leygardagin
kundi hátíðarhalda 30 ára dagin
fyri stovnan, var forkunnug vitjan,
tí Sir Philip Craven, sum er forseti
í altjóða paralympisku nevndini
og limur í altjóða olympisku
nevnd ini, var komin hendavegin
til hátíðarhaldið. Tí var upplagt,
at enski gesturin varð kunnaður
um føroysku royndirnar at vinna
olymp iska viðurkenning.
– Nú er hetta mál púra nýtt fyri
mær, men eg fari nú at royna at tosa
við nøkur fólk í IOC fyri at greiða
teim um frá málinum og vita, hvat
tey halda um tað. Vónandi kunnu
vit fáa í lag ein fund um málið, so
vit finna fram til eina loysn, sigur
Sir Philip Craven, sum saman við
ÍSB- fólkum
hevði
tíðindafund
fyrra partin fríggjadagin.
– Hvør loysnin kundi verið, dugi
eg ikki í løtuni at siga, men eg vil
feg in gera mítt til, at tit kunnu
sleppa ígjøgnum hjá teimum røttu
fólkunum og upp á tann mátan
skunda undir málið. Sum lim ur í
IOC í mong ár, havi eg góð sam-
bond, eg kann royna at brúka, so
tit kunnu koma víðari.
Síðani 1984 hava Føroyar havt
liggj andi umsókn um olympiska
vi ð ur k enning, ið tá uppfylti allar
treyt ir fyri upptøku, men IOC
»súltaði« umsóknina í áravís, til
felagsskapurin í 1996 broytti reglur-
nar, so bara sjálvstøðug lond við ST-
limaskapi kundu gerast limir.
– Hví reglurnar blivu broyttar,
veit eg ikki, men tað hevði helst
sínar orsøkir. Hinvegin er tað sera
óhepp ið, at Føroyar eru fangaðir
í ongamannalandi, so vit mugu
royna at finna útav, hvat vit kunnu
gera við tað. Nú havi eg fingið frá-
greiðing um tykkara mál, so eg vil
gera mítt besta, men tað besta hevði
ver ið, um ein avgerandi fundur
kundi verið fingin í lag, sigur Sir
Philip Craven.
– Eg skilji tykkum, tí tit eru err-
in av tykkara landi og tykkara tjóð,
og tit vilja sjálvandi sleppa at gera
tykkum galdandi allastaðni, har tit
áttu at gjørt tað. Tykkara fót bólts-
lands lið spælir bæði EM- og HM-
undan kappingar, umframt at mær
er sagt um ein sera góðan svimjara,
tit hava, so eingin ivi er um, at fólk
hava hoyrt um tykkum og kenna
Før oyar ígjøgnum ítróttin.
Eg vil
hjálpa
tykkum
Olympisk viðurkenning – Tað sera óheppið, at Føroyar
eru fangaðir í ongamannalandi í olympiskum høpi, men eg vil
fegin hjálpa tykkum at fáa samband við røttu fólkini, sigur
IOC-nevndarlimur, sum vitjaði Føroyar um vikuskiftið
Olympiskur gesTur
Sir Philip Craven, sum um vikuskiftið var í Føroyum í
sambandi við 30 ára dagin hjá ÍSB, hitti eisini umboð fyri
Ítróttarsambandið, sum greiddu honum frá strandaðu
føroysku umsóknini um olympiska viðurkenning
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir