mikudagur 14. apríl 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Miðvikan
hárini á høvdinum á mær. Eg visti
ikki, hvat tað var, hvørki so ella so.
Og annan dagin eftir, nú frætta vit
um forlissið.
Hvussu frættu tit tað?
Armgaard, kona Dáva í Gerðum
ringdi yvir og segði, at hon hevði
fingið telegramm, at Ernestina var
forlist, og teir vóru 9 av 26, sum
vóru deyðir, men Eliseus livdi enn.
Hon visti ikki, hvussu tað bleiv.
Vistu tey, hvørjir livdi eftir?
Teir vistu, hvørjir vóru deyðir tá.
So fekk eg aftur telefonboð seinni
um dagin. Armgaard sigur, at nú er
ein maður deyður afturat. “Og Gud
viti, hvussu hinir mugu hava tað.
Eg skal royna at fáa tær boð. Um
nøkur góð boð eru, skal eg royna
at ringja tey til tín.” Morgunin
eftir, tá ið eg var uppi, veitst tú, eg
hevði einki sovið hesa náttina, sigur
gamli Símun Pauli, pápi Eliseus,
at hann vildi ikki hopa Eliseus
doyði, og at Várharra skuldi vera so
óbarmhjertigur at lata seg liva og
taka hann úr húsinum. Tú veitst,
hvussu menniskjan er. Eg sigi, at
”tað má vera, sum Gud vil. Vit eru
í hansara hondum, og hann ger við
okkum, sum hann vil.”
Nú kemur Lena við einum tele
grammi til mín. Eg sigi: “Lena, nú
eri eg so ússalig, eg havi einki sovið
í nátt. Tygum fara ikki út frá mær,
fyrrenn eg havi lisið telegrammið”.
“Jú,” sigur hon, “hetta telegrammið
kanst tú lesa í frið, tí tað hevur eingi
ring boð.” Nú er tað Eliseus sjálvur,
sum telegraferar: “Eg havi tað gott
eftir umstøðunum, men hvussu
hava tit tað? Svarið!” Tá vóru teir
komnir til Reykjavíkar. Armgaard
segði, at teir skuldu koma heim við
Dronningini. Teir høvdu biðið hana
sett inn í Kalsoyarfirði, so menninir
kundu koma hendavegin. Tá er tað
Armgaard sigur: “Nú mást tú royna
at taka teg saman og koma inn, so
vit kunnu taka ímóti teimum, tá ið
teir koma, tí tú veitst, hvussu illa
teir eru komnir”.
Eg skal siga tær tað, at tá ið eg
sá hann tað kvøldið, teir komu at
landi, tá kom hetta træið fram fyri
meg. Hann sjálvur var komin, men
hann var ikki í einum klodda av
tí, sum eg hevði givið honum, ikki
einum einasta einum. Alt var nýtt,
sum hann var í, so stammuna hevði
eg fingið, men heldur einki annað.
Men tú trýrt ikki, hvussu langt
niðri hann var í langar, langar tíðir.
Hann svav ikki og át ikki. Nýra og
alt var fyrigingið. Og tað eri eg klár
yvir, at nýrað er blivið sjúkt tá. Tað
hevur verið kroyst upp á eitt ella
annað umráði. Hann segði eisini
altíð, at beinið var stívt og fylgdi
ikki við, tí hann hevði ligið undir
bátinum. Teir fingu ein sjógv, og
báturin holvdist út yvir fleiri, og
hann var ein av teimum. Tað var
redningsbáturin, teir høvdu við.
Teir skuldu royna at draga hann
fram ímóti gronini. Ein fylling
kom, og hann holvdist út yvir teir
og brotnaði sundur. Hann segði, at
tveir tjørnuvíkingar, pápi og sonur,
fórust báðir, doyðu upp á staðið. Ein
úr Kunoy, sum æt Rasmus, hann
bløddi bæði gjøgnum nøs og munn
og allastaðni, so forsvann hann.
Teir vistu ikki, hvussu hann fór.
Tá hevur Eliseus fingið ein stoyt, tí
hann segði, at tað var sum alt doyði.
