Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin Miðvikan Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo 4. partur Takkað verið Maud Heinesen er varðveitt frásøgn hjá einum av teimum, sm yvirlivdu Ernestinu. Maud var ein fróðarkvinna og vaks upp hjá fróðarfólki, nevniliga Lisu og Eliseus Jacobsen, sum var ættaður av Syðradali á Kalsoynni. Lisa f. Toftegaard var fødd 1899 og doyði í 1992. Hon vaks fyrst upp í Mikldali og síðan í Lorvík. Tað var hon, sum undir 1. verald­ arbardaga fekk hugskotið at reinsa motorar við landi. Teir vóru so dálkaðir, tí tá máttu teir brúka lýsi til brennievni. Hetta hugskot varð roynt av tí kenda maskinmanninum Andrias á Oyrabakka og tað riggaði! 80 ár seinni kom vísindin eftir drúgvar royndir til, at land veruliga reinsaði motorar! Lisa bleiv trúlovað við Eliseusi av Syðradali, tá ið hon var um 20 ára gomul, men hon fekk so tuberklar og var sjúk í fleiri ár. Tískil giftust tey ikki fyrr enn í 1927. Fyrstu árini búðu tey á Syðradali inni hjá foreldrunum hjá Eliseus, Símun Paula og Julionnu. Tey fingu eingi børn sjálvi, men tóku tvey til fosturs, Maud og Jógvan Tróndheim, sum vóru systkinabørn Lisa var framúr at siga frá. Tað lá raðið fyri henni, og sera gott minni hevði hon. Hon dugdi væl at taka til. Í útvarpinum var hon fleiri ferðir, og mong eru tey orð og máliskur, Maud skrivaði upp eftir henni til orðasavnið á Føroyamálsdeildini. Sjálvt á gamalsaldrinum dugdi hon at siga frá ættarviðurskiftum langt aftur í 1800 talið og kundi nevna øll hesi ymisku fólkini við navni. Søgur, hon hevði hoyrt ella lisið sum barn og ung, kundi hon taka uppaftur orð fyri orð. Eina svára hending vendi hon ofta aftur til. Tað var tá ið Ernestina forlisti á Suðurlandinum í 1930. Eliseus var millum teirra, sum komu heim aftur. Maud fekk í 1976 fosturmammuna at tosa inn á band ymiskt, sum hon hevði upplivað. Heilt stutt áðrenn Maud gjørdist deyðiliga sjúk avráddu vit bæði at prenta hesa frásøgnina í FF­blaðnum. Hervið fekst eisini bjargað enn eitt íkast til søguna um Ernestinu, og geva vit orðið til Maud og Lisu, sum byrjar við at siga: Ernestina var tað ringasta Tað ringasta av øllum var, tá ið so Eliseus forlisti oman á tað heila. Eg var so glað, tá ið hann var heima, so leingi sum mamma hansara livdi. Men tá ið hon var deyð, tá er tað, hann fer yvir á Suðurlandið og forlissir (við Ernestinu) og kemur aftur sum eitt vrak. Hvussu upplivdu tygum tað? Tað var forferdiligt, tað kanst tú ætla. Vit vistu einki Eg kann ikki siga, at eg nakrantíð havi verið varskógvað við at hava sæð nakað ella hoyrt nakað, men eg havi verið plágað av dreymum gjøgnum alt mítt lív. Og soleiðis var tað tá eisini. Eg droymdi aðru náttina fyri, sum hetta her hendi, at vit bæði Eliseus skuldu fara heim til Húsar í kirkju. Eg veit ikki, hvussu eg var klødd, men eg helt hann vera so grúiliga fínan. Tá ið vit koma heim til tey fyrstu húsini á Húsum, nú stendur garðurin í einum veldigum blóma við reyðum rósum Eg sigi við hann: “Merkverdugt, sum gróðurin kemur tíðliga í ár”. Tá ið vit koma longur heim og skulu fara oman í kirkjuna, nú er hann vekk. Ein á rennur oman við kirkjuni, og eg fari út ímóti ánni. Nú rópar eitt: “Tú Lisa, um tú skalt redda tær træið, so krevur tú at gera tað tú kanst”. Eg hyggi runt um meg. Nú síggi eg, at áin leyp. Hon kemur brølandi omaneftir. Eg bori føturnar niður í sandin og kasti meg út eftir einum træi, sum kemur rullandi í ánni. Eg fekk tað inn soleiðis við tveimum fingrum.. Eg taki stammuna upp, og eg sigi við meg sjálva: “Ja, træið havi eg fingið, men tað er eisini so bert, so bert, ikki eitt blað á tí.” Eg skal siga tær tað, at tá ið eg vaknaði, reistust Ernestina: Eliseus hoyrdi framvegis rópini frá teimum druknandi Eitt var sjálvsagt vanlukkan við Ernestinu. Eitt annað var, hvussu hetta kom at merkja bæði tey, sum mistu, og tey, sum komu burtur úr tí við lívinum. Tað er nokk so fitt av tilfari um tað, sum vit fara at hava í hesum og komandi partinum, sum verður tann seinasti í hesi røð Lisa og Eliseus Jacobsen. Teirra søga er sera kensluborin Framhald á síðu 16 og 17 15