Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 2 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Snorri Brend Hetta gjørdi tað neyðugt, á fyrsta sinni í søguni at gera eina endur­ skoðaða fíggjarætlan fyri júst ein­ um ári síðani. Ein neyv fíggjarstýring varð tá sett í verk, og saman við teimum batnaðu fíggjarligu útlitunum, er skattainntøkan við at koma í rætt­ lag aftur í ár. Tølini vísa, at higartil í ár eru komnar slakar 124.000 krónur meiri inn í skatti, enn somu tíð í fjør. – Januar var vánaligur, ­ ja, ein tann lakasti sum eg veit um; februar var nakað frægari og mars var uppaftur betri. Tað liggur faktist rættiliga neyvt teirri metingini sum vit gjørdu, sigur borgarstjórin, Sigurð Simonsen. Í býnum er nógv vinnuligt virk­ semi, og skatturin frá parta fe løg­ unum fer eisini at koma inn og økja um inntøkurnar hjá kommununi. Og so fær kommunan eisini pen­ ing inn frá skipum, ið liggja við bryggju. Hesar inntøkurnar liggja væl omanfyri metingina. Hinvegin er eisini neyðugt at hava tamarhald á útreiðslunum. Her er gjørt eitt stórt arbeiði at tryggja, at kommunan til eina og hvørja tíð hevur skil á hesum. – Eg tori at siga, at eftir fíggjarliga sjokkið í 2008 og forvirringin í 2009, hava vit nú fingið tamarhald á fíggjarstøðuni í ár, staðfestir borg­ arstjórin. snorri@sosialurin.fo Januar var tann ringasti FuglaFjørður Eins og so manga aðrastaðni, rakti fíggjarliga kreppan eisini Fuglafjørð. Grundøki tøk Ein orsøkin til at fólkatalið hevur verið rættiliga støðugt í Fuglafirði er, at grundøki hava verið tøk. Í miðal hevur kommunan selt eini 8 grundøki um árið, men í 2008 seldu tey eitt og fingu eitt innaftur. Í fjør vórðu 3 grundøki seld. Júst í hesum døgum hava fólk á bíðilista til grundøki fingið bræv frá kommununi, sum eigur fleiri øki vesturi á Hornavegi, tey kalla. BÚSKaPur – Inntøkurnar hava verið dalandi, men nú fer at ganga rættan veg, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri. Hetta er ikki minst orsakað av nógva virkseminum á havnarlagnum Mynd: Jens Kristian Vang Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Oyggjablaðið næsta mikudag: Úr Suðuroy