mikudagur 14. apríl 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
14
Sosialurin
12 miljónir í aliringum
Bílegging Tað merkist, at føroyska alivinnan er í einum góðum
tíðarskeiði. KJ Hydraulik er eitt av feløgunum, sum merkir hesa gongd.
Fyritøkan hevur fingið bíleggingar upp á 12 miljónir krónur í aliringum, og
hetta smittar eisini av sær til eitt nú Vónina, sum ger nótir til alivinnuna
Vilmund Jacobsen
Fyritøkan KJ Hydraulik á
Kambsdali er serliga kend
fyri tað, sum navnið sigur –
at arbeiða við hydraulikki í
breiðari merking. Men fyri
tøkan hevur eisini so nógv
annað virksemi undir sínum
hatti, eitt nú maskinarbeiði,
arbeiði við spølum, kranum
og ymiskar instaleringar, um
framt at felagið umboðar út
búnað og ymiskar nisjuvørur,
sum vit kunnu rópa tær.
Í nógv ár hevur KJ
Hydrau lik eisini verið veitari
innan føroysku alivinnuna
við eitt nú aliringum og fóð
urkanónum.
Søgulig bílegging
Jóannes Mørkøre, sølumaður,
sigur, at fyritøkan í løtuni
hevur bíleggingar upp á
ali ringar fyri tilsamans 12
miljónir krónur.
– Tað eru trý føroysk
feløg, ið hava umbiðið hesar
ringar, sum skulu gerast og
leverast í hesum árinum.
Sølumaðurin
sigur,
at
bílegg ingarnar snúgva seg
bæði um aliringar til smolt
og vaksnan fisk, og talan er
um ymiskar støddir.
– Aliringarnir til smolt eru
vanliga 90 metrar í ummáli
– og 128 metrar til vaksnan
fisk.
Jóannes Mørkøre sigur,
at KJ Hydraulik skal leita
nógv ár aftur í tíðina, áðr
enn fyritøkan finnur eina
bílegging til føroysku ali
vinnuna, sum er eins stór og
hendan.
Tá alivinnan letur KJ
Hydraulik eina so stóra
bílegging til ringar, merkir
tað, at Vónin í Fuglafirði,
sum ger nótir, eisini fær
eina bílegging, ið kanska
ligg ur um einar 46 miljónir
krónur.
– Umtalaðu 12 miljónir
krónurnar er bara okkara
partur av bíleggingini, sigur
Jóannes Mørkøre.
Seks mans
Sølumaðurin sigur, at KJ
Hydraulik hevur gjørt ringar
til alivinnuna heilt síðan
tíðliga í nítiárunum.
– Í løtuni hava vit einar
seks mans, sum burtur av
arbeiða við at gera aliringar.
Rørini, sum eru millum 250
og 450 mm. tjúkk, koma úr
útlandinum og tað koma
besløgini
til
aliringarnar,
sum eru úr galvaniseraðum
jarni, eisini.
Jóannes Mørkøre sigur,
at umframt at vera veitari
av aliringum til føroysku
alivinnuna, hevur KJ Hydrau
lik eisini selt ringar til toska
aling í Íslandi.
– Vit hava í miðal framleitt
einar seks aliringar til Íslands
um árið og hava soleiðis havt
meginpartin av íslendska
marknaðin.
Hann sigur, at í sínari
tíð framleiddi KJ Hydraulik
eisini aliringar til íslendska
laksaaling, men sum skilst,
eydnaðist
laksaalingin
í
Íslandi einki serligt, tí hitin
í sjónum er ikki serliga væl
egnaður til hesa aling.
– Aliringarnir, sum vit
hava selt til Íslands, eru á
stødd við ringarnar, sum vit
framleiða til føroyska smolt
aling, leggur hann aftrat.
Jóannes Mørkøre sigur,
at KJ Hydraulik hevur ongar
trupulleikar havt við at
fáa pening frá íslendskum
keyparum.
– Tað, sum vit hava sæð
í
hesum
samstarvi,
eru
íslendskar fyritøkur góð
ir
gjaldarar,
sigur
sølu
maðurin.
vilmund@sosialurin.fo
6 mans
KJ Hydraulik hevur gjørt ringar til alivinnuna heilt síðan tíðliga í nítiárunum. - Í løtuni hava
vit einar seks mans, sum burtur av arbeiða við hesum, sigur sølumaðurin, Jóannes Mørkøre
Mynd: Jens Kr. Vang
... vit hava í miðal
fram leitt einar seks ali
ringar til Íslands um árið
og hava soleiðis havt
meginpartin av íslendska
marknaðinum...
Jóannes Mørkøre