mikudagur 14. apríl 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
6
Sosialurin
Árni Joensen
Leygardagin verða russiskir
fallskíggjahermenn sleptir
niður yvir Norðpólin. Alment
verður sagt, at hendingin
hev ur samband við, at 51
ár eru liðin, síðani russiskir
granskarar fóru at kanna
tað
arktiska
økið.
Men
nógv ir eygleiðarar halda, at
tað veruliga endamálið við
tiltakinum er ein ávaring
um, at Russland vil hava eina
avgerð um, hvussu náttúru
tilfeingið í Arktis skal býtast,
og at landið er til reiðar at
brúka sína hermegi til at
staðfesta síni rættindi.
Tá umboð fyri USA, Russ
land,
Kanada,
Noreg
og
Dan mark hittust í Kana da
her fyri at tosa um viður
skiftini í Arktis, søgdu tey
seg vera samd um at loysa
allar møguligar trætur við
samráðingum. Men sambært
keldum hjá danska blaðnum
Politiken var tað júst ein
russisk hóttan um at brúka
hervald, sum fekk kanadisku
stjórnina at boða hinum á
fund.
Tey fimm londini hava
lagt síni krøv á borðið hjá ST,
men á fundinum í Kanada
vóru tey á einum máli um, at
viðgerðin í ST gongur ov seint.
Sambært danska umboðnum,
løgmálaráðharranum
Lars
Barfoed, kann viðgerðin í
ST taka meiri enn 30 ár og í
ringasta føri eina hálva øld.
Ovurstórt ríkidømi
Londini, sum hava rættindi í
póløkinum, hava eisini nógv
at stríðast um. Geological
Surv ey hevur fyrr mett, at
umleið 90 milliardir tunn ur
av olju eru í økinum norð
an fyri pólringin. Tað er
nóg mikið til at nøkta all an
oljutørvin í heiminum í trý
ár. Harafturat koma um
leið 47.000 rúmmetrar av
náttúrgassi og 44 milliardir
tunnur av flótandi nátúrgassi.
Tað er næstan ein triðingur
av øllum teimum kendu
goymslunum í heiminum.
Sostatt er tað eitt ovurstórt
ríkidømi, sum londini stríð
ast um. Ein partur av oljuni
undir havbotninum er so
nær landi, at tað er longu
greitt, hvør eigur hana. Men
verri verður tað, tá londini
skulu semjast um, hvørt
teirra skal hava oljuna og
gass ið á teimum leiðum, har
landgrunnarnir hjá tveim
um ella fleiri londum ganga
um hvør annan. Tí spurn
inginum skal ein vísindalig
nevnd hjá ST svara, men
tað er hendan nevndin, sum
sambært
teimum
fimm
londunum arbeiðir ov seint.
Tí samdust londini á fund in
um herfyri um at seta egnar
embætismenn
at
kanna,
hvussu meiri ferð kann koma
á málið. Tey vóru eisini samd
um, at mál, sum tey ikki
kunnu loysa, skulu leggjast
fyri
altjóða
dómstólin
í
Haag.
Eingin eigur pólin
Sostatt var semja um at
loysa allar trætur við sam
ráðingarborðið, men kortini
hevur Russland meiri enn
eina ferð spælt við teimum
hernaðarligu vøddunum í tí
arktiska økinum.
–
Russland
fer
uttan
himpr at tryggja sær síni
rætt indi í Arktis, segði Dmitri
Medvedev,
forseti,
stutt
undan fundinum í Kanada,
og kanska er tað ein ávaring
ella í hvussu er ábending, tá
russiskir fallskíggjahermenn
dala niður á Norðpólin leyg
ardagin.
Russiska tiltakið hevur
eisini vakt ans. Kanadiski utt
anríkisráðharrin, Lawrence
Cannon, segði fyrr í vikuni,
at rusiska tiltakið við fall
skíggjahermonnunum er ikki
annað enn propaganda, og at
tað fær onga ávirkan á tann
kanadiska yvirvaldsrættin í
økinum.
– Í mong ár eru fólk farin
niðan
á
Mount
Everest
at seta sítt flagg á tindin.
Tað hevur ongan týdning.
Eingin eigur Norðpólin. Vit
hava gjørt av at gera nakrar
vísindaligar kanningar við
einum kavbáti heldur enn
at spæla uppi í luftini, segði
Lawrence Cannon millum
annað við Canadian Press.
Kleist atfinningar
samur
Grønlendski
lands stýris
for maðurin, Kuupik Kleist,
heldur lítið um, at russar
sleppa fall skíggja her monn
um niður á Norpólin. Hann
er samdur við kanadiska
uttanríkisráðahrranum
og
kallar russisku framferðina
ein toruleik. Russar brúktu
hel2dur ikki tann rætta
fram ferðarháttin, tá teir fyri
trimum árum síðani settu
russiska flaggið á havbotnin
á Norðpólinum, sigur Kuupik
Kleist við KNR.
Grønlendski lands stýris
for maðurin er heldur ikki
serliga hugtikin av, hvussu
Danmark ogKanada bóru seg
at í trætuni um ta lítlu Hans
Ø, sum er millum Grønland
og Kanada. Londini skiftust
um at seta flagg á oynna
og at senda herskip hagar,
men slík framferð sømir seg
ikki londum sum Danmark
og Kanada, heldur Kuupik
Kleist. Hann ásannar tó, at
tað er neyðugt at halda eyga
við, hvat londini við áhuga í
økinum gera, men vónar, at
allir partar lata skil og vit
ráða.
arni@sosialurin.fo
Russar spenna vøddar
í póløkinum
Fyri fjúrtan døgum síðani vóru londini við Norðpólin á einum máli um at øll viðurskifti í
økinum skuldu avgreiðast í sátt og semju við samráðingum. Kortini senda russar hermenn
úr luftini niður á pólin, samstundis sum kanadiumenn senda ein kavbát eftir botni
Veðurlagsbroytingar hava gjørt tað lættari at sigla báðumegin pólin og givið lættari atgongd til náttúrutilfeingið
Mynd: Aftenposten
póløkið
Kuupik Kleist hartar Danmark og Kanada fyri
stríðið teirra millum um ta lítlu Hans Ø
Mynd: KNR
Kanadiski uttanríkisráðharrin, Lawernce Cannon:
– Russiski luftleikurin fær onga ávirkan