Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 6 Sosialurin Oyggjablaðið Ove trívist millum tær 20.000 bøkurnar FuglaFjørður – Nei, sjálvandi havi eg ikki ta fortreyt sum eitur at eg eri bókavørður. Men mær dámar sera væl at lesa bøkur, sigur Ove Olsen, nýsettur bókavørður í Fuglafirði Snorri Brend – Ja, mær hevur faktist altíð dám­ að væl at lisið, heilt frá tí at eg var ungur, slær tónleikahugaði havn­ armaðurin í Fuglafirði fast. Ove Olsen byrjaði 1. mars í starvi sum bókavørður við Fuglafjarðar bókasavn, sum heldur til í sama bygningi sum Kunningarstovan. Rødd hansara er kend frá drúgv um starvi í Út varpi og Kring varpi Føroya, men nú hevur hann funnið sær eitt ann að arbeiði og á heilt øðrum staði. – Eg havi sum nevnt onga útbúgving á hesum økinum, men kanska er júst aldurin ein hent fortreyt í hesum starvinum, greiðir 57 ára gamli Ove frá. Sum bókavørður kann hann koma út fyri at standa við einum ítøki lig um fyrispurningi frá einum lænara, og sum krev ur sín mann at loysa. Í slíkum førum er tað uttan iva ein fyrimunur, at ein ikki læsir seg fastan í eina einstaka loysn og tí ikki kemur víðari. – Tá er tað ein fyri mun ur at hava nøkur ár á baki, og ikki gevast á hond um, men heldur duga at síggja møguleikarnar og sniðgøturnar fram ímóti eini loysn á trupul leik anum, greiðir hann frá. Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu høl unum á gamla bóka savn inum frá 1882. Savningarstaður Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja bókavørðinum er sjálv­ sagt at halda bóka savnið við­ líka, m.a. við at keypa bøkur sum koma út á føroyskum og á øðrum málum. Ein onnur sjálvsøgd upp gáva er at hjálpa teim um lánarunum, sum koma inn at læna sær eina bók – annaðhvørt eina av teim­ um omanfyri 20.000 sum finnast her, ella eina sum finst á onkrum øðrum bóka savni. Bókasavnið er kortini ikki bert eitt stað, har ein lænir út bøk ur. Her í Fugla firði hevur ein eisi ni havt ein sonevndan lesiring, har fólk hava lisið eina ávísa bók og síðani savnast at tosa um hana. Hesin lesiringurin hev ur verið saman eina ferð síð­ ani Ove tók við starvinum. Og hann vónar, at hesin fer at halda fram. Sjálvur hugsar hann sær at skipa fyri ávísum tiltøkum, tá kvøldini aftur fara at gerasat myrk og long – t.d. bókakvøld, har ein samantvinnar bøkur og tónleik. – Tað finst so nógvur tónleikur her í økinum, og tí kann ein saktans gera bókasavnið til ein spenn andi og natúrliga part her í býnum. snorri@sosialurin.fo Framtíð í bókum Á einum bókasavni sum hesum í Fuglafirði stendur øllum í boði at læna bøkur og annað. Haraftrat miðar bókasavnið eftir at gerast ein miðdepil fyri upplýsing, mentan og trivnaði. Til bókasavnið í Fuglafirði hoyrir eisini eitt serstakt savn til børnini. Og her hevur Ove gjørt eina áhugaverda eygleiðing, sum gevur vón um, at framtíð er fyri bókasavninum: - Eg havi fleiri ferðir sæð foreldur taka børn síni við sær inn á bókasavnið, fyri at læna bæði barnabøkur og filmar. - Tað skuldi boða frá góðum, sigur bókavørðurin í Fuglafirði. elskar bøkur – Heilt frá tí at eg var ungur hevur mær dámað væl at lisið bøkur, sigur Ove Olsen, sum starvast sum bókavørður í Fuglafirði Mynd: Jens Kristian Vang