mánadagur 12. apríl 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. apríl 2010
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Bæði hjá kvinnum og monnum var
ein roynd gjørd við FM-finalum,
eftir at sjálv landskappingin í Eik-
ligunum í flogbólti var av, har tvey
tey bestu liðini skuldu spæla finalur
um meistaraheitið. Tað liðið, sum
var best í trimum finaludystum,
gjørdist føroyameistari.
– Hetta riggaði so væl, at flog-
bólturin sjáldan hevur verið so nógv
frammi, sum hann var tað rundan
um finaludystirnar, sigur Magnus
Tausen, eftir at feløgini á fundi
hava umrøtt farna kappingarárið.
– Hóast ein ávís ítróttarlig
skepsis er viðvíkjandi FM-final-
unum, verður hetta leisturin, vit
eisini fara at hava næsta kapp ing-
arár. Vit halda, at best er at gera
hetta meira enn bara eina ferð, áðr-
enn vit møguliga broyta nakað.
Eisini hevur verið frammi at
geva liðum trý stig, tá tey vinna 3-0
ella 3-1, men at bert tvey stig fyri at
vinna 3-2, meðan tapandi liðið tá
fær eitt stig. Hóast fólk halda hetta
verða eina spennandi roynd at gera,
tí tað kann geva javnari kapping,
verður hetta ikki aktuelt longu
komandi kappingarár.
Annars kann flogbólturin fegn-
ast um metstóra luttøku í kapp ing-
unum farna veturin, tí ikki færri enn
151 lið vóru meldað til kappingarnar.
Hetta er nógv tað mesta nakrantíð,
og til saman beringar kann nevnast,
at veturin frammanundan vóru
liðini 125 í tali.
– Vit fegnast um stóru fram-
gongdina, og ábendingar um minst
líka
góða
tilmelding
komandi
kapp ingarár, sigur Magnus Tausen,
sum saman við hinum í Flogbólts-
sambandinum fyrireikar komandi
aðalfundin.
– Møguliga verða kappingarnar
hjá teimum 14 ára gomlu broyttar
til bólkaspøl við trimum ella fýra
liðum, so lið kunnu sleppa undan
óneyðuga nógvari ferðing. Eisini er
hugsandi, at feløg sleppa at leggja
lið saman í ungdómsdeildunum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, helt FM-finalurnar hjá kvinnum
og monnum geva flogbóltinum mestu umrøðu, hann nakrantíð hevur fingið
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Aftur finalur
næsta ár
Flogbóltur – Hóast ein ávís ítróttarlig skepsis er
viðvíkjandi FM-finalunum, verður hetta leisturin, vit
eisini fara at hava næsta kappingarár, sigur formaðurin
í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen
Hilmar Jan Hansen
Besta KÍ-liðið fór leygarkvøldið
av Argjum við 2-0 sigri á
AB. Sigurin var søguligur, tí
hetta var fyrsta ferðin yvir-
høvur, at besta KÍ-liðið vann
landskappingardyst í næst-
bestu deildini.
Ein innanhýsis uppgerð var
ímillum tvey av teimum fýra
liðunum, sum hava møguleika
at flyta upp. FC Hoyvík hevði á
niðara vølli í Gundadali vitjan
av 07 Vestur. Jón Brekká legði
heimaliðið framum í seinna
hálvleiki, men 07 Vestur svar-
aði aftur. Tað eydnaðist bæði
at javna og at skora til 2-1,
áðrenn FC Hoyvík misti ein
spælara. Dómarin vísti Janusi
Mortensen av vølli fyri takling,
sum varð mett so ógvuslig, at
hon var til beinleiðis reytt
kort.
Teir í FC Hoyvík vóru ógv-
uliga vónbrotnir av sær sjálv-
um. Teir ætla sær at flyta upp
í bestu deildina, og teir mettu,
at avrikið var nóg gott til, at ið
hvussu er eitt stig skuldi komið
burturúr.
TB var á ovara vølli í Gunda-
dali, har tvøramenn kendu
sviðan av, at HB – serliga tíð-
liga á árinum – er væl fyri í
næstbestu deildini. Her gjørd-
ist talan um tryggan sigur til
havnarmenninar,
ið
einsa-
mallir eru á odda við fullum
stigatali.
Uppgerðin
í
Streymnesi
millum EB/Streym og B68
varð vegna jarðarferð á Toftum
útsett til mikudagin.
Í triðja umfari verður aftur
ein
áhugaverd
uppgerð
á
Sevmýri, tá talan verður um
dyst millum tvey av teimum, ið
fyrr roknaðust millum risarnar
í føroyskum fótbólti. Tá fer KÍ
at vitja TB.
hilmarjan@sosialurin.fo
1. deild, menn TB kiksaði í
Gundadali og FC Hoyvík tapti á
heimavølli ímóti vágaliðnum
Søguligur
KÍ-sigur
SKriVAÐu SØgu
Ungu spælararnir hjá KÍ skrivaðu søgu, tá teir
leygardagin vunnu á Argjum, tí hetta var fyrsti
sigurin hjá besta KÍ-liðnum í næstbestu deildini
Mynd: Álvur Haraldsen
Flogbólturin kann fegn ast um metstóra
luttøku í kapp ing unum farna veturin, tí ikki
færri enn 151 lið vóru meldað til kappingarnar
FinAluFróur