mánadagur 12. apríl 2010síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. apríl 2010
40
Sosialurin
Inna Tørnroos
Leygardagin:
Ljósastakar, skógvar, og
gomul klæði koma oman
frá ovasta lofti num.
Ov
lítil
barnaklæði
verða pakkað niður og
sminkur, ið eg havi fing ið
og ongantíð brúkt enda
eisini í posunum.
Sunnudagin:
12.30 Mark nað ar dagur
in byrjar um ein hálvan
tíma. Borðið kostar 250
krón ur, og eg havi fingið
tað innasta borðið í
Perlu ni. Ikki gott, hvør
tím ur at koma inn í hetta
tronga hornið, hugsi eg
fyri meg sjálva.
13.00 Mínar kurvar eru
upp á pláss. Eg selji mest
klæði 20, 30 og 50 krón ur
kosta tey
13.10 Ongin keypt nak
að enn. Tolið er ikki tað
stóra. Men nógv fólk eru,
so tað man fara og laga
seg.
13.25 Fyrsti luturin er
seld ur. Eitt gysiliga ljótt
hálsturriklæð,
sum
maðurin brúkti eina ferð
í 90unum. 20 krónur fór
tað fyri.
13.35 Mín Londonpon sjo
fer fyri 30 kr.
13.45
Garnposin
við
goml um restum fer fyri
30 kr.
14.00 Eg fari ein lítlan
rund túr.
Borðgrannin
lovar at selja fyri meg,
um nakar er áhugaður.
Eg eri burtur í 10 minutt
ir, og tá eg komi aft ur,
hevur hon selt fyri 100
krónur. Hvat hevur hon,
sum eg ikki havi?
15.00 Selji okkurt smátt.
Allar konur taka í lítlu
gummi skógvarnar
eg
selji, men ongin keypur.
Eg lækki prísin 25 krón
ur til 50.
15.30 Eg testi grannan
aftur og taki eina pissi
pausu. Má vita um hon
eydnast líka væl hesu
ferð.
15.40 Nei, tað gjørdi hon
ikki. Onki selt tí løtuna
eg var burtur.
16.00 Eg lækki prísin.
Alt í stóru kurvunum
fer fyri 20 krónur, og
tað í teimum lítlu fyri 10
krónur. Nú tími eg ikki
meira.
16.20 Tað virkaði. Lægri
prísurin fær fólk at
keypa. Mítt gamla slætti
jarn og smink ur nar fara.
16.40 Minimala bikiniið,
ið eg ongantíð havi pass
að, fær nýggjan eigara.
Jippi!
17.00 Sama kona kemur
aft ur og keypir restina
av mínum sminkum.
Fínt!
17.20 Fólk pakka saman
og vit fáa meira pláss.
Eyka, eyka, eyka prís
ur. Eg keypi tvær task ir
og eina blus frá borð
grannanum.
17.40 Eg pakki saman.
Nak að tómt borð síggi
eg ongastaðni. Men fólk
sýnast hóast alt nøgd við
søluna.
inna@sosialurin.fo
Inna Tørnroos
Omma eigur alt ov nógv
ting, tí vildu vit hjálpa henni,
sig ur Malan.
Fyri peningin ætlar øll
familj an sær út at bowla
og eta og omman skal
sjálvandi við.
Taskur,
belti,
skógvar,
stein tøj, eitt gamalt stereo
anlegg, jakkar, kjólar og
mangt, mangt annað.
Tað er tað, sum familjan
hjá Nellie Sørensen hevur
savnað saman, og nú selur á
Mark nað ardegnum í Perluni
og Reinsarínum.
Tær
fimm,
Sunnuvá
Jacob sen, Rannvá Søren
sen, Fríða Sivertsen, Katrin
Nolsøe og Malan Jákups
dóttir standa allar við borðið
og selja.
Nógv av teimum vitjandi
eru áhugaði í gomlum ting
um, og sølan gongur strúk
andi.
Hetta er ekta vintage,
sigur Malan og vísur eina
gamla silkiblus fyri tveimum
ung um gentum.
Malan arbeiður dagliga
við børnum, men hevur bak
grund sum seljari, og er tað
tí ikki nakað fremmant fyri
hana at selja á einum mark
naði.
Brádliga kemur mamma
Maluna, Sunnuva og spyr
eftir síni troyggju.
Tann troyggjan??? Hana
havi eg selt fyri 50 krónur,
sigur Malan flennandi.
Sunnuva sær eitt sindur
bilsin út, men sker síðani út
í skellilátur.
Hon fer og ballar restina
av sínum tingum væl inn, so
at dóttirin ikki selur restina
av garderobuni.
Gamla dukkan
Malan og restin av familjuni
hava eisini ruddað út heima
hjá sær sjálvum. Malan selur
gomlu dukkuna, við særdum
eygað, fyri 200 krónur.
Fleiri gentur vísa áhugað í
dukk uni, men Malan angrar
seg hvørju ferð, og til endans
verð ur dukkan goymd.
Eg klári simpulten ikki at
selja hana, sigur Malan.
Betri gongur við merkis
skógv unum, ið omman eig
ur í kassavís. Tey, ið hava
stødd 3738 gera kuppi og
fáa flottar, næstan óbrúktar
skógv ar fyri 50 krónur.
Tá dagurin líður móti
enda num, er nógv selt, men
tær fimm leggja longu æt
lan ir um at verða við á einum
nýggj um marknaði um ein
mán að. Annars enda øll tey
vøkru tingini í skrellinum, og
tað eru tær einigar í, at tað er
eitt sindur ov synd.
Nú skal ovasta loft ruddast, skápini
tømast og skuffurnar reinsast.
Marknaðardagurin lýsti við, at í
fjør vóru øll borðini tømd, og hetta
lokkar meg at bíleggja eitt borð
Mín mark
nað ar dagur
Ommutingini
fáa nýtt lív
MARKNAÐARDAGUR Mitt inni í Perluni standa trý rokað
borð. Tað er Malan Jákupsdóttir og familju hennara, ið
hava ruddað út hjá ommuni Nellie Sørenesen
Brádliga kemur
mamma Maluna,
Sunnu va og spyr eftir
síni troyggju. - Tann
troyggjan??? Hana havi
eg selt fyri 50 krónur,
sigur Malan flennandi
SeljARiN
SølUKoNUR
Sunnuva Jacobsen, Malan Jákupsdóttir, Rannvá
Sørensen, Fríða Sivertsen og Katrin Nolsøe høvdu
ruddað út hjá mammuni og ommuni Nellie Sørensen.
Úrslit:
• Eg seldi fyri 450 krón ur
• Allar flestu lutirnir fóru fyri 10-30 krónur.
• Borði kostaði 250 krón ur
• 200 krónur og eitt ruddi ligari heim er úrs litið
»Sjálvandi eru tað ikki nógvir pengar fyri so nógv
arbeiði. Men stóri vinningurin er hóast alt at hava
fingið í lag at rudda gomul ting út og fingið eitt
rudduligari heim.«
Malan Jákupsdóttir
seldi bæði tað, sum
skuldi seljast, og tað,
ið ikki skuldi ...