Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-12, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. apríl 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mánadagur 12. apríl 2010 Sosialurin MC-Sølan við elsúkklu Akførini verða alt meira elektrisk. Nú er MC-Sølan í Havn komin við eini elektriskari súkklu, sum er sera væl egnað til koyring í Føroyum við nógvum brekkum. Talan er um eina súkklu av slagnum MBK við innbygdum elmotori í forhjólsnavinum og battaríi undir viðførisberaranum aftan. Súkklan, sum hevur 7 gear, er so løtt at koyra, at til ber at sita á henni líkamikið hvussu brøtt brekkan er. Elmotorurin er 250W og lithium battaríið er 36V. Elmotorurin verður bert nýttur, tá tørvur er á tí. At síggja til sær el-súkklan út sum ein vanlig súkkla. MBK-súkklan verður royndarkoyrd í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.10 mg Anders Berg frá MC-Søluni við elsúkkluni, ið sær út sum ein vanlig súkkla Mynd: Magnus Gunnarsson Kurnar ferrari Kirkjuklokkurnar í Maranello ringja, tá Ferrari vinna í Formel 1 kappkoyring Fiat eru komnir á mark- nað in við einum nýggjum Doblò, sum er ein rúm lig ur og praktiskur 7-persóna bil- ur við dragihurðum á báð- um síðum Dobló kann eisini nýtast sum ein 5-persónabilur við sera stórum viðførisrúmi. Við at taka tey aftastu setr- ini úr bilinum verð- ur viðførisrúmið heilar 800 litrar. Bilurin er væl útgjørdur við nógv um innbygdum trygd ar skipa- num. Fiat Doblò fæst í út- gávu num Family við 95 hk bensinmotori og Family Pack við 90 hk MJT dieselmotori. Bil ur in kann síggjast og royn ast hjá Nordcar við Velba stað- vegin. Prísur úr 189.000. mg Fiat Dublò til 7 persónar Fiat Doblò. 7-persónabilur fyri undir 200.000 krónur Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.10 Í sendingini verður m.a. ein eldrivin súkkla royndarkoyrd. Vitjað verður á fyrstuhjálparskeiði fyri bilførarar. Eisini fáa vit at vita, hvat ein servicebilur verður nýttur til. kirkja ELTØkNi