Altíð var hann ísakaldur sum gler,
og tað var allan vegin ígjøgnum
heilt upp undir herðarnar.
Tosaði hann nakað
um tað í fyrstani?
At begynna við segði hann einki,
bað meg vælsignaðan ikki snakka
við seg. Hann hoyrdi skríggini frá
teimum enn, hoyrdi neyðarrópini.
Hann segði, at hann mátti siga, tað
var ofta soleiðis, at tá ið ein tagnaði,
doyði, vóru teir glaðir yvir, at so
hoyrdu teir ikki tað skríggið. So
tú kanst ætla, tað hevur verið ein
forferdilig neyð, teir hava verið í.
Tað var so leingi, góða, frá klokkan
tíggju um kvøldið. Ikki komu teir
til fólk fyrrenn klokkan tvey dagin
eftir við ongum bita og ongum
nøkrum. Ísakaldir! Og so komu teir
enntá til køld hús og eingi klæðir.
Men tað er, sum langabbi tín segði:
“Menniskjan kann útstanda nógv,
áðrenn tað doyr”.
Einastandandi frásøgn
Henda frásøgnin er enn ein nem
andi frásøgn um ta ræðuligu støðu
manningin á Ernestinu var í. Men
hon er eisini ein framúr frásøgn
um, hvussu tey heima upplivdu
hetta. Tí er hetta enn eitt íkast
til
lagnusøguna
hjá
føroyska
fiskimanninum.
Báðar arbeiðsgenturnar
hjá Gudrun Zacharias
sen høvdu drong
við Ernestinu
Í Jólaboð hevur í fleiri ár verið ein
frásøgn hjá Gudrun Zachariassen,
sum var gift við amtslæknanum
Jógvan Zachariassen. Hon greiðir
frá mongum áhugaverdum eisini
syrgiligum hendingum. Hon kom
so eisini at uppliva hendingina
við Ernestinu á ein serligan hátt.
Eftir at hava greitt frá eini aðrari
vanlukku skrivar hon í Jólaboð
2007:
Enn ræðuligari var kortini, tá
ið boðini komu, at Ernestina var
burturgingin. Tann vakra franska
skonnartin, ið fá ár frammanundan,
sum tað fyrsta skipið av tí slagnum,
var komin á Klaksvík. Vit minnast
ta vøkru sjónina, tá ið hon á veg
á Klaksvík fór um Klakkin. Tað
var veruliga ikki til at skilja. Hon
var í stormi og óveðri strandað á
Íslands klettum, og menn, sum vit
øll kendu, vóru deyðir har uppi.
Nakrir vóru bjargaðir í land. Ein
av teimum bestu svimjarum svam
í land við eini línu, sum teir høvdu
fest í eina mastur og eftir línuni
eydnaðis teimum at koma í land,
meðan hinir, ið høvdu komið sær
uppá lúnningina, frystu so við og
við í hel ella duttu í havið.
Tigandi og djúpt hugsunarsom
gjørdust fólk, tá ið tey fingu boðini.
Øll kendu álvarsemið at vera løgd
undir eitt sterkari vald, eina lagnu
tey ikki fingu steðgað. Vanlukkan
rakti eisini okkara heim. Dreingirnir
hjá báðum teimum ungu gentunum,
sum arbeiddu hjá okkum, vóru við.
Annar var millum teir bjargaðu, hin
doyði har. Tað vóru ring boð at bera
henni, sum misti. Men vit kundu
ikki broyta lagnuna, tað mátti
verða sagt henni. Á, sum eg fegin
vildi havt tikið hana inn at mær og
borið henni eitt troystarorð. Men
orð míni gjørdust fátæk og óhjálpin
at síggja hana, sum annars var so
fitt og glað, at fáa eina so harða og
miskunnarleysa lagnu.
Dreinginir vóru Erik Lassen,
sum bjargaðist, og Karl Joensen, í
Gerðum, sum gjørdist 22 ára gamal.
Erik Lassen giftist í 1932 við
Johonnu Sofíu, og tey fingu eitt
langt lív saman. Hin gentan,
Andrea, giftist seinni við Símun
Dávur Kalsø, sum var ein kendur
skipari av Syðradali í Kalsoynni.
