mánadagur 12. apríl 2010síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Mánadagur 12. apríl 2010
Sosialurin
Gulla Øregaard
Áhugaleikasamtakið
NEATA
hevur stóra sjónleikastevnu á
Akureyri í Íslandi í august mánaði
í 2010, og hetta hevur tendrað í
listarliga fjúsið hjá nólsoyingum
og íslendskum leiklistafólki.
Orðið »Havgird« havi eg ikki
hoyrt fyrr, men tað ljóðar so
myndarligt, og tað má sigast, at
myndir vóru í hópatali í nýskrivaða
og frumframførda leikinum.
Hóast
avmarkað
pláss,
so
kendist beinanvegin, tá ið tú var
komin at sita í leikhúsinum, at her
var leikmynd, sum var sjáldsama
hegnisliga
frágingin.
–
Næsta
uppliving var, at ljósið og ljóðini
høvdu berandi leiklutir.
Tónleikurin
gav
skiftandi
stemningsmyndir,
og
úrvalið
serstakt. – Vakurt ! – Sterkt!
Leikurin er mest at líkna við eina
kaleidoskopiska uppliving.
- Eftir at hava slept øllum
fordómum um form og ávísa
leikgongd, kom tann kenslan, at her
var farið til verka á ein frígerandi
hátt. Uppskotini hava verið sum
perlur á snóri. Summi uppskot
umgjørt til skyggjandi og flottar
perlur. T. d. Myndin av aldum og
andláti, myndin av longsli, myndin
av gleðisløtum, myndin av teimum,
sum undan fóru.
Summar myndir vóru í so
óruddiligar. – Aðrar vóru í so veikar.
Her átti at verið sáldað betur.
Havi ongantíð áður sæð ein
leik so sjáldsama samansettan av
orðum, av rørslum, av góðvarni, av
respektloysi og humori. Sjáldsama
varkurt ljóðaði nóloyarmálið á
palli.
Leikurin byrjar við yrkingini
»Og dansurin gongur« hjá Tummas
N. Djurhuus. Yrkingin var gjørd
um hendingina, tá ið »Stella Argus«
fórst í 1957.
Yrkingin
hjá
Tummasi
N.
Djurhuus er eins og ein veldug
nót, sum verður hildin um leikin,
sum fer fram á havsins botni.
Leikurin er so sjáldsamur, tí her
fer ein samanrenning fram millum
okkara egnu søgu um sorg og sakn
og franskt klovnateatur. – Løgið og
hugfangandi.
Í leikinum verður spælt á nógvar
streingir. Sterkastu streingirnir er
valið av tónleiki og sjálv leikmyndin,
sum saman við búnum gevur okkum
gandaðar upplivingar. – Íslendsku
yrkisfólkini Augusta Skúladóttir
og Katrin Torvaldsdóttir hava enn
einaferð givið føroyskum sjónleiki
serstakar upplivingar. Tær skapaðu
á Tjóðpalli Føroya í 2008 serstøku
leiksýningina »Í Geyma«, sum
Dánjal Hoydal hevur skrivað.
Allir leikararnir í nýskrivaða
leikinum arbeiddu væl tekniskt.
Her datt ongin burtur ímillum. - Tó
meti eg, at sterkastu leikmyndirnar
spældu Hilmar Joensen, Barbara
Andreassen og Nicolaj Falck.
Petur Hans Poulsen og Súni
Joensen høvdu tøkniligu ábyrgdina
av ljós- og ljóðsíðuni, og her bragdaði
í ungu monnunum. Herumframt
var Petur marionettdukkuleiðari
– Hann førdi beinagrindukonuna
sannførandi.
Gunvør Joensen hevur sum
framleiðslustjóri á lítla leikhúsinum
í Nòlsoy klárað at bróta upp úr
nýggjum.
»HAVGIRD - Oceanized«:
Stórur leikur í
lítlum leikhúsi
UMMÆLI At hava eina ætlan og fara undir at loysa úr lagdi,
tað er tað, sum nólsoyar sjónleikarfelag og íslendsk leikfólk
í felag hava gjørt við nýgjørda sjónleikinum »Havgird«
»Havgird« - Sjónleikur eftir:
Águsta Skúladóttir, Katrin Thorvaldsdóttir og leikhópur
Leikarar:
Magnhild: Barbara Andreassen
Markus: Hilmar Joensen
Elisabeth: Mariann Hansen
Julius: Nicolai Falck
Artur: Leo Poulsen
Beinagrindakonan: Petrur Hans Poulsen
Ljós/ljóðfólk – vidleikarar: Petur Hans Poulsen og
Súni Joensen
Fakta