mikudagur 14. apríl 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Oyggjablaðið
Anna Maria og ein onnur dama
í
familjuni
vóru
farnar
til
Fuglafjarðar henda dagin at vitja
fólk.
Seinnapartin gekk so leiðin
framvið mótahandlinum hjá Kaju.
Hon hevur verið her onkutíð
áður, og »dómur« hennara yvir
handilin er greiður: – Her er virki
liga nógv lekkurt at fáa.
Eitt annað, sum Anna Maria
hevur lagt merki til við kunda
tænastuni í KATO, er móttøkan:
– Um tað er tí, at ein er fremm
andur og tey ikki kenna ein, veit
eg ikki. So kanska tey taka øðrvísi
ímóti einum. Man følir seg í øllum
førum sera væl móttiknan her.
Anna Maria Ragnarsson ætlaði
sær henda dagin í farnu viku bert
at »hyggja eftir úrvalinum«, sum
tað vist eitur.
So fór tíðin bert at vísa, um hon
fór aftur til Klaksvíkar við onkrum
plaggi úr Fuglafirði.
– Stuttligt at koma í annan handil
KUNDI – Tað eru sjálvandi nógvir
góðir handlar í Klaksvík. Men tað er
altíð stuttligt at fara aðrastaðni at
vita, hvat tey hava at bjóða, sigur
Anna Maria Ragnarsson úr Klaksvík
úrval
– Tað er altíð spennandi at
síggja, hvat úrval teir ymsu
handlarnir hava, sigur
Anna Maria Ragnarsson úr
Klaksvík, sum her er farin
til handils í Fuglafirði
Mynd: Jens Kristian Vang
Sendið umsókn við avriti av
prógvum, CV o.ø. til:
Almannastovuna
Smyrilsvegur 20
Postsmoga 3096
110 Tórshavn.
Í seinasta lagi 27. apríl 2010,
kl. 12.00.
Vinarliga merkið
brævbjálvan: “barsilsstarv”.
Umsóknir
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Fyri bæði størvini er talan
um starv í einum spennandi
umhvørvi í støðugari
menning við nógvum og
fjølbroyttum avbjóðingum,
har møguleiki er fyri persón-
ligari og fakligari menning.
Førleikakrøv
Ert tú sosialráðgevi, ella
hevur aðra sosiala ella
samfelagsiga útbúgving, og
hevur tú hug til sosialt
arbeiði og vilt verða við til at
hjálpa fólki til eitt virkið
arbeiðslív, so er tað tær vit
vilja hava fatur á. Royndir í
líknandi arbeiði kunnu vera
ein fyrimunur.
Lønar- og
setanarviðurskifti
Størvini eru flokkað í
6. lønarflokki í sáttmála
millum Starvsmannafelagið
og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar
Meiri fæst at vita um størvini
við at venda sær til ávíkavist
Hall Thomsen, deildarleiðara
á Arbeiðsmarknaðardeildini
og Marjuna Berg, deildarleið-
ara á Økisdeildini ella Hildur
Eyðunsdóttir, starvsfólka-
leiðara á telefon 353510.
Almannastovan søkir eftir
fyri tveir SOSIALRÁÐGEVAR
BARNSBURÐARAVLOYSARUM
frá 1. juli 2010
Arbeiðsmarknaðardeildin á
Almannastovuni søkir eftir einum
ráðgeva sum barnsburðaravloys-
ara. Starvið er fulltíðarstarv frá
1. juli 2010. Møguleiki er fyri
niðursettari arbeiðstíð.
Um deildina
Arbeiðsmarknaðardeildin hevur til
uppgávu at tæna borgarum, sum
av sosialum ella heilsuligum orsøk-
um hava skerdan arbeiðsførleika,
og tí mugu hava stuðul fyri at
blíva arbeiðsliga og fíggjarliga
sjálvbjargin. Á deildini starvast í
løtuni 15 starvsfólk, harav 12 eru
sosial- og arbeiðsmarknaðarráð-
gevar. Deildin er landsumfatandi
við sæti í Tórshavn.
Starvið
Arbeiðs- og ábyrgdarøkið er í
høvuðsheitum:
• geva almenna ráðgeving og
vegleiðing um stuðulstiltøk
innan almannaøkið
• tilráðing og uppfylging í endur-
búgvingarmálum, vardum størv-
um, arbeiðsroyndum v.m.,
gera ætlanir fyri at fáa fólk út á
arbeiðsmarknaðin, herundir
avtalur við arbeiðsgevarar
• viðgerð av fíggjarligum
veitingum
• gera tilráðingar viðvíkjandi
fyritíðarpensjón.
ARBEIÐSMARKNAÐAR-
DEILDIN
Økisdeildin í Havn søkir eftir
einum ráðgeva fyri starvsfólk
sum fer í barsil í næstum.
Talan er um eitt ¾ starv.
Um deildina
Uppgávurnar hjá Økisdeildini
eru, við grundarlagi í sosial-
lóggávuni, at veita persónliga
sosiala ráðgeving og vegleið-
ing, og alment og persónligt at
upplýsa um rættindi og skyld-
ur og at seta í verk fyriskipanir
sambært almannalóggávuni
og fíggjarligar veitingar.
Á deildini arbeiða 13 fólk:
deildarleiðari, 8 ráðgevar og
4 málsviðgerar.
Starvið
Arbeiðs- og ábyrgdarøkið er í
høvuðsheitum:
• ráð og vegleiðing sambært
forsorgarlógini og pensjóns-
lógini, herundir:
• forsorgarhjálp vegna
arbeiðsloysi, sjúku v.m.
• stuðul og samskipan av
tiltøkum til familjur við
børnum, ið bera brek
• persónliga viðbót til
pensjonistar
• samsýning fyri at ansa eldri
og óhjálpnum heima
• móttøka
• til tíðir arbeiði uppá tvørs av
deildum og fakmørkum.
ØKISDEILDIN
Í HAVN
krea . tel 60 80 80
Ársaðalfundur og alment tiltak
Ársalfundur og alment tiltak í veitsluhøllini
á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 17. apríl kl. 15.00
Skrá sambært lógum felagsins.
Eftir aðalfundin, uml. kl. 16.00, verður almennur fyrilestur.
»Tað seinasta um fyribyrging og viðgerð fyri
demenssjúkur«, er heitið á fyrilestrinum,
ið Gunhild Waldemar fer at røða um.
Gunhild er professari, dr. med og leiðari á Minnisdeplinum
(Hukommelsesklinikken) á Ríkissjúkrahúsinum. Hon fer at
greiða frá tí, ið vit vita um minnissvinn (demens) í dag, um
nýggjastu granskingina, og um hvussu vit kunnu greina
sjúkuna tíðliga, og hvørjir fyribyrgingar- og viðgerðarmøgu-
leikar eru.
Í steðginum millum aðalfundin og fyrilesturin
fæst kaffi og køka.
Sosialurin / KvR 34 18 00
www.alzheimer.fo