Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin Nógvir bygningar eru eisini reinar brandfellur, tí teir eru ikki brunatryggjaðir eftir forskriftunum. Fáa onki næstu árini Hóast Ewald Kjølbro staðfestir, at játtanin til at røkta almennar bygningar fyri, bara er ein brotpartur av tí, sum hon átti at verið, bendir onki á, at ætlanin er at raðfesta hetta tey næstu árini. Tvørtur ímóti er ætlanin at skerja játtanina til Landsverk 3,4 milliónir næsta ár Sambært frágreiðingini, sum varð løgd fyri Løgtingið saman við uppskotinum um játtanarkarmin, sæst, at onki er avsett á grein 15 til viðíkahald av almennum bygningum hesi næstu fimm árini Brúka bara 45 krónur Vanliga verður sagt, at skulu bygningar ikki forfella, skal tað almenna brúka einar 160 krónur um árið til røkt fyri hvønn fermetur. - Men hesi seinastu 12 árini hevur tað almenna í Føroyum bara brúkt 45 krónur í miðal til at halda almennar bygningar fyri. Á fíggjarlógini í ár er talið hækkað upp í einar 90 krónur fyri fermeturin, tí ein serlig játtan er latin til at umvæla almennar bygningar fyri í eini roynd at skapa arbeiði. - Men tað er framvegis langt frá minstamarkinum, staðfestir Ewald Kjølbro. Tað er Landsverk, sum umsitur almennar bygningar og ein uppgerð hjá stovninum vísir, at tilsamans eigur landið heilar 233 bygningar um alt landið. Landafrøðiliga standa bygningarnir soleiðis Staður Bygningar í tali Suðuroy: 27 Sandoy: 3 Vágar: 3 Mykines: 1 Suðurstreym: 130 Norðstreym: 22 Eysturoy: 10 Norðoyggjar: 18 Tilsamans 214 Umframt hesar bygningar eigur landið eisini Biskupsgarðin og 18 prestagarðar kring landið. Sostatt eigur landið 233 bygningar tilsamans ymsastaðni í landinum og samanlagt hava hesir bygningar eina gólvvídd upp á 158.524 fermetrar. Men harafturat varðar landið eisini av ymsum sjálvognarstovnum og tá ið tað almenna leigar bygningar til almennar stovnar ella almenna umsiting, er tað viðhvørt ein partur av sáttmálanum, at landið skal betala fyri at halda bygningarnar. Soleiðis er talan um rættiliga nógvir bygningar tilsamans, sum tað almenna skal betala fyri at at halda og er talan um bygningar við eini góvvídd upp á tilsamans 183.183 fermetrar, sum tað almenna hevur ábyrgdina av at røkja. 233 almennir bygningar vit mangan, at vit eru langt afturút, hvat við víkur at lúka krøvini frá bruna umsjónini. Stór innspræning Ewald Kjølbro sigur, at skal tað eydnast at fáa viður skiftini í rættlag og fáa almennar bygningar í vanliga góðan stand, krevst ein munandi, fíggjarlig inn spræn ing hesi næstu heilt fáu árini. Hvussu stór hendan inn spræn­ ingin skal vera, hava tey ikki roknað út. Men talan kann skjótt verða um um hundrað tals milliónir. Hinvegin er Landsverk nú farin í holt við at skráseta allar almennar bygningar fyri at vita, hvørjum standi teir eru í. Men harumframt krevst so, at árliga játtanin til við líka hald, verður hækka uppí í einar 30 millónir um árið fyri at varðveita bygn ing ar nar á einum vanligum við líka haldsstøði. Hann sigur, at verða bygn ingar ikki røktir, slepst ikki undan at trupulleikin veks ur og tað er so skjótt, at hann blívur so stórur, at hann letur seg ikki umvæla. ­ Tá er neyðugt at skifta út ella at byggja nýtt og sostatt er væntandi viðlíkahald eitt tvíeggjað svørð, sum verður nógv dýrari at fáa bilbukt við í síðsta enda, verður hond ikki tikin um trupulleikarnar so hvørt teir vísa seg. ­ Tá er talan ikki longur um eina umvæling, men um endurbygging og tað kost ar munandi meir og í longd ini er sostatt ongin spar ing í at halda aftur í við líka halds út­ reiðslu num, tvørtur ímóti. aki@sosialurin.fo Almennir bygningar eru í so syndarliga ringum standi, at tað eru allar orsøkir til at rópa varskó, sigur Ewald Kjølbro, leiðari á bygningsdeildini hjá Landsverki bygningar Eyðfinnur við bók um skattarætt Fríggjadagin klokkan 15 verður bókin »Føroyskur Skattarættur«, sum Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, hevur skrivað, løgd fram í Miðlahúsinum. Bókin er ætlað til undirvísing á Handilsskúlum og Fróðskaparsetri, men kann eisini vera hent handbók hjá grannskoðarum, advokatum og øllum øðrum, sum fáast við skattafaklig evni. Bókin er vaksin fram úr undirvísing á merkonomskeiðum, sum rithøvundurin javnan hevur staðið fyri í eini 25 ár. Umframt at undirvísa í evninum, hevur Eyðfinnur Jacobsen í starvi sínum sum advokatur brúkt ein stóran part av arbeiðsorku síni til at veita einstaklingum, stovnum og virkjum úti og heima ráðgeving um føroyskan inntøkuskatt. Arbeiðið at skriva bókina byrjaði av álvara fyri um leið fimm árum síðan, tá ið samtakið av loyvishavarum at leita eftir kolvetni á føroyskum havleiðum undir heitinum The Faroes Partnership við Amerada Hess á odda veitti Eyðfinni stórfingna peningaupphædd, sum gjørdi tað møguligt at leggja annað arbeiði til viks.