Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 14 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend – At vit í Fuglafirði liggja soleiðis fyri landafrøðiliga, tað fáa vit einki gjørt við. Býurin var áður eitt høvuðspláss, ikki minst orsakað av teim góðu møguleikunum fyri sjóvinnu. Í dag er undirstøðukervið nógv broytt, ikki minst eftir at Norð­ oya tunnilin lat upp í 2006. Í dag koma teir flestu bilarnir als ikki til Fuglafjarðar, tí teir koyra annað­ hvørt til Klaksvíkar ella til Havnar. Mong vilja tí halda, at Fugla­ fjørður er vorðin meira avskorin í dag enn áður. Men fyri borgar­ stjóran, Sigurð Simonsen er hetta ikki bert eitt minus. – Tað kann lýsast soleiðis, at tað er meiri friður yvir teimum fólk un um sum koma higar til býin. Nú koma tey higar og tey steðga á, ístaðin fyri bara at koyra ígjøgnum býin, sigur hann. – Ja, hvussu nógv steðga veruliga á t.d. í Kollafirði, Søldarfirði og aðra­ staðni, har góður vegur er gjøgnum bygdina? 900 skúlanæmingar Er tað nakað sum Fuglafjørður er kendur fyri, man tað vera tað nógva vinnuliga virksemið og tað ríka mentanarlívið. Umframt hetta, er býurin eis­ ini ein rættiliga stórur skúla bý­ ur. Í roynd og veru ganga um leið 900 næmingar í teimum ym isku skúlunum sum liggja í komm­ ununi. Í teimum báðu skúlunum á Kambs ­ dali – Handilsskúlanum og Stu denta ­ skúl anum og HF­skeiðnum – ganga einir 600 næmingar, og í Fugla fjarðar skúla eru tey eini 300 í tali. Nógv teirra koma úr øðrum støð­ um, m.a. grannabygdunum Leirvík og Gøtu, og úr Klaksvík. Men ein veruleiki er í øllum førum, at her savnast eitt stórt tal av lesandi ungdómi okkara. At Fuglafjørður er ein slík­ ur skúlabýur krevur eisini sítt. Um framt ta nógv brúktu skúla­ rutuna við Leið 410, eru eisini gjørd ymisk arbeiði við at hampa um á Kambsdali, bæði við at planta og asfaltera. Vit halda stand Nógvar ymiskar teori’ir eru um, hvat krevst fyri at ein bygd ella kommuna kann menna seg í framtíðini. Ein teirra er sjálvandi at hava góð skúlaviðurskifti og nóg mikið av arbeiðsplássum á staðnum. Ein onnur er at skapa umstøður hjá barnafamiljum at búseta seg. Ella uppaftur betri, at ein hevur allar møguleikarnar á einum og sama staði. – Eg eri sjálvur av teirri sann­ føring, at vit skulu halda fast uppá fólkið, møguleikarnar at búseta seg og ikki minst uppá arbeiðsplássini. Vit mugu ongatíð bara hugsa um eitt teirra. – Um vit hava hesa javnvágina, so klára vit at halda stand. Og um vit her í Fuglafirði hyggja eftir útlitinum framyvir, sær ikki so galið út, staðfestir Sigurð Simonsen. snorri@sosialurin.fo Ikki ringt at vera blindtarmur FuglaFjørður – Tað eru nógv sum halda, at Fuglafjørður er ein blindtarmur. Men er tað nú so ringt kortini? Eg meini, - tað er jú bara eitt geografiskt begreb, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði góð útlit – Fyri fyrstu ferð í søguni eiga vit nú jørð til góðar, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði Mynd: Jens Kristian Vang Eg eri sjálvur av teirri sann før ing, at vit skulu halda fast upp á fólk ið, møgu leik ­ arnar at búseta seg og ikki minst uppá arbeiðs pláss ini. Vit mugu ongatíð bara hugsa um eitt teirra