mikudagur 14. apríl 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
4
Sosialurin
Brandfellur
í almennum
bygningum
Áki Bertholdsen
- Almennir stovnar og bygn ingar
verða so illa røktir, at teir kunnu
verða brandfellur og kunnu eisini
í aðrar máta verða heilsuskaðiligir
hjá fólki at vera í.
Tað staðfestur Ewald Kjøl bro,
deildarleiðari á bygningsdeildini
hjá Lands verki.
Hann sigur, at tað almenna
hevur forsømt sín ar ognir so illa
nú í nógv ár, at nú er orsøk til at
rópa varskó.
- Tað, sum landið brúkar upp
á at røkja og halda sínar ogn-
ir, er bara ein brotpartur av tí,
sum krevst fyri at tær ikki skulu
forfella.
Hann sigur, at avleiðingin
av hesum forsømilsinum, er, at
nógvir almennir bygn ing ar eru
rættiliga forfalnir.
- Nógvir bygningar eru í rætti-
liga vánaligum standi. Støð an er
nú so ring, at tað er orsøk til at
ávara ímóti gongd ini.
- Vanligu trupulleikarnir eru
lekar og fuktskaðar og tað rot,
sum tað elvir til.
Leiðarin
á
bygn ings deild-
ini sigur, at ein stór or søk til
teir trupulleikar, ið al menn ir
bygningar hava av blámu soppi,
sum er heilsu skaði lig ur, er rætt
og slætt, at teir eru ikki røktir
nóg væl.
- Har er talan um lekar, har
fuktur sleppur inn. Og verð-
ur tað ikki umvælt, fær tað
loyvi at breiða seg og elv ir til
soppavøkstur.
Almennar brandfellur
Ewald Kjølbro leggur afturat, at
hendir onki munagott nú, kann
væntast, at hesir trupulleikar
fara at veksa.
- Sostatt stúri eg fyri, at verð ur
onki munagott gjørt nú fara tað
um nøkur ár ár verða enn fleiri
almennir bygn ing ar, sum eru
heilsu skaði ligir at vera í.
Eitt annað er so tað, at nóg-
v ir
bygningar
kunnu
verða
brandfellur, tí teir eru ikki
brunatryggjaðir eftir for skrift-
unum.
Ikki minst ger hetta seg gald-
andi, tá ið bygningar verða bygdir
um, ella tá ið teir koma at hýsa
øðrum virk semi, enn tað, teir áður
hava hýst.
Dømi um hetta kunnu vera
hús, sum eru keypt til eldra býli,
ella bústovnar av yms um slagi.
Tað vísir seg, at tá ið Bruna-
um s jónina
kannar
al menn-
ar bygningar, eru sum oftast
rættiliga nógv ar viðmerkingar til
bruna trygd ina, men tað er ikki
altíð, at ráðini eru til at fylgja for-
skriftunum.
- Tað er ein stórur tru pul leiki,
at tá ið vit sýna bygn ing ar, síggja
brandfellur Nógvir almennir bygningar eru í so vánaligum
standi, at teir eru rætt og slætt heilsuskaðiligir at vera í.
Harafturat kunnu nógvir bygningar eisini verða reinar brandfellur,
tí teir eru ikki brunatryggjaðir eftir forskriftunum
Norland seldur til Libanon
SKIPASØLA Farmaskipið M/S Norland hjá Faroe Ship er selt til
Libanon - men skipið verður kortini skrásett í Føroysku Altjóða
Skipaskrásetingini. ,Tað er Faroe Ship, sum átti Norland, sum P/F
Norlink í Norðragøtu keypti til Føroya fyri nøkurm árum síðani.
Skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum, sum hevur staðið fyri sølui
sigur, at Norland hevur ligið til sølu á Hulki síðani mars 2009.
Keyparin er úr Libanon, og ætlanin er at sigla skipið niður til
Libanon í næstum, har tað skal umbyggjast til at sigla við livandi
neytum millum evropa og miðeystur. Skipið er 86 metrar langt,
hevur trý dekk og ein góðan stabilitet og verður tí mett væl egnað
til hetta endamál.