Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Eg eri sera fegin um, at Kringvarpið nú tekur skuld­ setingarnar móti Rás2 um mutur aftur. Hetta sigur Jonhard Hamm er, stjóri á Rás2. Ann­ ika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpinum, hevur sent honum ein teldupost við eini treytaleysari umbering fyri skuldsetingarnar, sum vórðu settar fram ímóti Rás2 í sendingini Álvaratos fríggjadagin. – Vegna vertin í sendingini, Álvaratos, harmist eg almikið úttalilsið um, at tíðindi kunnu keypast á útvarpsrásini hjá tykkum, uttan at prógv varð ført fram fyri hesum í somu sendig. Afturat hesum áttu tit at havt møguleika fyri at gera tykkara viðmerkingar. Hetta livdi ikki upp til krøvini um góðan fjølmiðlasið, sigur Annika Mittún Jacobsen í teldupostinum. Hon greiðir víðari frá, at talan var um eina kjak send­ ing, har ein grein úr Miðla­ húsinum varð nýtt sum dømi í viðgerðini av evninum »journalistikkur og pengar«. – Ætlanin var sostatt ikki at viðgera Miðlahúsið, men tá ið talan er um eina kjaksending, gerast fólk stundum heit. Og tá kann tað henda, at okkurt fer í luft ina, sum ikki átti at ver ið farið. Í sambandi við slíkar sendingar tosa vit sjálv andi framm an undan um, hvat vit kunnu siga og ikki. Alt er loyvt, uttan at banna og verða ósaklig yvir fyri navngivnum fólki og fyritøkum. Fríggjadagin hendi so tað, sum ikki skuldi henda, og eg rokni við, at eingin er keddari, enn just verturin, sum orðini átti! Vit hava klipt viðmerkingina úr sendingini, soleiðis at hon ikki er at hoyra – hvørki á net inum ella tá sendingin verður endursend. Enn eina­ ferð: Vit harmast almikið hendi liga óhappið, sigur Ann ika Mittún Jacobsen. eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Víga fráskild í Klaksvík Magnus brahé jørgensen kjak á síðu 13 Mugu duga at telja upp í 17 helgi abrahaMsen kjak á síðu 13 Politikkur kann mangan verða trupul at skilja. Fyri nøkrum fáum vikum síðani samtykti løgtingið einmælt at fara undir at leingja flogvøllin í Vágum til 1799 metrar. Men frammanundan hevur sama løgting sett í verk eina kanning, sum skal lýsa, hvar bestu møguleikar eru at byggja flogvøll, havandi veður og vind og turbolens í huga. Tá løgtingið viðgjørdi leingjanina av flogvøllinum, hoyrdust nakrar mótmælandi røddir á tingi. Eitt nú Sjúrður Skaale úr Tjóðveldi, Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum og John Johannessen úr Javnaðar­ flokk inum. Teir mæltu til, at løg­ tingið bíðaði við at avgreiða mál ið, til hendan frágreiðing, sum Lands­ verk legði fram í gjár, var komin. Men løgtingið vildi ikki bíða. Málið skuldi fyri alt í verðini av­ greiðast, hóast frágreiðing var á trappuni – og eisini vitandi um, at hon kanska kundi mæla til eina aðra loysn til framtíðar flogvøll, enn at útbyggja vøllin í Vágum. Tað er hetta, sum er so løgið við politikki: Tú hevur eina ætlan, tú hevur eitt motiv, og tú hevur ein politiskan boðskap ella politiskan vilja, sum ofta er so tungvigandi, tá avgerðir skulu takast. Tá so »vandi« er fyri, at onkur serkunnleiki kanska fer at taka grundarlagið und an endamálinum, so trumlar tú bara málið ígjøgnum, so tað ikki kann steðgast. Hetta verður gjørt fyri pengar, sum vit øll rinda. Tað sum fyri vanlig fólk hevði verið rætta mannagongdin og rætta viðgerðartilgongdin var, at øll viðurskifti vóru væl umhugsað, at allar kanningar vórðu lagdar við, so tey, ið skulu taka støðu, høvdu eitt so gott grundarlag at taka støðu út frá, sum gjørligt. Men soleiðis er ikki gjørt í hes­ um málið. Vit kunnu staðfesta, at løgtingið hevur valt at brúka hálvtfrórðhundrað milliónir upp á eina ætlan, sum ein serkunnleiki ikki heldur verða góða. Hví verð­ ur hetta gjørt? Er tað tí, at Vinnu­ málaráðið og løgtingið vita bet ur enn tey, ið hava gjørt hesa kann­ ingina? Ein undanførsla hevur verið, at sagt verður, at donsku pengarnir eru markaðir til flogvøllin í Vág­ um. Spurningurin er, um myndug­ leikarnir hava roynt, um til ber at marka pengarnar umaftur. Poli­ tikkur og logikkur eru í øllum før­ um ikki tað sama. PoLitikkur ikki Logikkur Málið skuldi fyri alt í verðini avgreiðast, hóast frágreiðing var á trappuni Vit livdu ikki upp til góðan fjølmiðlasið Tá sendingin Álvaratos frá fríggjadegnum verður endursend í Kringvarpinum í morgin, hósdagin, klokkan 13, fer Jákup Magnussen at biða um umbering fyri skuldsetingarnar, sum hann setti fram ímóti Rás2 um, at fyritøkur kunnu keypa seg til tíð­ ind ini, sum eru at hoyra í tíðindasendingunum hjá Rás2. Annika Mittún Jacob­ sen, kringvarpstjóri, sig ur, at eingin er keddari um mistakið enn Jákup Magn­ ussen, sum í morgin klokkan 13 alment fer at greiða lurt­ arunum frá mistakinum og biðja um umbering fyri, at Kringvarpið ikki livdi upp til góðan fjølmiðlasið. eirikur@sosialurin.fo Hanna á Reynatúgvu nýggj forkvinna í Sandoyar Sýslu Ferðalag. Á fundinum, ið nýggja nevndin hjá Sand­ oyar Sýslu Ferðalag hevði týskvøldið, varð Hanna á Reynatúgvu vald til for­ kvinnu í felagnum, með an Anja Sandoy varð vald til næstforkvinnu og Kristina Petersen til kassameistara. Hini í nevndini eru Odd­ vør Johannesen og Julianna Winther. Eykafólk eru Elna Skylv Hansen og Atli Dalsgarð. Hanna á Reynatúgvu forkvinna Jákup fer at biðja um umbering