Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. apríl 2010 Sosialurin 29 og vinstrasinnaðu kreft­ irnar. Í 2005 varð hann valdur til forseta sum tann triði demokratiskt valdi aftan á Lech Walesa og Aleksander Kwasniewski. Hóast hann ikki hevði kunngjørt avgerð­ ina, bendi alt á, at hann ætlaði sær at stilla upp aftur seinni í hesum árinum. Lech Kazynski og tví­ burð arbróturin Jaroslaw vóru virknir í politikki, longu tá teir gingu á lærda háskúlanum í Warszawa, har teir lósu løgfrøði. Teir vóru í fresmtu røð í uppreistrinum ímóti kommunistunum fyrst í áttatiárunum, og hesa tíðina høvdu teir gott samband við sjálvan uppreistrarleiðaran Lech Walesa. Lóg og rættvísi Í 2001 stovnaðu Kazynski­ brøðurnir flokkin Lóg og Rættvísi. Á tjóðartings val­ inum í 2005 fekk flokkurin meiriluta, og Jaroslaw varð valdur til forsætisráðharra. Tey bæði næstu árini stýrdu brøðurnir Póllandi, og hesi árini var polskur politikkur merktur av teirra tjóðskaparligu hugsan og trúskapi ímóti teirri ka­ tólsku kirkjuni. Hetta vóru eginleikar, sum vunnu teim um undirtøku á polska høgravonginum og millum fólk á bygd. Sum forseti legði Lech Kazynski stóran dent á uttanríkispolitikkin. Hann var sera ivingasamur mót­ veg is ES, og ferð eftir ferð legði hann fót fyri ella seink ­ aði ymsum avgerðum í sam­ veldinum. Harafturímóti var hann íðin talsmaður fyri tættari sambandi millum Pólland og USA, og hann tók av full­ um huga undir við ameri­ konsku ætlanini um eina rakettverjuskipan í Evropa, og at ein partur av skipanini skuldi standa á polskari jørð. Ivaðist í russum Hinvegin var Lech Kazynski sera varin, tá tað galt viður­ skiftini við tann stóra grann­ an fyri eystan, og hann hevði alla tíðina illgruna um, at russar gjørdu Póllandi ónáð ir. Ta seinastu tíðina kom hann kortini við nøkr­ um ábendingum um, at Pól land var til reiðar at bøta um viðurskiftini við sínar fyrrverandi fíggindar Russland og Týskland. Í 2007 tók tann liberali Donald Tusk við sum for­ sætisráðharri. Samstarvið millum forsetan og hann var ikki tað besta, men í sein­ astuni batnaði tað politiska gongulagið. Donald Tusk segði leyg ar­ dagin, at deyði forsetans er ein tann størsta vanlukkan í Póllandi í nýggjari tíð. Sam­ stundis varð fráboðað, at eftirmaðurin skal veljast um tveir mánaðir. Til ta tíð røkir tingformaðurin embætið, so leiðis sum stýriskipanin ásetir. Samansvørjing Norski tíðindamaðurin Hal vør Tjønn, sum hevur arbeitt leingi við russiskum og eysturevropeiskum við­ ur skiftum, skrivaði um viku skiftið, at alment fer flogvanlukkan leygar morg­ unin neyvan at ávirka viður­ skiftini millum Pólland og Russland, tí talan er um eina vanlukku. – Men tá havt verður í huga, at vanlukkan hendi í Russlandi, og at hópdrápið í Katyn hevur eina serstøðu í polsku fólkahugsanini, er einki at ivast í, at nógvir pól lendingar fara at fáa ill­ gruna um eina russiska sam ansvørjing. Men helst verð ur hetta ein misnøgd í fólk inum, sum ikki fer at síggjast aftur á tí almenna pallinum, skrivaði Halvør Tjønn í Aftenposten. arni@sosialurin.fo • Eftir boðum frá Josef Stalin sjálvum beindi russiska loynløgreglan fyri millum 15.000 og 20.000 póllendingum, teir flestu hermenn og heryvirmenn, í trimum hópdrápum har vesturi í Russlandi tíðliga í 1940. Umleið 4.500 teirra vórðu myrdir í Katyn. • Hópgravirnar vórðu avdúkaðar, tá týskararnir gjørdu innrás í Sovjetsamveldið. Moskva legði týskararnar undir at hava framt hópdrápið. • Ikki fyrr enn í 1990 viðgekk Mikhail Gorbatsjov, forseti, at tann loyniliga løgreglan hjá Stalin hevði myrt póllendingarnar. Seinni hevur Pólland biðið um, at teir seku verða drignir til svars fyri illgerðina. • Fyrst í síðstu viku vóru forsætisráðharrarnir báðir, Vladimir Putin og Donald Tusk, til eitt minningarhald til minnis um tey, sum doyðu í Katyn. Tilburðurin bleiv mettur sum eitt týðandi semjusøkjandi stig landanna millum. Hópdrápið í Katyn polsku flogskiparunum var heilt óvanlig. – Vanliga verða bara tvær royndir gjørdar at lenda, og tað er heilt óvan­ ligt, at flogskiparar royna fýra ferð ir sum í hesum førinum. Tað er líkt til, at tað hevur verið sera umráðandi hjá teimum at lenda í Smolensk, sigur hann. arni@sosialurin.fo Í 2006 og 2007 stýrdu brøðurnir Lech og Jaroslaw Kaczynski Póllandi, sum hesi árini bleiv umrøtt sum "tvíburðarlýðveldið". Hendan myndiner frá november í 2007 Mynd: Reuters KaczynsKi-brøðurnir Tupolev Tu-154 * Tupolev Tu-154 bleiv ment í seksti árunum og var sovjetska svarið upp á tað amerikanska Boeing 727 og tað bretska Hawker Siddeley Trident. * Tað fyrsta Tu-154 fór á flog í 1968, men tað fyrsta flogfarið fór ikki í ferða mannaflúgving fyrr enn í 1972 fyri Aero flot. Tu-154, sum kann taka upp í 180 ferðafólk, er broytt fleiri ferðir síðani. * Russar hava gjørt umleið 900 flogfør av slagnum Tupolev Tu-154, og umleið 250 eru enn í flúgving. * Í nítiárunum fóru fólk og myndugleikar at ivast í trygdini við Tupolev Tu-154, tí tey fyrstu nítiárini vóru ikki færri enn tíggju vanlukkur við flogførum av hesum slagnum. * Hetta vóru kostini ikki tær fyrstu vanlukkurnar við Tuploev Tu-154. Í 1984 doyðu 174 fólk, tá eitt Tupolev Tu-154 rendi á tvey akfør á flogvøllinum í Omsk, og árið eftir doyðu næstan 200 fólk, tá eitt Tu-154 datt niður í Usbekistan. pararnir at lenda?