Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen JT Electric á Kambsdali er ein áhugaverd fyritøka, sum arbeiðir við ymiskari tøkni, bæði innan aling, har fyritøkan serliga er kend fyri síni aliljós, sjálvvirkandi fóðurskipanir og trygdarskipanir. Seinastu árini hevur JT Electric við sínum trolkamera eisini gjørt seg galdandi innan tøkni, sum hevur við trol og trolreiðskap at gera. Fyri umleið 2-3 árum síðan kom fyritøkan við einum trolkamera, sum ger tað møguligt hjá fiski- monn um við livandi myndum at síggja, hvussu trolreiðskapur virkar í sjónum. Stórur áhugi hevur verið fyri hesum tóli og hesi tøkni, sum verð- ur marknaðarførd undir enska navn inum »trawlcamera«. JT Electric hevur selt hesa út - gerð víða um, og eitt nú eru nøk ur kamera seld heilt uppi í Norður- amerika. Onnur eru seld í Írlandi, Noregi og Danmark, umframt at nøkur føroysk skip eisini hava fingið sær hesi kamera. Enn betri Men tíðin stendur ikki í stað, og tað ger tøknin heldur ikki. Alla tíðina verður arbeitt við at gera tøknina enn betri, og soleiðis er eisini við trolkameranum hjá JT Electric. Sofus Gregersen, marknað ar- leiðari hjá fyritøkuni á Kambsdali, sigur, at teir nú hava gjørt trol- kameraið enn betri, soleiðis at hetta er vorðið eitt hd-kamera við enn betri myndagóðsku, sum eisini hevur uppaftur fleiri møguleikar, enn hitt gamla hevur. – Framleiðslan av nýggja kame- ranum er farin í gongd, og fyrstu bíleggingarnar eru komnar í hús. Eg vænti, at fyrstu leveringarnar verða longu seinni í hesum mánaðinum. Marknaðarleiðarin sigur, at nýggja kameraið er ein víðari menn ing av tí, sum felagið longu hevur á marknaðinum. – Við nýggja kameranum fært tú eina betri og størri mynd við hd, og tú fært digtalar myndir. Tøknin við hd og analog er hvør sín, men nýggja kameraið hevur eisini analog-myndir. Við nýggja kameranum kanst tú velja myndagóðskuna, og nýggja útgávan hevur eisini eina betri sjálvstøðuga ljósskipan sum ger, at myndirnar eru betri, sjálvt á djúpari sjógvi. Spurdur, um tað eru somu keyp arar til nýggju útgávuna, sum framm anundan hava útvegað sær hina gomlu, sigur Sofus, at talan er bæði um kenningar og nýggjar áhugaðar keyparar. – Tað eru fleiri og fleiri, sum síggja møguleikar og fyrimunir í at hava eitt trolkamera, har tú kanst síggja, hvussu trolreiðskapurin ar- beiðir í sjónum. Sofus vísir á, at trolkameraið kann setast hvar sum helst í trolið, og soleiðis ber til at síggja, hvussu reiðskapurin arbeiðir, tá trol og kamera koma aftur at borðið. – Enn kunnu myndirnar ikki takast beinleiðis upp á brúnna, með an tóvað verður. Tá trolið kem- ur at borðið, verður kameraið loyst úr trolinum, og síðan verður ein kaðal settur til, sum førir liv andi myndirnar uppí eina teldu. Batta- ríini í kameranum verða lødd um sama kaðal. Marknaðarleiðarin sigur, at ein apple-telda er við í pakkanum, og her er forrit, har tú kanst velja myndir av onkrum parti av einum tóvi – ella tú kanst síggja alla gongd- ina, sum hon er. Nógvir fyrimunir Sofus Gregersen sigur, at allir trol- arar kunnu brúka trolkameraið hjá JT Electric. – Hetta er eitt ógvuliga hent am- boð at hava umborð á skipinum. Roynist veiðan ikki, sum hugsandi kundi verið, ber til at síggja, hvussu reiðskapurin arbeiðir í sjónum, og tá ber eisini betri til at staðfesta, hvør trupulleikin er. Hann vísir á, at trolkameraið soleiðis kann geva fiskimonnum eina størri og neyvari vitan um reiðskapin, og til ber eisini at fara til veitaran av reiðskapinum við livandi myndunum, so møguligir trupulleikar kunnu loysast. – Kameraið gevur tær eisini eitt grundarlag til at gera ymiskar betringar í reiðskapinum, sum so aftur kann hava stóran týdning fyri veiði og rakstur. Á henda hátt ber til at gera skjótar staðfestingar og soleiðis eisini betringar. Sofus sigur, at tað er ym iskt, hvussu skipini brúka trol kame- raið. – Summi hava tað í trolinum alla tíðina, og tað ber saktans til, tí tólið er vatntætt. Aðrir hava kameraið í trolinum, tá teir vilja royna at staðfesta okkurt, ið illgruni er um ikki virkar, sum tað skal. Men eitt er, at trolkameraið kann siga fiskimonnum, hvussu trolið gongur, og hvussu reiðskapurin arbeiðir. – Í aðrar mátar gevur kameraið tær eisini møguleikan at síggja, hvussu fiskurin uppførir seg, sigur Sofus Gregersen, markn aðar leið- ari. Verkætlanarleiðari við høvuðs- ábyrgdini fyri trolkamera num og søluni av hesum hjá JT Electric á Kambsdali er Rúni Petersen. vilmund@sosialurin.fo JT Electric við nýggjum trolkamera Tøkni – Trolkameraið gevur fiskimonnum eitt gott grundarlag til at gera ymiskar skjótar staðfestingar og soleiðis eisini betringar í reiðskapinum. Hetta kann hava stóran týdning fyri veiði og rakstur, sigur Sofus Gregersen, marknaðarleiðari hjá JT Electric á Kambsdali. Fyritøkan er nú farin undir framleiðslu av eini nýggjari útgávu av trolkamera, ið kemur á marknaðin seinni í hesum mánaðinum ... trolkameraið er eitt ógvuliga hent amboð at hava umborð á skipinum. Roynist veiðan ikki, sum hugsandi kundi verið, ber til at síggja, hvussu reiðskapurin arbeiðir í sjónum, og tá ber eisini betri til at staðfesta, hvør trupulleikin er... SofuS GreGerSen sTjóri Ólavur Thomsen er stjóri í JT Electric. Á telduni stendur heimasíðan www. trawlcamera.com opin Mynd: Jens Kr. Vang