Andrea var dóttir Jógvan Segl.
Hon var fødd í 1907 og doyði longu
í 1962.
Her kann verða skoytt uppí,
at Erik Lassen greiddi frá í fyrsta
partinum, at tá ið hann kom til
Reykjavíkar aftaná forlissið, helt
hann til hjá eini grannakonu úr
Klaksvík, sum búði í Reykjavík.
Hetta var Maria f. Petersen, dóttir
Johannu og Petur Samuelsen,
bakari, ættaður úr Horni í Havn.
Maria giftist til Reykjavíkar við
Trausti Olafsson, sum var professari
við Háskóla Íslands.
Dóttir teirra Ása giftist til Før
oya við Finn Winther. Hon er
fødd í 1922 og minnist hetta væl.
Tað komu fleiri av manningini á
Ernestinu heim til teirra, og serliga
minnist hon teir práta um Jógvan
Thomassen, sum doyði á landi. Ása
greiðir somuleiðis frá, at tað eisini í
aðrar mátar ofta komu føroyingar
heim til teirra.
Hildu um hvønn
annan inni hjá Ziska
Ìsak Justinussen úr Árnafirði
var við Ernestinu og yvirlivdi. Á
samkomuni í Reykjavík í 2000
greiddi Torleif, sonur Ísak, frá
barnaminnum, sum kundu setast
í samband við hesa hending. Eina
ferð sum smádrongur var hann
saman við pápa sínum í Klaksvík
í grind. Teir fóru inn til Ziska. Tá
ið Torleif einaferð hyggur inn í
stovuna, undrast hann yvir at
síggja fýra mans sita og halda um
hvønn annnan sitandi púra kúrrir
og hyggja fram fyri seg. Tá vóru tað
skipsfelagar frá Ernestine, sum sótu
og mintust hesa lagnustundina.
Pápi Torleif fortaldi eisini eitt
ítøkiligt dømi um sannleikan av
orðatakinum “knívleysur er lív
leysur”. Teir hingu fleiri av mann
ingini uppi í mastrini, har seglið
framvegis var uppi. Men so nógv
stóð á mastrini orsakað av tí nógva
vindinum, at teir ivaðust ikki í, at
fingu teir ikki kvett línuna, sum helt
seglinum uppi, so fór øll masturin
og fleiri mans við henni. Men hetta
eydnaðist so at kvetta línuna, tí
onkur hevði knív uppi á sær.
Torleif greiddi eisini frá hinum
árnfirðinginum, Kristoffuri Olsen.
Hann fór aftur við Skálanesi
við sama skipara fyrsta árið hjá
skipinum. Men tá gavst hann at
sigla og fór at rógva út. Hann vildi
nevniliga ikki fara so langt frá landi,
at hann ikki sá land. Tí vildi hann
ikki fara við ferðamannaskipi av
landinum. Soleiðis ávirkaði henda
hending hann.
Thorleif er giftur við Nicolinu
f. Lassen úr Vági. Hon er eisini
ein partur av lagnusøguni hjá
fiskimonnum.
Nicolina var nevniliga júst borin
i heim, tá ið hon misti pápan Niklas
og pápabeiggjan Niels við Lauru,
sum í 1932 gekk burtur samstundis
sum Immanuel.
Nicolina varð doypt 27. mai og
varð uppkallað eftir pápanum.
Niklas hevði grundað fyri húsum,
men so stórt var hjálpsemið, at
menn í bygdini sjálvbodnir smíðaðu
henni húsini liðug.
Íslendsk frágreiðing
Í Íslandi eru teir so óførir at skriva
søgu. Teir skriva eisini um tær
mongu skipavanlukkurnar, sum
eru hendar undir Íslandi, eisini um
tær føroysku.
Íslendski
høvundurin
Stein
Karl Joensen var 22 ár gamal
og forlovaður. Hann var ein
av teimum sum fórst
Dávur í Gerðum var ein framúr
framúr framburðsmaður
Nikolina misti pápan í 1932 við Lauru. Torleif kundi
eins væl mist sín pápa við Ernestinu
16
Framhald frá síðu 15