Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 4 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend – Eitt ferðafólk úr Suðuroy ella Eysturoy, er líka so nógv vert sum eitt ferðafólk úr Amerika ella Fraklandi, slær kendi fugl firð­ ingurin fast. Petur Martin Petersen hev ur drúgvar royndir á ferða vinnu­ økinum. Hann er tí fult greiður um, at tað ræður um at fáa fólk at vitja hansara øki og okkara land ­ og at koma aftur seinni. Tað er langur vegur hjá teim ferðandi at koma til Føroyar. Og tíðin, tey eru her er stutt, tí ferða­ sesongin í stóran mun bert er um summarhálvuna. Tí roynir Kunningarstovan í Fuglafirði, saman við hinum kunn­ ingarstovunum kring landið, at gera sítt til at fólk skal vitja okkara vakra land. Tað er helst so, sum Petur Martin so rámandi tekur til: – Ferðasesongin er stutt, og tí má ein hava tráðuna egnda meðan løtan er. Og haraftrat hava gott agn. Á heimskortið Hóast kunningarstovan kallast Kunningarstovan í Fuglafirði, er tað bert partvíst rætt. Hetta er ikki einans ein lokal kunninarstova, men ein sum røkir áhugamálini innan ferðavinnuna hjá allari Eysturoynni. Saman við teirri í Runavík roynir Petur Martin eftir føri muni at seta heimaoyggj sína á heimskortið við lýsingarátøkum, fald arum og á annan hátt. Nógv er broytt við arbeiðinum hjá kunningarstovuni, síðani hon sá dagsins ljós í 1994 í forstovuni í bókasavninum, í endanum av ringastu kreppuárum okkara. – Ja, tá var tað meiri at kalla ein viðfáningur, men var kort ini ein effektivur miðil at hjálpa vinnu lív­ inum, handilslívinum og frí tíðar­ virkseminum upp á føtur aftur eftir kreppuna. – Og, sært tú. Hetta gekk so mikið væl, at vit longu árið eftir kundu staðfesta, at eitt stórt tal av ferðafólkum vitjaðu her í bygdini. Hesin tóktust ongan góðan at eiga, og vit fóru tí beinanvegin undir at gera ymiskt kunnandi tilfar til hesi fólkini, greiðir Petur Martin frá. Fyrsta árið vóru skrásett 129 fremmand ferðafólk á kunn ingar­ stovuni, umframt tað stóra talið av fuglfirðingum sum altíð hava vitjað bókasavnið, ið heldur til í sama bygningi. Samstundis sum tað nú fór at ganga betri fíggjarliga, skifti ar­ beiðið líkasum ham: Frá at skula hjálpa vinnulívinum á føtur aftur, broyttist tað til at skula hjálpa teimum fremmandu gestunum í bygdini. – Sohvørt sum handlar og vinnu­ lív í sínum lagi fótaðu sær aftur, varð ikki so nógv brúk fyri okkara hjálp. Og síðani kommnunan yvir­ tók kunningarstovuna, hava vit arbeitt saman við ferðavinnuni í Eysturoynni, sigur Petur Martin. snorri@sosialurin.fo Øll ferða­ fólk hava sama virði fuglafjørður Aftur í ár spennir kunningarstovan í Fuglafirði seg út til at taka ímóti ferðafólki í summar. – Meðan færri útlendingar hava vitjað okkum tey seinastu árini, er talið av føroyingum sum ferðast í egnum landi, vaksið sera nógv, sigur Petur Martin Petersen, leiðari á Fuglafjarðar Kunningarstovu 90% Nú stendur ein nýggj ferðasesong fyri framm­ an. Okkurt nýtt verður helst á skránni í summar, men dentur verður fram­ vegis lagdur á at fáa enn fleiri føroyingar at ferðast í egnum landi. Nógvir útbjóðarar av ferðavinnuni hava ikki havt møguleikar at ment seg so nógv, hesi sein­ astu fíggjarligu tungu árini. Nú verða vónir settar til, at talið av vitj andi í Eysturoynni og í Fugla firði fer at økja aftur. Er tað so sum metingin sigur, er ikki óhugsandi, at so nógv sum 90 prosent av teimum sum vitja Føroyar sum ferða­ fólk, vitja eisini í Eystur­ oynni í styttri ella longri tíð. – Serliga norðari partur av oynni er væl umtóktur av teimum ferðandi. Tað vísir seg, at har fólk hevur møguleika at gista, har brúka tey eisini pen­ ing, vísir Petur Martin á. Men ferðavinnan vil fegin hava fólk at vitja onnur støð í oynni. Tí er gjørdur ein faldari á fleiri málum og er skipaður sum ein ferð kring alla Eysturoynna. – Jú, her hendir nakað allatíðina. Okkara partur skal so ikki liggja eftir, lovar Petur Martin Petersen. – Tað er vorðið sera populert at ferðast í egnum landi. Eisini her í Eysturoynni hava vit nógv góð tilboð, sigur Petur Martin Petersen, leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði Mynd: Jens Kristian Vang KuNNINgarMaðurIN Ferðasesongin er stutt, og tí má ein hava tráðuna egnda meðan løtan er. Og haraftrat hava gott agn Salurin … í »Siloa« er liðugt umvældur og akkustikkurin er nógv betraður. Seinasta árið hevur nógv verið gjørt við salin í Siloa í Fuglafirði, serliga við tí fyri eyga at betra um akkustikkin/ljóðgóðskuna og nútiðargera salin. Stórur partur av salinum í erva er nærum gjørdur av nýggjum. Salurin er nú eisini útgjørdur við nýggjum ljóðanleggi og ljósum, so nú er salurin eisini væl egnaður til konsertframførslur. Eisini eru telduskíggjar settir upp í flestu rúmunum í Siloa. Hesir eru ætlaðir sum amboð í samband við barna­ og ungdómsarbeiðið hjá Siloa og til nýtslu í samband við størri tiltøk. Við nýggju tøknini ber eisini til at senda møtini beinleiðis út á netið, bæði alment, men eisini til ávísar IP adressur, soleiðis at eldri fólk, ið ikki fáa komið til møtini, kunnu hoyra og síggja møtini á telduskíggja við hús.