Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. apríl 2010 42 Sosialurin Bilar Magnus Magnusson maggi@sosialurin.fo KirKjuKloKK ringja fyri Spanski Formel 1 koyrarin, 28 ára gamli Fernando Alonso, koyrir í dag fyri Ferrari. Í 2005 vann hann Formula One World Driver's Champion ship. Hann var tá 24 ára gamal og tann yngsti sum tá hevði vunnið hendan heiður. FerrAri Kirkjuklokkurnar í Maranello, heimbýnum hjá Ferrari í Italia, ringja, tá Ferrari vinna í Formel 1 kappkoyring Tá Ferrari vinna í Formel 1, er tað vanligt at kirkjuklokkurnar ring­ ja í heimbýnum Mara nello í Italia. Tað gjørdu tær t.d. herfyri, tá fyrr­ verandi heims meist arin í formel 1, spaniólin Fernando Alonso, í síni fyrstu koyring fyri Ferrari, vann í Bahrein. Ferrari bý ur in Maranello er í dag eitt av stóru ferðamálunum í Evropa. Ferða fólkini vitja t.d. Formel 1 banan í Immola, savnið Galleria Ferrari, testbanan Fiora­ no, Ferrari Club Maranello og sjálva Ferrari verksmiðjuna. Eingin av rasara­ ella sports­ bil unum í øllum heiminum hevur nátt somu málum sum Ferrari, hvørki í søguligum baksýni ella í dag, har teir gera heimsins frem s­ tu sportsbilar. Stovnarin av Ferrari, Enzo Ferrari (1898­1988), sum í 1940 stovnaði Enzo Ferrari fyritøkuna "Auto Avio Costuzioni Ferrari", vildi ongantíð gera kompromis við nakran um kvalitetin á bilunum, ella hvussu skjótt teir kundu koyra. Tí bleiv framleiðslan so dýr, at teir í 1969 løgdu saman við Fiat. Tilsamans hava Ferrari síðan byrjan framleitt umleið 100.000 bilar, har umleið 80.000 koyra enn í dag.